Eg eri ógvuliga ørkymlað/ur av umstøðunum í slummunum í Nairobi, har 127.000 fólk liva við støðugum ótta fyri at verða kroyst úr heimum sínum.

Í áratíggju hevur kenjanska stjórnin ikki funnið út av at tryggja íbúgvunum í slummunum og øðrum óalmennum bústøðum virðing og verju, og heldur ikki roynt at veitt teimum nøktandi bústaðarmøguleikar.

Sum kenjanskur forseti hevur tú myndugleika til at tryggja hesum fólkum eitt lív við grundleggjandi mannarættindum. Tí heiti eg á teg um at: 

  • steðga øllum tvungnum flytingum beinan vegin, gera og seta í verk lógir beinan vegin, sum banna tvungum flytingum, og menna og nýta leiðreglur fyri flytingum, sum liva upp til altjóða mannarættindini. Til hetta er framt, heiti eg á Tygum um at seta forboð móti stórum flytingum av íbúgvum úr slummum.
  • tryggja, at íbúgvararnir í raktu økjunum veruliga verða hoyrdir, so allir aðrir møguleikar enn flyting verða kannaðir, og ein gjøllig ætlan fyri endurgjald og aðrari búseting verður ment.
  • tryggja, at tey milliónatals fólkini, sum búgva í slummum í Kenya liva eitt virðiligt lív og hava grundleggjandi mannarættindi.

Vinarliga,

Navn