Skundmál - Ger mun

FYLG ÁRSINS SKUNDMÁLUM – Hvat hava vit skrivað fyri, og hvat er nýtt í málunum?

Amnesty hevur ta sannføring, at hvør einstaklingur kann gera mun. At hvør undirskrift, bræv og sms telur og at vit saman kunnu broyta heimin.

TÍÐINDI

SKRIVA UNDIR og krev, at Kina førir uighurfamiljur saman aftur

Fleiri foreldur eru skild frá børnunum hjá sær, í sambandi við at Kina jagstrar muslimska uighurminnilutan í Xinjiang. Við tíni undirskrift kunnu vit leggja trýst á Kina at fáa landið at føra familjurnar saman aftur.   GG: Kvinnan á myndini er ikki kvinnan, sum verður lýst í tekstinum, men søgurnar hjá teimum minna um hvørja…

ÁHEITAN Á FIFA: BLÁSIÐ Í FLOYTUNA ÍMÓTI ÓVIRÐILIGUM ARBEIÐSKORUM HJÁ GESTAARBEIÐARUM Í KATAR

Gestaarbeiðarar eru púra avgerandi fyri, at tað yvirhøvur ber til hjá Katar at gera dreymin um at standa fyri heimsmeistaraskapinum í fótbólti í 2022 til veruleika. Men nú ið tíggju ár eru liðin, síðan FIFA læt Katar fáa vertsleiklutin, noyða samvitskuleysir arbeiðsgevarar við sama lag gestaarbeiðarar í túsundatali at arbeiða undir óvirðiligum korum. Menn og…

Iran: KANN MISSA SJÓNINA EFTIR PÍNING

Zeynab er dømd lívlanga fongsulsrevsing fyri sítt politiska arbeiði. Fregnartænastan pínir hana fyri at fáa hana at játta seg seka. Tað hastar at fáa hana leysnlatna. Skriva undir átakið beinanvegin! Iranska-kurdiska Zeynab Jalalian er 40 ár og hevur sitið í fongsli ósek í meira enn 12 ár. Hon situr lívstíð fyri sítt politiska arbeiði fyri…

Altjóða kvinnurættindadagur 2021

Á Kvinnurættindadegnum í ár varpar Amnesty Føroyar ljós á rættindini hjá kvinnum í Miðeysturi og Norðurafrika við at heita á fólk um at skriva fyri Zeynab. Iranska-kurdiska Zeynab Jalalian er 40 ár og hevur sitið fongslað ósek í meira enn 12 ár. Zeynab er dømd lívlanga fongsulsrevsing fyri sítt politiska arbeiði í kurdiska andstøðuflokkinum PJAK.…

Pínd fyri at skriva um covid-19

Hon varð fongslað og pínd – bara fyri at røkja starvið sum journalistur. Krev, at Zhang Zhan verður leyslatin – skriva undir nú! Tá ið covid-19 hevði tikið seg upp fyrst í 2020, setti Zhang Zhan sær fyri at ferðast til Wuhan, so at hon kundi greiða umheiminum frá støðuni har. Hon skrivaði um, hvussu…

VIKA SEX 2021

Fyriskipararnir handan Viku Sex hava aftur í ár skipað soleiðis fyri, at fyrsta árs næmingar á yrkis- og miðnámsskúlum og Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík fáa seksualundirvísing í Viku Sex. Tað er felagið Kyn, sum kemur at standa fyri undirvísingini. Byrjað verður í dag í Suðuroy, Vestmanna og í Klaksvík og hildið verður fram týsdagin og mikudagin…

32 ÁRA FONGSUL FYRI AT STRÍÐAST ÍMÓTI PÍNING

Germain eigur trý børn, men hevur ongantíð sæð tann yngsta sonin. Germain varð fongslaður, stutt fyri at sonurin varð føddur, og skal nú sita 32 ár í fongsli fyri at stríðast ímóti píning. Krev, at myndugleikarnir í Burundi sleppa honum leysum – skriva undir átakið! Germain Rukuki hevur avdúkað píning og onnur mannarættindabrot í Burundi,…

Russland: Eitraður og fongslaður fyri sítt politiska arbeiði

Aleksej Navalnyj varð eitraður av russisku trygdartænastuni. Nú kann hann fáa fleiri ára fongsulsrevsing fyri sítt politiska arbeiði. Skriva undir og krev, at hann verður leystlatin! Aleksej Navalnyj er ein kendur politiskur aktivistur og andstøðingur til russisku stjórnina. Hann hevur í fleiri ár stríðst ímóti mutri í landinum. Í fjør var hann fyri eini morðroynd,…

Holocaust-dagur í Føroyum

Tíðindaskriv Mikudagin í komandi viku verður Dagurin fyri altjóða Holocaust- og onnur fólkadráp hildin. Dagurin er ein altjóða minningardagur, sum ST hevur ásett. Tað er Nám og Amnesty sum vegna Mentamálaráðið skipa fyri degnum. Dagurin varð fyrstu ferð hildin í fjør, og gjørt er av, at innihaldið í degnum skal venda sær til skúlanæmingar. Í…

USA: STEINGIÐ GUANTÁNAMO-FONGSLIÐ!

Fongslið í Guantánamo er tiltikið fyri sínar harðrendu píningarhættir. Latið okkum krevja av tí nývalda amerikanska forsetanum, Joe Biden, at hann steingir fongslið endaliga. Í hernaðarfongslinum í Guantánamo Bay á Kuba sita framvegis 40 mans fongslaðir í óvissa tíð. Teir hava allir verið fongslaðir í minst 12 ár – teir flestu, uttan at ákærin hevur…