KVINNA LÍV FRÆLSI
Í dag eru tvey ár síðan, at 22 ára gamla Jina Mahsa Amini doyði av løstunum, hon fekk, tá iranska siðalagsløgreglan handtók og bukaði hana, tí at turriklæðið ikki sat, sum tað skuldi.
“Vit vilja liva. Vit fara at kyssa sólina og fylla heimin við vón”
– NARGES MOHAMMADI
Hetta gjørdist byrjanin til mótmælisrørsluna “kvinna, lív, frælsi”, tá iranar i túsundatali fóru á gøturnar at mótmæla. Og nú tvey ár eftir, at Jina Mahsa Amini varð dripin, kunnu vit staðfesta, at ágangurin á gentur og kvinnur einans er herdur. Iranskir myndugleikar hava økt um kúganina og eftirlitið við, at kvinnur bera turriklæðið rætt. Tað hevur m.a. ført til hættisligar biljagstranir, fongsulsrevsingar og aðra ómenniskjasliga viðferð.
– Ársdagurin fyri uppreisturin ‘Kvinna Lív Frælsi’ er ein ræðandi áminning um, at óteljandi fólk í Iran enn merkja avleiðingarnar av ógvusligu kúganini frá myndugleikunum. Offur, yvirlivandi og avvarðandi teirra verða framvegis noktað sannleika, rættvísi og endurgjald fyri brot á altjóðarætt og onnur álvarslig mannarættindabrot, sum iransk embætisfólk hava framt undir og eftir uppreisturin, sigur Diana Eltahawy, økisstjóri hjá Amnesty International fyri Miðeystur og Norðurafrika.
Undir uppreistrinum framdu trygdar- og fregnartænasturnar í Iran grovan harðskap og aðra illgerð móti varðhaldsfongslaðum mótmælisfólkum. Kanningar hjá Amnesty International vísa, at iranska stýrið hevur avrættað Í minsta lagi 10 fólk, sum luttóku í mótmælunum. Talið av deyðarevsingum er økt seinastu tvey árini, og verður brúkt sum eitt amboð at loypa ótta á fólk. Rættarmál eru ikki farin rættvíst fram, og píning og harðskapur varð brúktur undir avhoyringum. Eisini vísa okkara kanningar, at mótmælisfólk hava verið fyri harðskapi og neyðtøkum.
Í apríl longdi Mannarættindaráðið hjá ST kanningina av brotsgerðum móti mótmælisfólkum undir og eftir uppreisturin(FFMI). Iranskir myndugleikar nokta at samstarva og loyva ikki limunum í kanningartoyminum inn i landið.
Amnesty International tekur undir við tilmælunum hjá FFMI og heitur á øll lond um at seta í verk kanningar av iranskum embætisfólkum, sum eru undir illgruna fyri at gava framt brotsverk sambært altjóðarætti, og at fylgja meginregluni um universelt rættardømi.
Við lívinum í vága halda fólk áfram at mótmæla. Ein teirra er Narges Mohammadi, sum í fjør fekk friðarheiðursløn Nobels. “Vit vilja liva. Vit fara at kyssa sólina og fylla heimin við vón” hevði Narges skrivað á ein lepa, sum varð smuglaður úr fongslinum, hon situr, og sum børn hennara lósu upp til friðarheiðurstiltak í Oslo í síðstu viku.
Les meira her.