FONGSLAÐUR FYRI AT TAKA MYNDIR

FONGSLAÐUR FYRI AT TAKA MYNDIR

”Tað var sum í einum Hollywood-filmi”, greiðir Shawkan frá. Tað var bara tað, at kúlurnar vóru veruligar. Táragassið var veruligt. Stríðsvognarnir, sum rullaðu fram ímóti mótmælisfólkunum um alt Egyptaland, vóru veruligir. Og tey túsund fólkini, sum vórðu dripin, vóru alt ov verulig. Mahmoud Abu Zeid, betur kendur sum Shawkan, gjørdi bara sítt arbeiði. Hann er myndajournalistur…

SLEPP QIN CHAO LEYSARI

SLEPP QIN CHAO LEYSARI

Saman við øðrum sokallaðum borgarajournalistum hevði Qin Chao ætlanir um at skriva um G20-toppfundin í Hangzhou í septembur í ár. Men longu tann 30. august varð Qin afturhildin av politinum. Tann almenna frágreiðingin var, at hon ”eggjaði til klandur og voldi trupulleikar”. Hon situr enn í fongsli uttan rætt til sakførara og í vanda fyri…

FLÓTTAFÓLK ILLA VIÐFARIN OG PÍND Í ITALIA

FLÓTTAFÓLK ILLA VIÐFARIN OG PÍND Í ITALIA

Undir ES-trýsti hevur Italia sett í verk nýggjar mannagongdir fyri at fáa flóttafólk at lata síni fingramerkir. Men kanningar hjá Amnesty vísa, at tær nýggju mannagongdirnar eru á markinum og í summum førum fara langt út um mark. Vit hava hitt meira enn 170 flóttafólk og migrantar á máli, og tey siga frá ógvisligum søgum…