Aðalfundur og alment tiltak um samtykkilóggávu hóskvøldið tann 29. apríl

STAÐUR: SMÆRAN, J.H. Schrøtersgøta 7, Tórshavn DAGUR: hóskvøldið tann 29. apríl SKRÁ: KL. 18.00 – 19.30: AÐALFUNDUR KL. 19-30 – 20.00: ÁBIT KL. 20.00 – 21.30: ALMENT TILTAK UM SAMTYKKILÓG AÐALFUNDUR: SKRÁ 1) Val av fundarstjóra og fundarskrivara 2) Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári 3) Góðkenning av roknskapi 4) Nevndin svarar spurningum 5)…

SKRIVA UNDIR – Dominikalýðveldið: Sleppið fullkomnum fosturtøkubanni

Í Dominikalýðveldinum er fosturtøka fullkomiliga bannað. Nú umrøður kongresssin í landinum, um fosturtøka skal avkriminaliserast í trimum førum – og vit hava ein søguligan møguleika at ávirka úrslitið! Limirnir í kongressini umrøða í løtuni, um fosturtøka skal avkriminaliserast í trimum førum: Tá ið viðgongan setur kvinnuna í lívsvanda Tá ið fostrið er í lívsvanda Tá…

ÁHEITAN Á FIFA: BLÁSIÐ Í FLOYTUNA ÍMÓTI ÓVIRÐILIGUM ARBEIÐSKORUM HJÁ GESTAARBEIÐARUM Í KATAR

Gestaarbeiðarar eru púra avgerandi fyri, at tað yvirhøvur ber til hjá Katar at gera dreymin um at standa fyri heimsmeistaraskapinum í fótbólti í 2022 til veruleika. Men nú ið tíggju ár eru liðin, síðan FIFA læt Katar fáa vertsleiklutin, noyða samvitskuleysir arbeiðsgevarar við sama lag gestaarbeiðarar í túsundatali at arbeiða undir óvirðiligum korum. Menn og…

Iran: KANN MISSA SJÓNINA EFTIR PÍNING

Zeynab er dømd lívlanga fongsulsrevsing fyri sítt politiska arbeiði. Fregnartænastan pínir hana fyri at fáa hana at játta seg seka. Tað hastar at fáa hana leysnlatna. Skriva undir átakið beinanvegin! Iranska-kurdiska Zeynab Jalalian er 40 ár og hevur sitið í fongsli ósek í meira enn 12 ár. Hon situr lívstíð fyri sítt politiska arbeiði fyri…

Altjóða kvinnurættindadagur 2021

Á Kvinnurættindadegnum í ár varpar Amnesty Føroyar ljós á rættindini hjá kvinnum í Miðeysturi og Norðurafrika við at heita á fólk um at skriva fyri Zeynab. Iranska-kurdiska Zeynab Jalalian er 40 ár og hevur sitið fongslað ósek í meira enn 12 ár. Zeynab er dømd lívlanga fongsulsrevsing fyri sítt politiska arbeiði í kurdiska andstøðuflokkinum PJAK.…

Pínd fyri at skriva um covid-19

Hon varð fongslað og pínd – bara fyri at røkja starvið sum journalistur. Krev, at Zhang Zhan verður leyslatin – skriva undir nú! Tá ið covid-19 hevði tikið seg upp fyrst í 2020, setti Zhang Zhan sær fyri at ferðast til Wuhan, so at hon kundi greiða umheiminum frá støðuni har. Hon skrivaði um, hvussu…

VIKA SEX 2021

Fyriskipararnir handan Viku Sex hava aftur í ár skipað soleiðis fyri, at fyrsta árs næmingar á yrkis- og miðnámsskúlum og Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík fáa seksualundirvísing í Viku Sex. Tað er felagið Kyn, sum kemur at standa fyri undirvísingini. Byrjað verður í dag í Suðuroy, Vestmanna og í Klaksvík og hildið verður fram týsdagin og mikudagin…

32 ÁRA FONGSUL FYRI AT STRÍÐAST ÍMÓTI PÍNING

Germain eigur trý børn, men hevur ongantíð sæð tann yngsta sonin. Germain varð fongslaður, stutt fyri at sonurin varð føddur, og skal nú sita 32 ár í fongsli fyri at stríðast ímóti píning. Krev, at myndugleikarnir í Burundi sleppa honum leysum – skriva undir átakið! Germain Rukuki hevur avdúkað píning og onnur mannarættindabrot í Burundi,…