Steðgið harðskapinum ímóti mótmælisfólki í Iran

Morðið á 22 ára gomlu Jinu Mahsu Amini, sum iranska siðalagsløgreglan bardi av, tí at hon ikki gekk rætt í hijabini, hevur elvt til mótmælir um alt Iran. Nú møtir løgreglan mótmælisfólkunum við deyðiligum harðskapi. Krev, at altjóðasamfelagið letur við seg koma! Tann 13. septembur 2022 handtók iranska siðalagsløgreglan kurdisku Jinu Mahsu Amini í Teheran.…

Tiltak um føroysku abortlógina

Føroyska abortlógin og avleiðingar av henni Sunnudagin 4. septembur skipaði Amnesty Føroyar fyri tiltaki um abort. Tiltakið var partur av skránni hjá Faroe Islands Minority Film Festival, sum í ár viðgjørdi evnið ‘Javnrættindi’. Fitt av fólki høvdu leitað sær niðan í Norðurlandahúsið hendan seinnapart at lurta eftir Turið Debes Hentze, Turið Hermansdóttir, Dianu Reynstind, Hallberu…

SAUDIARABIA: 34 ÁRA FONGSUL FYRI AT BRÚKA TWITTER

Salma al-Shehab er mamma at tveimum børnum og helt feriu í heimlandinum, Saudiarabia, tá ið hon brádliga varð handtikin fyri – á Twitter – at hava fylgt aktivistum og endurtweetað um kvinnurættindi. Nú er hon dømd 34 ára fongsul. Skriva undir og krev, at Saudiarabia sleppir henni leysari beinanvegin. 34 ára gamla Salma al-Shehab er…

“Góðu hjálpið okkum – SKJÓTT!”

Ein 13 ára gomul genta og mamma hennara kunnu hvørja løtu verða sendar úr Saudiarabia aftur til Kina, haðani tær eru flýddar. Tær eru í vanda fyri at verða avbyrgdar og píndar í eini sonevndari ”enduruppalingarlegu”, av tí at tær hoyra til muslimska Uighur-minnilutan. Heimsendingin skal steðgast nú! Tann 31. mars vórðu Buheliqiemu Abula og…

Spyr bara – sex krevur Samtykki

Í ár, í 2022, varð stig tikið til at broyta neyðtøkuásetingina í revsilógini til at verða samtykkisgrundaða og harumframt herða revsingina fyri neyðtøku. Sjeynda árið á rað fer Samtykkisamstarvið at skipa fyri summarátaki. Endamálið við #Samtykki átøkunum hevur øll árini verið at minna á og at varpa ljós á júst tann veruleika, at uttan samtykki…

Samtykkilógin samtykt

Samtykkilógin samtykt 2. mai samtykti Føroya Løgting at broyta ásetingina í neyðtøkulógini, so hon nú byggir á samtykki. Hesa broyting gleðast vit um í Amnesty. Í fleiri ár hava vit arbeitt við neyðtøkuøkinum, har vit m.a. hava gjørt vart við, at SEX KREVUR SAMTYKKI. Hetta sæst nú aftur í lógini, sum nú staðfestir, at um…

Amnesty hevur fingið nýggja nevnd

Amnesty hevur fingið nýggja nevnd   Amnesty Føroyar hevði aðalfund hósdagin 28. apríl.   Eftir fleiri ár í nevndini og í ungdómsbólkinum takka Annika og Dánjal fyri seg, tí tey flyta av landinum í lestrarørindum. Regin, Anna og Milia stóðu fyri vali, og valdu øll at stilla upp aftur. Harafturat vóru trý nýggj andlit, sum…