Aðalfundur verður 29. apríl
Aðalfundur hjá Amnesty International Føroyum verður í Perluni í Tórsgøtu týsdagin 29. arpíl kl. 17. Skráin verður sambært viðtøkum felagsins.
Vilt tú ávirka arbeiðið?
Vilt tú hava ávirkan á arbeiðið hjá Amnesty í Føroyum og altjóða? So kanst tú stilla upp til nevndina. Allir limir kunnu stilla upp, og í ár standa tveir nevdarlimir fyri vali. Boða okkum frá á amnesty@amnesty.fo í seinasta lagi 22. apríl. Um tú kundi hugsað tær at vita meira um nevndararbeiðið, kanst tú skriva til nevndina á chair@amnesty.fo.
Mál á skrá ella viðtøkubroytingar?
Ynskir tú at fáa mál á skrá á aðalfundinum ella hevur tú uppskot til broytingar í viðtøkunum, skal hetta eisini boðast frá á amnesty@amnesty.fo í seinasta lagi 22. apríl.
Tiltak verður eftir aðalfundin. Meira kunning kemur seinni.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
TILTAK EFTIR AÐALFUNDIN
Eftir aðalfundin skipa vit fyri tiltaki við hesum trimum innsløgunum:
Kl. 19: hvussu gongur við mannarættindunum?
Á degnum gevur Amnesty International árligu frággreiðingina um mannarættindastøðuna í heiminum út. Umboð frá Amnesty Føroyum sigur frá nøkrum av niðurstøðunum í frágreiðingini. Síðani hava vit boðið Regini Berg (stjórnmálafrøðingur og nevndarlimur í Amnesty Føroyum), Sigri M. Gaini (PhD í politiskari heimspeki) og Jóannes Eidesgaard (formaður í Reyða Krossi og politiskur viðmerkjari) at viðgera mannarættindastøðuna og nøkur av teimum rákum, ið fara fram.
Kl. 20: Eitt føroyskt mannarættindaráð?
Í 2016 lat táverandi landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, eitt tilmæli um eitt føroyskt mannarættindaráð gera. Eftir at tilmælið varð handað í 2017 hava vit ikki hoyrt nógv um tað ella um ein føroyskan mannarættindastovn.
Í Amnesty halda vit, at tað er upp á tíðina, at vit finna tilmælið fram aftur og fáa mannarættindaráðið aftur á dagsskrá.
Margretha Nónklett var forkvinna í arbeiðsbólkinum, sum gjørdi tilmælið, og á tiltakinum fer hon at greiða frá endamálunum við mannarættindaráðum, hvussu slík ráð kunnu skipast og hvørjir boð arbeiðsbólkurin hevði uppá, hvussu eitt føroyskt mannarættindaráð kundi skipast.
Aftaná framløguna skifta Bjarni K. Petersensen (landsstýrismaður í lógarmálum), Hervør Pálsdóttir (forkvinna í Rættarnevndini) og Helgi Abrahamsen (næstformaður í Rættarnevndini) orð um mannarættindaráð, avleiðingarnar av at vit ikki hava eitt slíkt ráð og hvørt vit áttu at arbeiða fyri at fingið eitt.
Kl. 21: fagnaður og happening
Í ár hevur Amnesty Føroyar 60 ár á baki. Stóra hátíðarhaldið goyma vit til í heyst, men vit fara at tjóvstarta við einum lítlum fagnaði, eini skál fyri frælsinum og við einum happening.
Øll eru hjartaliga vælkomin.







