Aðalfundur felagsins
Aðalfundur í Amnesty International Føroyum verður 15. apríl kl. 19 í hølum felagsins í Bøgøtu 15 í Tórshavn. Skráin er sambært viðtøkum felagsins:
- Frágreiðing um virksemi í 2025
- Framløga av grannskoðaðum roknskapi
- Nevndin svarar spurningum
- Innkomin uppskot
- Nevndarval
- Val av grannskoðara
- Ymiskt
Uppskot til broytingar í viðtøkunum
Nevndin hevur uppskot til broytingar í viðtøkum felagsins. Viðtøkurnar við broytingaruppskotunum eru viðfestar í t-postinum, sum varð sendur limunum 1. apríl. Á aðalfundinum greiður nevndin frá uppskotunum, tað verður høvi hjá limunum at spyrja inn til hesi broytingaruppskot, og so sjálvandi eisini at atkvøða um hesi broytingaruppskot.
Stilla upp í nevndina
Á aðalfundinum er nevndarval á skránni. Tað eru 5 nevndarlimir og 2 til 3 tiltakslimir í nevndini. Tiltakslimirnir standa fyri vali á hvørjum ári, og í ár standa 2 nevndarlimir fyri vali. 1 nevndarlimur og 1 tiltakslimur stilla ikki uppaftur, so vit hava í hvussu so er tørv á 2 limum at stilla upp í nevndina. Í nevndini tørvar okkum serliga vitan, førleikar ella royndir innan hesi øki:
- fíggjarstýring, bókhald og/ella fundraising
- mannarættindi og lóg
- nevndararbeiði og strategi
Mest av øllum leita vit eftir limum, ið ynskja at geva sítt íkast – tí meira orku vit leggja í arbeiðið, meira fáa vit gjørt. Í einum heimi í stórari broyting, og har vanvirðingin av altjóða lóg og mannarættindum alsamt økist, hava vit tørv á eini sterkari og virkisfúsari nevnd í Amnesty Føroyum.
Lat okkum frætta, um tú kundi hugsað tær at stilla upp í nevndina ella um tú hevur spurningar um nevndararbeiðið.
Evni á skrá
Sum limur hevur tú eisini møguleika at seta eitt evni á skrá til aðalfundin. Boða okkum frá í seinasta lagi eina viku áðrenn aðalfundin.
Kom á aðalfund!
Kom á aðalfund, um tú vilt
- hoyra um tað, sum var á skrá í 2025
- seta nevndini spurningar
- hoyra um okkara ætlanir fyri 2026
- stilla upp í nevndina
- atkvøða um uppskotini um viðtøkubroytingarnar
Lat okkum frætta
Lat okkum frætta frá tær, um tú hevur eitt evni til skránna, og um tú kundi hugsað tær at stilla upp í nevndina ella hevur spurningar hesum viðvíkjandi. Tú kanst ringja til Regin Berg, virkandi formann, á tlf. 581013 ella skriva á chair@amnesty.fo. Ella tú kanst seta teg í samband við Turið Mariu Jóhansdóttir, aðalskrivara, á 235817 og turid@amnesty.fo.
Vit gleða okkum at frætta frá tykkum
Nevndin í Amnesty Føroyum







