
Áheitan til løgtingslimir:
ATKVØÐIÐ FYRI LÓGARUPPSKOTINUM UM DAGFØRDA ABORTLÓG
2. viðgerð av lógaruppskotinum um dagførda abortlóg verður í morgin, týsdagin, og tá fáa okkara fólkavaldu aftur møguleika at taka eitt risafet fyri kvinnurættindi í Føroyum. Í Amnesty Føroyum heita vit á løgtingslimir um at samtykkja uppskotið, tí tað er alneyðugt, at lóggávan á økinum verður dagførd. Verandi lóggáva livir ikki upp til altjóða mannarættindalóg, hon er ógreið og ótíðarhóskandi. Eisini setur hon kvinnur í ótryggar støður, sum í versta føri kunnu gerast vandamiklar.
Avmarkandi lógir forða ikki abortum
At vera fyri ella ímóti abort er ein persónligur spurningur, og tíbetur hava vit øll rætt til at hava okkara egnu meining um evnið. Men tá ið politikarar, ið eru ímóti abort, við avmarkandi lógum royna at forða fyri, at abortir verða framdar, førur tað harafturímóti við sær, at umstøðurnar hjá kvinnum at taka abort gerast ótryggar.
Seinastu árini hava vit fingið eitt innlit í ein áður fjaldan veruleika, tí djarvar kvinnur hava bart ímóti skommini og tøgnini, ið vóru knýtt at abortum. Vit hava m.a. hoyrt kvinnur greiða frá, at tær hava kent seg noyddar at lúgva um heilsustøðuna fyri at fáa abort í Føroyum, og at aðrar hava verið noyddar uttanlands at taka abort. Frá kanning hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi vita vit, at 42% av kvinnunum, ið luttóku í kanningini, vistu um aðra kvinnu, sum var farin til Danmarkar at taka abort.
Rætturin hjá kvinnum at taka hesa avgerð skal virðast
Tá ið kvinnur ikki kunnu velja at taka abort, verða grundleggjandi rættindi hjá teimum ikki vird m.a. rætturin til privatlív, heilsu og nøring. Nøringarrættindi skulu tryggja, at kvinnur kunnu taka avgerðir, sum viðvíkja teirra egna lívi, trivnaði og framtíð. Tað fevnur m.a. um at avgerða, um og nær tær fáa børn og hvussu langt er ímillum børnini. ST-stovnar og -serfrøðingabólkar, Evropiski Mannarættindadómstólurin og mannarættindafelagsskapir eru samdir um, at nøringarrættindi tí eisini fevna um, at kvinnur skulu kunna velja at taka abort.
“Seksual- og nøringarrættindi eru grundleggjandi rættindi. Ikki at virða hesi rættindi er eitt slag av kynjaðum harðskapi og er eitt brot á rættindini hjá kvinnum” segði Nicole Ameline í 2021, sum tá var í nevndini, sum hevur kvinnusáttmálan hjá ST um hendi. Sambært henni virða Føroyar ikki rættindini hjá kvinnum við verandi abortlóg. Eisini vísti Nicole Ameline á, at ein avleiðing av avmarkandi abortlógini kann vera, at summar kvinnur finna aðrar ótryggar loysnir, sum kunnu seta lív og heilsu hjá kvinnuni í váða.
Atkvøðan snýr seg ikki um at vera fyri ella ímóti abort
Góðu løgtinslimir, tit mugu síggja veruleikan, sum hann er: Sama, hvat lógin sigur og sama, hvat løgtingslimir halda, so hava kvinnur framvegis eitt ynski um abort og royna framvegis at taka abort. Tí lóggávan hevur einans ávirkan á, hvørt vit tryggja kvinnum tryggar ella ótryggar abortir.
Tað er nú, at tit hava møguleikan at broyta órættvísið, ótryggleikan og mannarættindabrotini, sum verandi abortlóggáva viðførir. Tað er nú, tit hava møguleika at vísa kropsliga sjálvræðinum hjá kvinnum virðing, og taka eitt stórt fet kvinnurættindum í Føroyum at frama.
Atkvøðan í morgin kemur í síðsta enda ikki at snúgva seg um at vera fyri ella ímóti abort, men at snúgva seg um tær umstøður, sum kvinnur í Føroyum framyvir skulu taka abort undir.










