Altjóða ársfrágreiðingin hjá Amnesty International:
MANNAÆTTIN UNDIR ÁLOPI
Ein nýggj, vandamikil tíð stendur fyri durum. Hon er stýrd av valdsmiklum stjórnum fyritøkum og anti-rættinda rørslum, sum gera seg inná altjóða lóg, mannarættindi og multilateralismu. Tað staðfestur Amnesty International í árligu frágreiðingini um mannarættindastøðuna, sum er komin út í dag.
“Vit standa andlit til andlits við truplastu tíðina í okkara øld. Mannaættin er undir álopi frá tvørtjóða anti-rættinda rørslum og stjórnum, sum misbrúka sítt vald og við ólóligum kríggjum og pengaoyðslu halda fast við ræði” sigur Agnès Callamard, altjóða aðalskrivari í Amnesty International.
Í ársfrágreiðingini verður ikki bara ávarað um at eitt samanbrot er í væntu. Frágreiðingin prógvar, at skædlið er byrjað við oyðandi avleiðingum á mannarættindi, altjóða støðufesti og lívið hjá menniskjum í milliónatali.
Amnesty heitur á heimsins stjórnir um at alt fyri eitt vísa aftur førda politikkin í 2025, vinna á óttanum og við orðum og gerðum seta seg upp ímóti niðurlagingini av reglugrundaða heimsskipanini.
Hóast gongdin er døpur, eru eisini mannarættindasigrar, sum vit kunnu fagna. Í frágreiðingini verða m.a. betraði abortrættindini í Føroyum eisini nevnd.
Til ber at lesa ársfrágreiðingina her.







