Altjóða dagur fyri seksuella heilsu
Í dag er altjóða dagur fyri seksuella heilsu, og evnið í ár er seksuelt rættvísi. Saman við Kvinnuhúsinum og Kyn varpa vit ljós á dagin.
Seksuelt rættvísi er at hava møguleikan at taka avgerðir um egnan kropp, kynslív og nøring. Tað er eitt lív uttan harðskap og mismun vegna kyn og seksualitet, umframt at fáa góða og nøktandi seksualundirvísing og atgongd til fyribyrging. Seksuelt rættvísi er at hava kropsligt sjálvræði og at taka avgerðir um egna repruduktión.
Seksuelt rættvísi fevnur tí eisini um møguleikan at velja abort.
Rætturin til abort er ein spurningur um mannarættindi. Hetta sjónarmið er grundað á, at tá kvinnur ikki hava møguleikan at velja abort, verða nøkur av grundleggjandi rættindum hjá teimum ikki vird. Rætturin at taka avgerðir um egna heilsu, nøring, framtíð og rætturin til javnrætt, til ikki at vera fyri mismuni og til virðing fyri og verju av privatlívinum er staðfestur í altjóða mannarættindasáttmálum. Hesi rættindi verða ikki vird, loyva vit ikki kvinnum at taka abort.







