ALTJÓÐA MANNARÆTTINDADAGUR, 10. DESEMBUR
LJÓSIÐ BIRTIR VÓN
Altjóða mannarættindadagurin, 10. desembur, nærkast í hvørjum, og sum siður er, fara vit at tendra eitt ljós og senda teimum, sum eru fyri mannarættindabrotum, ein tanka.
“Tað er betri at tendra eitt ljós enn at biðja ilt yvir myrkrið”
Tað segði Peter Benenson, stovnarin av Amnesty International. Vit fara eisini at eggja tykkum øllum at seta eitt ljós í vindeygað á altjóða mannarættindadegnum og lata ljósið birta vón hesa løtuna.
Frá 1. desembur selja vit vøkru ljósini, sum Dugni hevur gjørt. Til ber at keypa tey á skrivstovu okkara (opið kl. 9-16), umvegis heimasíðuna og á torginum í SMS leygardagin 7. desembur.
“Ljósið brennur ikki fyri okkum. Tað brennur fyri øllum teimum, sum vit ikki hava megnað at bjargað. Sum vórðu skotin. Sum vórðu pínd. Sum vórðu rænd. Sum hvurvu. Tað er teimum, ljósið brennur fyri.”
– Peter Benenson.