AMNESTY FØROYAR 60 ÁR – MANNARÆTTINDAFESTIVALUR
Í ár eru 60 ár síðan, at Amnesty International Føroyar varð sett á stovn. Hetta fara vit at hátíðarhalda við fleiri áhugaverdum og viðkomandi innsløgum – vit nevna tað ein mannarættindafestival. Her er yvirlit yvir innsløgini:

Les meira um innsløgini:
HÓSDAGUR 2. OKTOBUR
Verkstova um visuelt samskifti, Perlan kl. 18
Mia Smith, grafiskur sniðgevi, hevur verkstovu um visuelt samskifti. Amnesty Ung skipar fyri verkstovuni, sum er ókeypis og ætlað øllum ungum. Les meira her.
FRÍGGJADAGUR 3. OKTOBUR
Filmssýning: No Other Land, Perlan kl. 19

Vit vísa heimildarfilmin, sum vann ein Oscar fyri besta heimildarfilm í 2025, um brutala veruleikan hjá íbúgvunum í Masafer Yatta – eitt øki í sunnara parti av Vestara Áarbakka við 12 bygdum. Filmurin gevur eitt erligt og skakandi innlit í, hvussu ísraelska hersetingin, búsetingarnar og yvirveldið ávirka gerandisdagin, lívið og tilverugrundarlagið hjá íbúgvunum í Masafer Yatta. Amnesty Føroyar, Faroe Islands International Minority Film Festival og Samhugi við Palestina skipa fyri. Les meira her.
LEYGARDAGUR 4. OKTOBUR
Verkstova um at koma frá hugskoti til veruleika, Perlan kl. 12
Ronas F. Korkmaz frá Nordic Pioneers hevur verkstovu um amboð og taktikkir, hvussu vit kunnu koma frá einum hugskoti til veruleika. Amnesty Ung skipar fyri verkstovuni, sum er ókeypis og ætlað øllum ungum. Les meira her.
Framløga og samrøða: Veðurlagsbroytingar, orkutiltøk og rættindi hjá upprunafólki, Reinsaríið kl. 14
Vit fáa forkunnuga vitjan av Aili Keskitalo úr Norðurnorra, sum er sámi og starvast hjá Amnesty International Norra. Aili greiðir frá, hvussu stór orkutiltøk í Norðurnorra ávirka sámar og teirra lívsgrundarlag, og um týdningin av at virða rættindi hjá upprunafólki í royndini at tálma veðurlagsbroytingum. Eisini verður prát millum Aili og Ragnheiður Bogadóttir, granskara, um evnið – bæði í norðurlendskum og altjóða høpi. Les meira her.

Verkstova: strikið 1956 – dagførið abortlógina, Perlan kl. 16
Lógaruppskotið um dagførda abortlóg er enn einaferð lagt fyri tingið. Amnesty Føroyar, Frítt Val og Kvinnufelagið bjóða tí til verkstovu og heita á øll, sum ynskja eina dagførda abortlóg og vilja vera við í stríðnum at strika 1956, um at koma við. Les meira her.

Søgur um burturrikin, Perlan kl. 18
Reyði Krossur Føroya setur sjóneykuna á flóttafólk, og á teirra fløkta veruleika, tá tey eru noydd at flýggja. Vit varpa ljós á mannarættindini, sum eru í váða, og mótstøðuførið hjá teimum sum eru flýdd. Les meira her.
Sofaprát: neyðtøkuøkið – 10 ár seinni, Reinsaríið kl. 18
Fyri 10 árum síðani setti Amnesty neyðtøkur á breddan. Vit lýta aftur á, hvørji mál vit settu okkum tá, og hvat er komið burturúr. Á innslagnum hyggja vit serliga eftir neyðtøkutilbúgvingini. Tað var eitt av aðalmálinum hjá Amnesty at fáa eina neyðtøkutilbúgving, har tey, ið høvdu verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd, kundu venda sær uttan at hava meldað áðrenn. Á innslagnum spyrja vit, hvussu arbeiðið at seta neyðtøkutilbúgvingina á stovn varð skipað, hvussu arbeiðið gongur nú hon hevur virkað í trý ár, og so hyggja vit nærmari eftir, hvar arbeiðið ikki er rokkið á mál, so hon virkar eftir ætlan og ynski.
Sofaprát: løgfrøðiligt kynsskifti, Reinsariið kl. 19
Vit varpa ljós á løgfrøðiligt kynsskifti í Føroyum, og fara m.a. at hoyra frá tvørkyndum persónum og sálarfrøðingi um, tá ið kynssamleikin og ásetta kynið ikki samsvara, og hvørjar avleiðingar hetta kann hava viðsær. Amnesty Føroyar & LGBT+ Føroyar skipa fyri. Les meira her.

Hátíðarhald: Amnesty Føroyar 60 ár, Perlan kl. 20
Vit enda dagin við stórum føðingardagshaldi, har vit heiðra limum felagsins og at Amnesty Føroyar hevur verið virkið í 60 ár. Á skránni er:
Tónleikur og framførsla
Jazzy Gold og Kári Sverrisson seta dám á kvøldið við góðum tónleiki. Vavað framførur røðuna “Ein krígspolitikk verður friðarpoetikk” eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger.
Annika Søvará, fyrrverandi forkvinna í Amnesty Føroyum, tekur okkum við í gjøgnum søguna hjá Amnesty Føroyum, og Agnés Callamard, altjóða aðalskrivari, lýsir arbeiðið og tørvin hjá felagsskapinum í dag og í framtíðini.
Við jøvnum millumbilum hitnar kjakið og kann gerast niðrandi ella beinleiðis haturstala. Vit spyrja, hvussu tað kennist at vera fyri haturstalu og niðrandi talu, og hvørjar persónligu avleiðingarnar av hesum eru. Og vit fáa greiðu á, hvat haturstala er sambært lógini umframt samfelagsligu avleiðingarnar, sum kunnu vera av haturstalu. Jasmin Mote, Sigmundur Mørkøre og Sigri Gaini luttaka.
Vit enda við einum skemtiligum innslagi frá Elisu Vang. Eftir skránna stendur DJ Lisan Al-Gaib at halda góða føðingardagshuglagið.
Vit hava verið í goymsluni og funnið ymiskt viðkomandi tilfar fram, sum vit sýna fram á kvøldinum.
Amnesty byrjaði sum rørsla, tí fólk í túsundatali skrivaðu brøv, og vit skriva enn. Og á 60 ára degnum hava vit sjálvandi tí eisini eitt horn, har tað ber til at skriva eitt bræv.
. Á skránni verður tónleikur frá Jazzy Gold og Kára Sverrissyni, røður frá Anniku Sølvará, fyrrverandi forkvinnu, og Agnés Callamard, altjóða aðalskrivara, og ein serlig framførslu við Vavað. Eisini verður eitt áhugavert sofaprát um haturstalu, niðrandi talu og samfelagsligu og persónligu avleiðingarnar av hesum. Tey, ið luttaka, eru Jasmin Mote, Sigmundur Mørkøre og Sigri Gaini um haturstalu. At enda hevur Elisa Vang eitt skemtligt innslag og DJ Lisan Al-Gaib heldur lív í føðingardagshýrinum við tónleiki. Les meira her.
TÝSDAGUR 07: OKTOBUR
Verkstova um argumentatión, Perlan kl. 18
Bjarni Arge, miðlafrøðingur, hevur verkstovu um argumentatión, retoriskar snildir og kjakluttøku. Amnesty Ung skipar fyri verkstovuni, sum er ókeypis og ætlað øllum ungum. Les meira her.







