ANA DA SILVA ‘AKA’ NETH – DØMD FYRI AT FINNAST AT FORSETANUM
Har heima er 32 ára gamla Ana da Silva Miguel songkvinna og mamma at tveimum smábørnum. Men á TikTok er hon betur kend sum “Neth Nahara” – ein óttaleysur og stuttligur ávirkari.
Sum hon vaks upp við alskyns avbjóðingum, tók tað harða lívið vónina frá henni. Hon skilti ikki, hvussu eitt land við so stórum møguleikum kundi lata so mong liva í fátækadømi. Sum hon leiddist við trotið á skúlum, arbeiðsplássum og møguleikum, leitaði hon sær á sosialu miðlarnar, har hon við síni nýggju netmensku, “Neth Nahara”, fór at eggja kvinnum til at leita sær útbúgving og stremba eftir sjálvræði. Samstundis avdúkaði hon dirvisliga, at hon livdi við HIV.
Í fjør fanst Neth at João Lourenço, forseta, í beinleiðis stroyming á TikTok. Men angolskir myndugleikar brúka eina umstrídda nýggja lóg til at teppa atfinningarsamar røddir sum ta á Neth. Longu dagin eftir varð hon handtikin.
Neth skal nú sita fleiri ár í fongsli fyri at hava æruskemt forsetan. At vera tikin frá børnunum var ivaleysa svárt, men aftur at tí sýttu myndugleikarnir henni í fyrstu umbering lívsneyðugan HIV-heilivág og góvu ikki eftir fyrr enn eftir fleiri áheitanir.
Undir heimsfarsóttini leitaðu angolar í stórum tali sær út á gøturnar at gera vart við sína ónøgd við leiðsluna hjá forsetanum, men myndugleikarnir hirdu ikki at lurta. Í staðin eru Neth og onnur sum hon tilvildarliga fongslað fyri at hava torað at sagt sína hugsan. Børnini hjá Neth sakna hana hvønn dag.
SOLEIÐIS KANST TÚ HJÁLPA NETH
Tú kanst skriva Neth eitt samhugabræv, sum er eitt persónligt bræv til Neth og gevur henni styrki og stuðul. Ella tú kanst skriva undir undirskriftainnsavnanina og heita á myndugleikarnar í Angola um at leyslata Neth beinanvegin og treytaleyst.
Um tú skrivar eitt samhugabræv, kanst tú lata Amnesty Føroyum tey, og so senda vit henni øll brøvini úr Føroyum.
HVAT ER EITT SAMHUGABRÆV?
SKRIVA NETH EITT SAMHUGABRÆV?
SKRIVA UNDIR
Samhugabrøv eru brøv vit senda til fólkini, vit skriva fyri. Brøvini geva ugga og styrki. Fleiri av teimum, sum vit hava skrivað fyri, hava sagt, at tað er ógvuliga gott at vita, at alheimssamfelagið veit um støðuna og roynir at hjálpa teimum. Tú kanst t.d. skriva eitt sindur um teg sjálv/n, at tú hevur hoyrt um teirra støðu, hvat tú hugsar um støðuna, sum tey eru í og okkurt, sum gevur teimum mót og vón.
Tú kanst skriva eitt samhugabræv til Neth. Vi hava gjørt nøkur dømi:
“A lot of strength, Neth. I wish you get out of prison as soon as possible. You were strong for exercising your right to freedom of expression and I wish you to continue expressing yourself without fear.
“I’m rooting for your freedom. You could have remained silent, but you preferred to speak out and exercise your right to freedom of expression. May you leave prison with your head held high and with the same courage.”
Skriva undir og krev, at myndugleikarnir í Angola leyslata Neth beinanvegin og treytaleyst.
Um tú hevur spurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.
SKRIVA FYRI LÍVI Í UNDIRVÍSINGINI
Vit halda, at tað er eitt gott hugskot at brúka Skriva fyri lívi í undirvísingini (framhaldsdeild og miðnám).
10. desembur er altjóða mannarættindadagur, sum er eitt gott høvi at undirvísa í mannarættindum. Í hesum sambandi halda vit, at tað eisini er eitt gott hugskot at skriva brøv saman við næmingunum, tí so fáa næmingarnir amboð at gera ein ítøkiligan mun fyri at betra um mannarættindastøðuna úti í heimi. Málini, vit í ár skriva fyri, er eisini ein góður máti at ítøkiligera, hvørja ávirkan mannarættindabrot hava fyri einstakar persónar.
Persónarnir, vit í ár skriva fyri, hava til felags, at teirra rættur at mótmæla ikki hevur verið virdur. Hetta er eitt óhugnaligt rák, sum vit síggja um allan heim – eisini í londum tætt við hjá okkum.
Skriva fyri lívi kann brúkast í fleiri lærugreinum t.d. samfelagsfrøði, søgu, landafrøði og málsligu lærugreinunum.
NÓGV OG YMISKT TILFAR
Vit hava nógv ymiskt tilfar um Skriva fyri Lívi og hvussu tað kann brúkast í undirvísingini:
- kunning um Skriva fyri lívi (á føroyskum)
- hugskot til, hvussu Skriva fyri lívi og rætturin at mótmæla kann verða brúkt í undirvísingini (á føroyskum)
- vegleiðing til, hvussu Skriva fyri lívi kann brúkast í undirvísingini (á enskum)
- undirvísingartilfar frá altjóða deild (á enskum), og undirvísingartilfar á enskum til allar sakirnar (á enskum)
- undirvísingartilfar frá donsku deild (á donskum)
Og tilfar og kunning um mannarættindaevni, ið knýta seg at málunum, vit í ár skriva fyri:
- um mannarættini, Nám og Amnesty Føroyar (á føroyskum)
- heimsyvirýsingin (einføld útgáva á føroyskum)
- heimsyvirlýsingin við uppgávum (á føroyskum)
- kunning um rættin at mótmæla (á enskum)
- kunning um talufrælsi (á enskum)
- kunning um veðurlagsrættvísi (á enskum)
- kunning um rættindi hjá upprunafólkum
- undirvísingartilfar um talufrælsi (á dosnkum)
Amnesty Academy er ein talgildur skeiðsdepil við hópin av ókeypis skeiðum í mannarættindum, m.a. um:
- talufrælsi
- rættin at mótmæla
- veðurlagsrættvísi
Skriva eitt bræv í hond
Tað ber til at gera samhugabrøvini persónlig við at skriva brævið í hond og prýða brævið við tekningum.
Tit gera sjálvi av, um tit brúka postkort, vanlig pappír ella okkurt triðja. Vit hava gjørt skapilónir til kort, sum tit sjálvi kunnu printa út og klippa til.
Skriva eitt bræv á telefonini
Eisini ber til at skriva eina persónliga heilsan á telefonini. Á instagramsíðuni hjá Amnesty International Føroyum hava vit goymt skapilónir undir ‘highlights’. Tit kunnu brúka tær (ella gera tykkara egnu) og skriva eina heilsan og so sjálvandi pynta við emoji-um. Aftaná kunnu tit senda heilsanina til okkum á instagram, og vit senda heilsanina saman við øllum hinum heilsanunum úr Føroyum.
Undirvísingartilfar um støðuna hjá Neth er tøkt á enskum. Her er kunning um sakina og uppgávur til næmingarnar.
Um tú og tín flokkur kundu hugsað tykkum at fingið vitjan av umboði frá Amnesty Føroyum, koma vit ógvuliga fegin framvið. Sendið ein t-post til turid@amnesty.fo.
Í ÁR SKRIVA VIT EISINI FYRI
Kyung Seok Park vil ikki bíða longur eftir, at rættindini hjá teimum, sum bera brek, verða fult viðurkend í Suðurkorea. Hóast harðskap og ágang heldur hann á at stríðast fyri, at fólk, sum bera brek, sleppa at liva frítt og til fulnar í Suðurkorea. Statt saman við honum.
Joel gjørdist blindur í øðrum eyganum av gummikúlum undir einum friðarligum mótmælistiltaki. Eingin er drigin til svars. Skriva undir átakið legg tína rødd aftur at røddini hjá Joel, so at tey, sum hava ábyrgdina, kunnu verða drigin til svars.
Politiski aktivisturin Maryia Kalesnikava bjóðaði tí kúgandi hvítarussisku stjórnini av. Tann 7. septembur 2022 fluttu myndugleikarnir hana burtur og hildu henni aftur. Seinni varð hon dømd 11 ára fongsul við haldleysum ákærum. Familjan hevur einki frætt frá henni í meira enn eitt ár. Skriva undir átakið og hjálp okkum at fáa hana heim aftur.