© Mohd Firdaus/NurPhoto via Getty Images
ÁRLIGA FRÁGREIÐINGIN UM DEYÐAREVSING:
METNÓGVAR AVRÆTTINGAR AFTUR Í ÁR
Í dag gevur Amnesty International út árligu frágreiðingina um deyðarevsing ‘Death sentences and executions in 2024‘. Í frágreiðingini er at lesa, at í 2024 vórðu í minsta lagi 1518 fólk avrættaði, sum er tað hægsta talið av avrættingum síðan 2015. Av teimum, sum vit vita um, vórðu 9 út av 10 av avrættingunum framdar í Iran, Saudiarabia og Irak.
“Deyðadómur er ein andstyggilig gerð og hoyrur ikki heima í dag. Tað er tíðiligt, at lond, sum varðveita deyðarevsing, eru ein avbyrgdur minniluti. Tann sannroynd, at tað bara eru 15 lond, sum framdu avrættingar í 2024, gevur boð um, at vit fara frá hesi ræðuligu, ómenniskjasligu og mannminkandi revsingini” sigur Agnés Callamard, altjóða aðalskrivari í Amnesty International.
Í 2024 vóru metfá lond, har avrættingar vórðu framdar, men enn eru tað 15 lond, sum døma fólk til deyða. Til samanberginar vóru 16 lond, sum ikki framdu deyðarevsingar í 1977, tá ið Amnesty byrjaði stríðið móti deyðareving.
Roknast kann við, at Kina er landið í heiminum við flest avrættingunum, men av tí at tað ikki er møguligt at fáa innlit í tølini, er Kina ikki við í okkara frágreiðing. Heldur ikki ber til at vátta tølini úr Vietnam, Norðurkorea og Sýria.
Deyðarevsing sum amboð
Í fleiri londum verður deyðarevsing brúkt sum eitt vápn ímóti fólkinum t.d. fyri at leypa ótta á fólk ella at halda uppá, at tað er fyri trygdina í landinum.
“Tey, sum tora at seta seg ímóti myndugleikunum, hava fingið óndastu revsingarnar, serliga í Iran og Saudiarabia, har deyðarevsing verður brúkt fyri at teppa tey, ið eru djørv at alment tala at” sigur Agnés Callamard.
Iran liggur ovast á listanum við 972 avrættingum, og vóru sostatt 119 fleiri avrættingar í 2024 enn árið fyri. Í kjalarvørrinum av Kvinna-Lív-Frælsi rørsluni verða alsamt fleiri fólk dømd til deyða, og verður deyðarevsing nýtt sum eitt amboð at kúga og leypa ótta á fólk.
Amnesty deildir kring allan heim hava savnað undirskriftir fyri fleiri fólkum í Iran, sum hava fingið deyðadóm. Í februar í ár varð Sharifeh Mohammadi dømd til deyða fyri aðru ferð. Fyri at berjast fyri kvinnurættindum varð hon ákærd fyri at hava framt vápnaðan uppreistur móti statinum. Í løtuni er Pakhshan Azizi í vanda fyri at verða avrættað, tí hon hjálpti kvinnum og børnum, sum vórðu flýdd undan ISIS. Og í fjør skrivaðu vit fyri Toomaj Salehi, sum varð handtikin og dømdur til deyða í 2024 fyri at hava funnist at iranska stýrinum. Í juni fingu vit gleðiligu tíðindini um, at deyðadómur hansara var ógildaður og í novembur varð Toomaj leyslatin.
LES FRÁGREIÐINGINA HER:
USA einasta land í vesturheiminum
USA er einasta land í vesturheiminum, ið dømur fólk til deyða. Í 2024 vórðu 25 fólk avrættaði, sum er hægsta talið síðan 2015, tá 28 vórðu avrættaði. Avrættingarnar fóru fram Í 9 statum – í 4 statum fleiri enn árið fyri. Fyri fyrstu ferð í fleiri ár vórðu fólk avrættaði í statum Georgia, Indiana, Utah og South Carolina.
Í fjør skrivaðu vit fyri Rocky Myers úr Alabama, sum í 1991 varð handtikin og ákærdur fyri at hava dripið eina kvinnu. Hóast nógvir feilir vórðu gjørdir í allari rættargongdini, varð Rocky dømdur til deyða. Eftir at hava sitið í fongsli í trý ára tíggju, varð Rocky fyrr í ár leyslatin.
Stríðið er ikki til fánýtis
Í Amnesty eru vit ímóti deyðarevsing sama, hvør er ákærdur, hvør brotsgerðin er, um persónurin er sekur ella hvør avrættingarháttur verður nýttur. Síðan 1977 hava vit arbeitt fyri at støðga hesum ræðuliga og vanæruliga mannarættindabroti. Stríðið ímóti deyðarevsing er ikki til fánýtis, tí í 1977 vóru 16 lond, sum ikki framdu deyðarevisng, og í 2025 eru 15 lond, sum enn loyva hesi revsing.
“Tað riggar, tá ið menniskju stríðast ímóti deyðarevsing. Umframt ein minniluta av leiðarum, sum framvegis brúka deyðarevsing sum eitt vápn, eru tekin um, at tað gongur framá. Tað er bara ein spurningur um tíð, til heimurin sleppur undan hesum skugganum” sigur Agnés Callamard.
Í 2024 samtykti Simbabvi eina lóg, sum forbjóðar deyðarevsing fyri “ordinary crimes”, og lógarbroytingar í Malaisia hava ført við sær, at 1000 færri fólk nú eru í vanda fyri deyðadómi.
Flestu fólk, sum verða dømd til deyða, hava ikki havt eina rættvísa rættargongd, og í fleiri londum verða prógv brúkt, sum verða noydd fram við píning. Í fleiri londum eru fólk, ið hoyra til etniskar ella átrúnaðarligar minnilutabólkar í størri vanda enn onnur fyri at verða dømd til deyða.
Okkara mál er at støðga øllum avrættingum, enda deyðarevsing og tryggja rættvísar rættarskipanir, sum byggja á altjóða mannarættindareglur.