ALMENNUR FUNDUR OG KVØLDSETA 

Amnesty Føroyar skipar fyri almennum fundi og kvøldsetu um samtykki og neyðtøku, har vit m.a. “Hvussu møta føroyskir myndugleikar offrum fyri neyðtøku?”  Birgit Helena Dahl Hansen er ein av teimum, sum hevur melda eina neyðtøku. Eins og nógv onnur líknandi mál kom málið ikki fyri rættin. Birgit fer at greiða frá, hvussu tað var fyri…

SLEPPIÐ SAUDIARABISKU NASSIMU AL-SADA LEYSARI

SLEPPIÐ SAUDIARABISKU NASSIMU AL-SADA LEYSARI

SAUDIARABISKA MANNARÆTTINDASTRÍÐSKVINNAN NASSIMA AL-SADA HEVUR SÍÐAN JUNI 2018 VERIÐ FONGSLAÐ ORSAKAÐ AV SÍNUM STRÍÐI FYRI KVINNURÆTTINDUM. SKRIVA UNDIR, SO AT HON KANN VERÐA LEYSLATIN. Nassima al-Sada situr framvegis í fongsli fyri sítt friðarliga virksemi til at bøta um rættindini hjá kvinnum í Saudiarabia. Hon hevur eitt nú virkað fyri rættinum hjá kvinnum at koyra bil…

SOMU ANDLIT – NÝGGJ HØLI

SOMU ANDLIT – NÝGGJ HØLI

Á aðalfundi 18. apríl 2019 stillaðu sjey av átta nevndarlimum uppaftur og vórðu afturvald, og nevndin hevur nú skipað seg. NEVNDIN SKIPAÐI SEG Á NEVNDARFUNDI TANN 8. MAI SOLEIÐIS: Eyðgerð Mørkøre Kruse, forkvinna, Turið Maria Jóhansdóttir, næstforkvinna, Barbara Jacobsen, kassameistari, Bergur A. Dalsgarð og Gunnvá Gaard. Tiltakslimir eru: Beinta Flóvinsdóttir, Annika Malunardóttir og Tóki Strøm.…

STEINGIÐ LOYNILEGURNAR Í KINA

STEINGIÐ LOYNILEGURNAR Í KINA

Í LØTUNI SITA UPP ÍMÓTI EINARI MILLIÓN FÓLK Í FANGALEGUM Í KINA. Í LEGUNUM ROYNA MYNDUGLEIKARNIR AT ALA TEY UPP AV NÝGGJUM. UMSTØÐURNAR ERU ÓMENNISKJANSLIGAR, GREIÐIR EIN FYRRVERANDI FANGI FRÁ. SKRIVA UNDIR, SO AT VIT KUNNU LEGGJA TRÝST Á KINESISKAR MYNDUGLEIKAR OG FÁA LEGURNAR STONGDAR.   Í Xinjiang-landslutinum í útnyrðingspartinum av Kina sita úti við…

KANNING ÍMILLUM UNG UM ÁBYRGD AV NEYÐTØKU

KANNING ÍMILLUM UNG UM ÁBYRGD AV NEYÐTØKU Í samband við mína starvslæru í Amnesty, havi eg gjørt eina vegleiðandi kanning, ið vísir at hugburðurin um neyðtøku er broyttur seinastu árini. Seinastu dagarnar havi eg arbeitt við einari kanning viðvíkjandi neyðtøku. Spurt varð talgilt á alnótini. Eg spurdi nakrir 9. flokkar um kyn og síðani ein…

IRANSK STRÍÐSKVINNA FYRI KVINNURÆTTINDUM 33 ÁRA FONGSUL OG 148 KOYRILSSLØG

IRANSK STRÍÐSKVINNA FYRI KVINNURÆTTINDUM 33 ÁRA FONGSUL OG 148 KOYRILSSLØG

NASRIN SOTOUDEH HEVUR SITIÐ Í FONGSLI SÍÐAN JUNI 2018 FYRI MILLUM ANNAÐ AT MÓTMÆLA IRANSKA KRAVINUM UM TURRIKLÆÐI. AMNESTY HELDUR DÓMIN VERA PÚRA BURTURVIÐ OG KREVUR, AT NASRIN VERÐUR LEYSLATIN BEINANVEGIN.   Tann navnframi mannarættindasakførarin og kvinnurættindastríðskvinnan Nasrin Soudeh er dømd 33 ára fongsul og 148 koyrilssløg. Amnesty heldur dómin vera ógvuliga órættvísan og púra…

“GEV OKKUM VIRÐING OG RÆTTVÍSI!”

“GEV OKKUM VIRÐING OG RÆTTVÍSI!”

Í vikuni almannakunngjørdi Amnesty International frágreiðing um støðuna í Danmark í samband við neyðtøku. Í frágreiðingini verður staðfest, at Danmark tørvar nýggja neyðtøkulóggávu, sum verjir ofrini nógv betur enn í dag. Harafturat vísir Amnesty á, at tað er stórur tørvur á upplýsing og útbúgving um kyn og kynsleiklutir fyri at mana burtur fordómar í skipanini.…