GÓÐ TÍÐINDI – DR. MUDAWI LEYSLATIN

GÓÐ TÍÐINDI – DR. MUDAWI LEYSLATIN

TANN SUDANSKI MANNARÆTTINDAAKTIVISTURIN DR. MUDAWI IBRAHIM ADAM ER LOKSINS LEYSLATIN. EFTIR ÁTTA MÁNAÐIR Í FONGSLI ER HANN NÚ AFTUR SAMAN VIÐ FAMILJUNI. Eftir átta mánaðir í fongsli er mannarættindaaktivisturin dr. Mudawi Ibrahim Adram nú leyslatin, og allar ákærur ímóti honum eru sleptar. Alment varð dr. Mudawi ákærdur fyri m.a. at hava njósnast, men Amnesty hevur…

KANN ENDA Í FONGSLI FYRI AT HJÁLPA KVINNUM

KANN ENDA Í FONGSLI FYRI AT HJÁLPA KVINNUM

AZZA SOLIMAN KANN FÁA 15 ÁRA FONGSULSREVSING FYRI AT HJÁLPA EGYPTISKUM KVINNUM, SUM HAVA VERIÐ FYRI HARÐSKAPI OG NEYÐTØKU. BANKAKONTAN ER LÆST, OG HON SLEPPUR IKKI ÚR LANDINUM, BARA TÍ HON BERJIST FYRI KVINNURÆTTINDUM. Sakførarin Azza Soliman setur hvønn dag egna trygd og frælsi í váða fyri at verja rættindini hjá egyptiskum kvinnum. Saman við…

30 ÁRA FONGSUL FYRI FOSTURLÁT 23. AUGUST 2017 TAÐ FULLKOMNA FOSTURTØKUFORBOÐIÐ Í EL SALVADOR FÆR AFTUR VANLUKKULIGAR AVLEIÐINGAR FYRI EINA UNGU KVINNU. EVELYN BEATRIZ HERNÁNDEZ CRUZ GJØRDIST VIÐ BARN, TÁ IÐ HON VARÐ NEYÐTIKIN. UNDIR FØÐINGINI NAKRAR MÁNAÐIR SEINNI DOYÐI FOSTRIÐ, OG 19 ÁRA GAMLA EVELYN VARÐ DØMD 30 ÁRA FONGSUL FYRI MORÐ. Sambært felagsskapum á staðnum varð Evelyn neyðtikin, men tordi ikki at melda tilburðin av ótta fyri hevnd. Tá ið hon nakrar mánaðir seinni fall í óvit heima hjá sær sjálvari, var hon ikki varug við, at hon var við barn. Hon varð innløgd, men misti fostrið. Sjúkrahúsið meldaði hana síðan til myndugleikarnar. Evelyn varð dømd 30 ára fongsul. Sambært miðlum á staðnum, legði dómarin serliga dent á, at hon ikki leitaði sær læknahjálp í viðgongutíðini. Um hon situr allan dómin, verður hon 49 ára gomul, tá ið hon verður leysatin. Revsingin hevur tí ómetaligar avleiðingar fyri hennara møguleikar at gerast mamma undir vanligum umstøðum. Tíverri er sakin hjá Evelyn einki eindømi. El Salvador telist millum tey fáu londini í heiminum, sum framvegis hava fullkomið fosturtøkuforboð. Tað ber í sær, at bæði kvinnan sjálv og heilsustarvsfólk kunnu verða revsað, eisini tá ið talan er um óviljað fosturlát. Hetta skapar eitt umhvørvi, sum er ógvuliga merkt av illgruna, og tað kostar lív, at kvinnurnar ikki hætta sær til lækna við sínum trupulleikum í viðgongutíðini. Kvinnur, sum missa fostrið, eru í vanda fyri at fáa upp í 40 ára fongsulsrevsing. Lógin rakar serliga fátækar kvinnur. LJÓS Í EYGSJÓN Amnesty hevur fyrr fingið kvinnur, sum hava verið í somu ólukkuligu støðu sum Evelyn, leyslatnar. María Teresa Rivera, sum var dømd 40 ára fongsul eftir eitt óviljað fosturlát, varð í apríl 2016 leyslatin eftir altjóða trýst. Í oktobur 2016 legði tann politiski flokkurin Farabundo Martí National Liberation Front lógaruppskot fyri lóggávutingið í El Salvador, sum ger fosturtøku lógliga, um kvinnan er í vanda, um hon gjørdist við barn undir neyðtøku, ella um fostrið ikki kann yvirliva uttan fyri lívmóðurina. Lóggávutingið er ikki farið undir at viðgerða lógaruppskotið enn, so løtan er lagalig at leggja trýst á myndugleikarnar. Sakin hjá Evelyn er eitt prógv afturat um tann stóra tørvin á eini lógarbroyting. Herfyri samtykti Kili umsíðir at broyta sína fosturtøkulóggávu. Kili hevði sama fullkomna fosturtøkuforboð sum El Salvador, og vit vóna, at hetta kann vaksa enn meira um trýstið á myndugleikarnar í El Salvador. Amnesty International heldur, at fosturtøka ongantíð eigur at vera revsiverd, hvørki fyri kvinnuna ella heilsustarvsfólk.

30 ÁRA FONGSUL FYRI FOSTURLÁT

TAÐ FULLKOMNA FOSTURTØKUFORBOÐIÐ Í EL SALVADOR FÆR AFTUR VANLUKKULIGAR AVLEIÐINGAR FYRI EINA UNGU KVINNU. EVELYN BEATRIZ HERNÁNDEZ CRUZ GJØRDIST VIÐ BARN, TÁ IÐ HON VARÐ NEYÐTIKIN. UNDIR FØÐINGINI NAKRAR MÁNAÐIR SEINNI DOYÐI FOSTRIÐ, OG 19 ÁRA GAMLA EVELYN VARÐ DØMD 30 ÁRA FONGSUL FYRI MORÐ. Sambært felagsskapum á staðnum varð Evelyn neyðtikin, men tordi ikki…

Í VANDA FYRI DEYÐAREVSING FYRI AT HJÁLPA KRÍGSRAKTUM FAMILJUM

Í VANDA FYRI DEYÐAREVSING FYRI AT HJÁLPA KRÍGSRAKTUM FAMILJUM

DR. MUDAWI, SUM TELIST MILLUM KENDASTU MANNARÆTTINDAAKTIVISTAR Í SUDAN, ER Í VANDA FYRI DEYÐAREVSING FYRI SÍTT ARBEIÐI Í M.A. DARFUR. VITNIR SIGA, AT HANN ER VORÐIN PÍNDUR Í FONGSLINUM. Dr. Mudawi Ibrahim Adam hevur fingið fleiri altjóða virðislønir fyri sítt mannarættindaarbeiði í Sudan. Hann stovnaði Sudan Social Development Organization (SUDO), sum arbeiðir við hjálparverkætlanum millum…

SLEPPIÐ FORMANNINUM FYRI AMNESTY Í TURKALANDI LEYSUM

SLEPPIÐ FORMANNINUM FYRI AMNESTY Í TURKALANDI LEYSUM

OKKARA TURKISKI FORMAÐUR, TANER KILIÇ, HEVUR Í FLEIRI ÁR STRÍÐST FYRI RÆTTINUM HJÁ ØÐRUM TIL FRÆLSI. NÚ ER HANSARA EGNI RÆTTUR TIL FRÆLSI TIKIN FRÁ HONUM. TEIR TURKISKU MYNDUGLEIKARNIR HAVA – PÚRA ÓGRUNDAÐ – VARÐHALDSFONGSLAÐ HANN FYRI AT VERA LIM Í FETHULLAH GÜLEN-RØRSLUNI. Vinirnir lýsa hann sum ein eldhugaðan mannarættindastríðsmann, sum stendur fast við sínar…

TANN PALESTINSKI GANDHI FYRI SKOTUM

TANN PALESTINSKI GANDHI FYRI SKOTUM

ISSA AMRO ER KENDUR FYRI AT PRÆDIKA AKTIVISMU UTTAN HARÐSKAP. MEN Í EINI ROYND AT KØVA HANSARA ATFINNINGARSOMU RØDD ÁKÆRIR ÍSRAELSKI HERURIN HANN NÚ VIÐ 18 HØPISLEYSUM OG ÍSPUNNUM ÁKÆRUPUNKTUM. TIL DØMIS SNÝR EIN AV ÁKÆRUNUM SEG UM EIN TILBURÐ, SUM FÓR FRAM, MEÐAN ISSA SAT VARÐHALDSFONGSLAÐUR. STUÐLA TÍ FRIÐARLIGA MANNARÆTTINDAARBEIÐINUM HJÁ ISSA. Issa Amro…

NÝGGJ LÓG GER LÍVIÐ TRYGGARI FYRI ALBINOFÓLK

NÝGGJ LÓG GER LÍVIÐ TRYGGARI FYRI ALBINOFÓLK

MALAWI: TÚSUNDATALS ALBINOFÓLK HAVA ÁÐUR LIVAÐ Í ÓTTA FYRI AT VERÐA BURTURFLUTT ELLA DRIPIN. TAÐ ER PÁTRÚGV Í MALAWI, AT KROPSLUTIR FRÁ ALBINOFÓLKUM GERA TEG RÍKAN. EIN NÝGGJ LÓG OG EIN RØÐ AV ÁBØTUM SKULU NÚ TRYGGJA, AT HEKSAJAGSTRANIN HELDUR UPPAT. ÁBØTURNAR ERU FRAMDAR EFTIR TRÝSTI FRÁ AMNESTY INTERNATIONAL – M.A. GJØGNUM LÍVLINJUNA. Við einum…

BJARGA LÍVINUM Á PEYMAN

BJARGA LÍVINUM Á PEYMAN

Hann var bara 15, tá ið hann varð handtikin. Hann varð fongslaður, píndur og avbyrgdur í meira enn tríggjar mánaðir og síðan dømdur til deyða eftir ein týðiliga órættvísan rættargang. Peyman Barandah, sum nú er 22, verður eftir ætlan avrættaður tann 10. mai í ár. Peyman er dømdur fyri at dripið ein annan tannáring í…

STUÐLA TALUFRÆLSI Í TURKALANDI

STUÐLA TALUFRÆLSI Í TURKALANDI

Turkaland hevur nú heimsmetið í at seta journalistar í geglið. Triðingurin av øllum fongslaðum journalistum, miðlafólkum og blaðstjórum í heiminum situr nú í turkiskum fongslum. Alment eru tey ákærd fyri yvirgang o.a.t., óalment fyri at hava givið andstøðuni eina rødd. Talufrælsið er undir stórum trýsti og tann frælsi journalistikkurin í­ stórum vanda. Trýstið á talufrælsið…

DEYÐADØMDIR EFTIR GROVA PÍNING

DEYÐADØMDIR EFTIR GROVA PÍNING

Mohamed Ramadhan Issa Ali Hussain og Hussain Ali Moosa Hussain Mohamed bíða bara eftir at verða avrættaðir. Eftir sjey ára steðg hevur Barhrain nú tikið táttin at avrætta deyðadømd upp aftur. Teir deyðadømdu menninir bíða bara eftir, at Hamad kongur góðkennir deyðadómarnar. Teimum tørvar hjálp í stundini. Mohamed Ramadhan og Hussain Ali Moosa eru í…