BRETSK MAMMA FONGSLAÐ EFTIR ÓRÆTTVÍSAN RÆTTARGANG

BRETSK MAMMA FONGSLAÐ EFTIR ÓRÆTTVÍSAN RÆTTARGANG

Í apríl 2016 eru Nazanin og tvey ára gamla dóttirin Gabriella og ferðast í Iran. Tær vitja foreldrini hjá Nazanin. Á veg heim aftur til Stórabretlands verða tær afturhildnar á flogvøllinum, og síðan hevur einki verið, sum tað var. Eftir órættvísan rættargang situr Nazanin í tí illa gitna Evin-fongslinum. Lítla Gabriella býr hjá ommuni og…

VANLIGIR BORGARAR PÍNDIR OG HÓPAVRÆTTAÐIR

VANLIGIR BORGARAR PÍNDIR OG HÓPAVRÆTTAÐIR

Tað sýriska Saydnaya-fongslið er eitt satt sláturhús, vísir ein nýggj frágreiðing. Okkara vitnir siga frá hópavrættingum av vanligum borgarum, grovari píning, hungri og kynsligum harðskapi. Heimssamfelagið kann ikki sita hendur í favn: Trygdarráðið hjá ST má gera nakað við støðuna beinanvegin. Frágreiðingin byggir á samrøður við 84 vitnir. Fyrrverandi fangar, rýmdir fangavørðir, dómarar og onnur…

TÍGGJU ÁRA FONGSUL FYRI AT SENDA SKEMT VÍÐARI

TÍGGJU ÁRA FONGSUL FYRI AT SENDA SKEMT VÍÐARI

Tað byrjaði sum skemt, men endaði við tíggju ára fongsli. Fomusoh Ivo Feh sendi einum vinmanni eini speisk sms-boð um Boko Haram, og síðan fór tann høpisleysa sakin fullkomiliga av sporinum. Ivo og vinmenninir vórðu handtiknir, settir fyri ein hernaðardómstól og dømdir fyri virksemi, sum hevur samband við yvirgang. Teir skulu nú í fongsul í…

TRYGGAR LEIÐIR TIL BORGARAR Í ALEPPO

TRYGGAR LEIÐIR TIL BORGARAR Í ALEPPO

Hvørt sekund telur, og í Aleppo verða fólk júst nú bumbað og myrd á gøtuni. Túsundtals ósek fólk er í vanda fyri at verða tikin til fanga, pínd ella avrættað, og tey hava átrokandi tørv á tryggum leiðum út úr býnum. Støðan í Aleppo er meira sárbær enn nakrantíð. Beint nú leggja fólk úr Aleppo…

AVDÚKING: BARNAARBEIÐI AFTAN FYRI VØRUR SUM SJOKOLÁTU OG SJAMPO

AVDÚKING: BARNAARBEIÐI AFTAN FYRI VØRUR SUM SJOKOLÁTU OG SJAMPO

Barnaarbeiði, tvingsilsarbeiði, lívshættisligar arbeiðsumstøður og mismunur ímóti kvinnum. Frágreiðingin hjá Amnesty um pálmaídnaðin vísir, at vørur hjá nøkrum av heimsins størstu vørumerkjum, eitt nú Unilever, Nestlé, Procter & Gamble, Colgate-Palmolive og Kellog’s, verða virkaðar undir út av lagi vánaligum umstøðum. Pálmáolja verður brúkt í gerandisvørum sum sjampoi og sjokulátu. Pálmaolja er neyvan eitt tilfar, sum…

FONGSLAÐUR FYRI AT TAKA MYNDIR

FONGSLAÐUR FYRI AT TAKA MYNDIR

”Tað var sum í einum Hollywood-filmi”, greiðir Shawkan frá. Tað var bara tað, at kúlurnar vóru veruligar. Táragassið var veruligt. Stríðsvognarnir, sum rullaðu fram ímóti mótmælisfólkunum um alt Egyptaland, vóru veruligir. Og tey túsund fólkini, sum vórðu dripin, vóru alt ov verulig. Mahmoud Abu Zeid, betur kendur sum Shawkan, gjørdi bara sítt arbeiði. Hann er myndajournalistur…

SLEPP QIN CHAO LEYSARI

SLEPP QIN CHAO LEYSARI

Saman við øðrum sokallaðum borgarajournalistum hevði Qin Chao ætlanir um at skriva um G20-toppfundin í Hangzhou í septembur í ár. Men longu tann 30. august varð Qin afturhildin av politinum. Tann almenna frágreiðingin var, at hon ”eggjaði til klandur og voldi trupulleikar”. Hon situr enn í fongsli uttan rætt til sakførara og í vanda fyri…