DANMARK: GERIÐ MEIRA FYRI FONGSLAÐAN RÍKISBORGARA

Danski ríkisborgarin og mannarættindastríðsmaðurin Abdulhadi al-Khawaja hevur sitið 11 ár í fongsli fyri at hava verið við í friðarligum mótmælum fyri fólkaræði. ST metir ikki Danmark at hava gjørt nóg mikið fyri at fáa hann leyslatnan. Krev, at danska stjórnin alment krevur, at Barain sleppir honum leysum beinanvegin.  Danski ríkisborgarin og mannarættindastríðsmaðurin Abdulhadi al-Khawaja átti ein…

Steðgið harðskapinum ímóti mótmælisfólki í Iran

Morðið á 22 ára gomlu Jinu Mahsu Amini, sum iranska siðalagsløgreglan bardi av, tí at hon ikki gekk rætt í hijabini, hevur elvt til mótmælir um alt Iran. Nú møtir løgreglan mótmælisfólkunum við deyðiligum harðskapi. Krev, at altjóðasamfelagið letur við seg koma! Tann 13. septembur 2022 handtók iranska siðalagsløgreglan kurdisku Jinu Mahsu Amini í Teheran.…

Tiltak um føroysku abortlógina

Føroyska abortlógin og avleiðingar av henni Sunnudagin 4. septembur skipaði Amnesty Føroyar fyri tiltaki um abort. Tiltakið var partur av skránni hjá Faroe Islands Minority Film Festival, sum í ár viðgjørdi evnið ‘Javnrættindi’. Fitt av fólki høvdu leitað sær niðan í Norðurlandahúsið hendan seinnapart at lurta eftir Turið Debes Hentze, Turið Hermansdóttir, Dianu Reynstind, Hallberu…

SAUDIARABIA: 34 ÁRA FONGSUL FYRI AT BRÚKA TWITTER

Salma al-Shehab er mamma at tveimum børnum og helt feriu í heimlandinum, Saudiarabia, tá ið hon brádliga varð handtikin fyri – á Twitter – at hava fylgt aktivistum og endurtweetað um kvinnurættindi. Nú er hon dømd 34 ára fongsul. Skriva undir og krev, at Saudiarabia sleppir henni leysari beinanvegin. 34 ára gamla Salma al-Shehab er…

“Góðu hjálpið okkum – SKJÓTT!”

Ein 13 ára gomul genta og mamma hennara kunnu hvørja løtu verða sendar úr Saudiarabia aftur til Kina, haðani tær eru flýddar. Tær eru í vanda fyri at verða avbyrgdar og píndar í eini sonevndari ”enduruppalingarlegu”, av tí at tær hoyra til muslimska Uighur-minnilutan. Heimsendingin skal steðgast nú! Tann 31. mars vórðu Buheliqiemu Abula og…

Spyr bara – sex krevur Samtykki

Í ár, í 2022, varð stig tikið til at broyta neyðtøkuásetingina í revsilógini til at verða samtykkisgrundaða og harumframt herða revsingina fyri neyðtøku. Sjeynda árið á rað fer Samtykkisamstarvið at skipa fyri summarátaki. Endamálið við #Samtykki átøkunum hevur øll árini verið at minna á og at varpa ljós á júst tann veruleika, at uttan samtykki…

Danmark: Steðgið mismuni hjá løgregluni

Ein frágreiðing hjá Institut for Menneskerettigheder vísir, at danska løgreglan oftari skuldsetur og handtekur ósek fólk úr etniskum minnilutum enn ósekar etniskar danir. Skriva undir og krev, at danski løgmálaráðharrin tekur stig til at áseta eitt forboð fyri mismuni í donsku politilógini. Ósek fólk av minnilutaetniskum uppruna verða nógv oftari skuldsett og handtikin í Danmark…

Aðalfundur 2022

Aðalfundur hjá Amnesty Føroyum verður í Smæruni hóskvøldið 28. apríl kl. 18.00 – 19.30. Skrá sambært lógum felagsins (tær kunnu lesast her) Øll eru hjartaliga vælkomin. Mál á skrá? Ynskir tú at fáa mál á skrá, skal hetta fráboðast í telduposti til nevndia í seinasta lagi 25.apríl (chair@amnesty.fo). Øll kunnu seta spurningar til nevndina á…