Steðgið álopunum á sivil í Ukraina

Russisku álopini á barnagarðar og skúlar og nýtslan av ólógligum vápnum sum tyssisbumbum hava myrt og sært hópin av fólki í Ukraina, teirra millum børn. Latið okkum vísa Putin, at heimurin stendur saman ímóti álopunum. Skriva undir átakið beinanvegin. Klokkan fimm hósmorgunin 24. februar vaknaðu ukrainarar til tíðindini um, at Russland hevði gjørt innrás í…

14 ára gamla Karen doyði eftir neyðtøku

14 ára gamla Karen varð sum skilst neyðtikin í skúlanum. Hon doyði seinni av avleiddari sjúku. Eingin er nakrantíð drigin til svars fyri morðið. Krev rættvísi fyri Karen og tey avvarðandi.   Tann 22. juni 2021 andaðist Karen-Happuch Aondodoo Akpagher í heiminum í Nigeria av avleiddari sjúku eftir eina neyðtøku. Neyðtøkan fór sum skilst fram…

Um kropp, kenslur og mørk í VIKU SEX

Nú aftur er farið at lýsna uttandura, stendur eisini VIKA SEX fyri durðum. Og aftur í ár verður skipað fyri seksualundirvísing á føroysku miðnámsskúlunum og Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík. Triðja árið á rað eru tað undirvísarar úr felagsskapinum Kyn, sum standa fyri undirvísingini, har ung undirvísa ungum. Ein slóðbrótandi nýggjur partur av undirvísingini er ein føroyskt…

TAKIÐ APARTHEID BURTUR – IKKI PALESTINSK HEIM

Undirskriftainnsavnanin er liðug. Undirskriftirnar vórðu sendar Benjamin Netanyahu 21. mars 2023. Palestinar í milliónatali liva undir ísraelsku apartheidskipanini og eru fyri mismuni og undir ísraelskum ræði og eftirliti. Ísrael ger seg dagliga inn á palestinsk rættindir, millum annað við at sýta palestinum eitt heim. Skriva undir átakið og krev, at Ísrael gevst at reka palestinar…

Nýggj frágreiðing: Ísraelski staturin fremur apartheid móti palestinum

”Okkara frágreiðing avdúkar sanna vavið av ísraelska apartheitstýrinum. Uttan mun til um palestinar búgva í Gazageiranum, Eysturjerusalem, Hebron ella í Ísrael, verða palestinar viðfarin, sum vóru tey minni verd og verða teirra rættindini miðvíst tikin frá teimum. Í okkara løgfrøðiligu greining funnu vit út av, at politikkurin hjá Ísrael mótvegis palestinum, sum fevnir um at…

Mamma fongslað og dømd 80 koyrilsbrestir

Narges er mamma at tveimum børnum. Hon er dømd hálvt triðja ára fongsul og 80 koyrilsbrestir, tí at hon klagaði um píning. Hetta hendi, meðan hon var fongslað, hóast hon onga brotsgerð hevði framt. Skriva undir og krev, at iranskir myndugleikar sleppa henni leysari beinanvegin. Tann 16. novembur 2021 vóru mannarættindastríðskvinnan Narges Mohammadi og maðurin…

Baksíðan á OL-heiðursmerkinum

Meðan heimurin bíðar spentur eftir OL í Beijing, stúrir ein dóttir fyri, at tann fongslaði pápin ikki fer at koma undan við lívinum. Hann er ein teirra, sum Kina ikki vil hava teg at vita nakað um.   Lat ikki tann fagra OL-búnan fjala út yvir valdsgerðirnar hjá Kina.   Í februar 2022 fara heimsins…

33 mannarættindasigrar at fegnast um í ár

Aftur í ár hevur Amnesty International havt úr at gera við at fremja bøtandi broytingar kring heimin. Lóggáva er umskrivað, virðislønir eru vunnar, samvitskufangar eru leyslatnir og stuðlar hava aftur í ár stuðlað átøkum at tryggja, at fólk sleppa at liva uttan píning, ágang og órættvísa fongsling. Her verður trivið í nakrar týdningarmiklar mannarættindasigrar at…