Ísrael/hersettu palestinsku økini: prógv um ólóglig álop á Rafah

13. februar 2024   Ísrael/hersettu palestinsku økini: prógv um ólóglig álop á Rafah   Nýggj kanning hjá Amnesty International vísur, at ólóglig álop á Rafah hava týnt heilar familjur. Í minsta lagi 95 sivilir palestinar, av teimum 42 børn, vórðu dripin í fýra ísraelskum álopum á Rafah, sum Amnesty International hevur eftirkannað. Í álopunum varð ikki…

Eitt ljós er slóknað

EITT LJÓS ER SLÓKNAÐ   7. januar andaðist Roland R. Thomsen, 85 ára gamal. 27. juni 1965 varð í útvarpinum bjóðað til kunnandi fund um altjóða felagsskapin, Amnesty International, sum fá ár framanundan var settur á stovn. Tað var Roland R. Thomsen, ið fyrr á árinum var fluttur til Føroya her hann hevði konu og tvær…

Vápnahvíld nú – drekar í samhuga

VÁPNAHVÍLD NÚ – DREKAR Í SAMHUGA Sunnudagin verða tað 100 dagar síðan ræðuliga álopið hjá Hamas á Ísrael. Somuleiðis verða tað 100 dagar í morgin, at Ísrael hevur svarað aftur við áhaldandi bumbuálopum. Ísraelska aftursvarið hevur nú kravt fleiri enn 10.000 barnalív og nógv fleiri eru løstaði. Børn í hópatali eru vorðin foreldraleys, heimleys og…

Amnesty gleðist: lógaruppskot um dagførda abortlóggávu

Lógaruppskot um dagførda abortlóggávu   Mánaddagin, 08.01, varð lóggaruppskot um dagførda abortlóggávu sent til ummælis. Amnesty International Føroyar gleðist um, at landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni K. Petersen, hevur tikið stig til at endurskoða abortlógina.  Tað er eitt stórt og neyðugt stig fyri kvinnurættindi í Føroyum, at vit fáa eina abortlóg, sum virðir kropsliga sjálvavgerðarrættin. Vit…

COP 28: Avtalan verjir ikki mannarættindi

COP 28: Avtalan verjir ikki mannarættindi   Fyri fyrstu ferð er semja á ST-veðurlagsráðstevnuni um, at neyðugt er, at vit flyta okkum frá lívrunnum brennievnum. Hóast tað ikki verður nevnt í avtaluni, at lond skulu gevast við lívrunnum brennievnum, er avtalan ein viðurkenning av, at livrunnin brennievni eru orsøk til veðurlagskreppuna og árinini á veðurlag…

Nýggj frágreiðing: Rættindini til abort er ikki ein spurningur um sjónarmið

Nýggj frágreiðing: Abortrættindini eru ikki ein spurningur um persónlig sjónarmið   “Rættindini til abort er ikki ein spurningur um sjónarmið. Tað er ein spurningur um altjóða reglur og altjóða løgfrøðinormar. Tað eru eini rættindi, sum verða stuðlaði av fleiri mannarættindum” sigur Agnés Callamard, altjóða aðalskrivari í Amnesty International. At verja og útinna abortrættindi verður alsamt torførari…

2048-ættarliðið: Tíð at seta seg uppímóti og umbroyta

2048-ættarliðið: Tíð at seta seg uppímóti og umbroyta   Í 2023 hevur ST-heimsyvirlýsingin um mannarættindi 75 ár á baki. Sprottin úr øskuni eftir seinna heimskríggj, í skugganum av tí versta, sum mannaættin hevur staðið fyri, helt heimsyvirlýsingin lytftið um ein heimsfevndan sáttmála fyri rættvísi og viðurkenning av ‘jøvnum og ómissandi rættindum’ til øll.  Summi ivast…

Ísrael/hersettu palestinsku økini: USA skal ikki forða fyri, at vápnahvíld verður kravd

07.12.2023 Ísrael/hersettu palestinsku økini: USA skal ikki forða fyri, at vápnahvíld verður kravd   USA og hini limalondini í Trygdarráði Sameindu Tjóða skulu stuðla eini samtykt, sum í stundini krevur vápnahvíld millum allar partar í hersetta Gazageiranum og Ísrael. Tað sigur Amnesty International nú dagin eftir, at aðalskrivarin í ST, Antonio Guterres, heitir staðiliga  Trygdarráðið…

Skriva fyri lívi 2023

 SKRIVA EITT BRÆV – BROYT EITT LÍV  SKRIVA FYRI LÍVI 2023 Nú fara vit aftur at ‘skriva fyri lívi’. Hvørt ár í desembur mánaði skriva fleiri milliónir menniskju kring allan heimin brøv –   brøv, sum bjarga lívum og birta vón . Amnesty International byrjaði sum rørsla, tá ið fólk kring heimin skrivaðu til portugisisku stjórnina um at…