Ísrael/hersettu palestinsku økini: Ísrael má fáa enda á hersetingini av Palestina

©MOHAMMED ABED/AFP via Getty Images 19. februar 2024 Ísrael/hersettu palestinsku økini: Ísrael má fáa enda á hersetingini av Palestina fyri at gevast við at styðja upp undir apartheid og skipað mannarættindabrot. Ísrael má enda ta harðrendu hersetingina av Gasa og Vestara áarbakka, eisini Eysturjerusalem, sum landið hevur hildið uppi síðan 1967, sigur Amnesty International, nú…

Altjóða rættvísi, fólkadráp og krígsbrotsverk – hvat merkir tað?

ALTJÓÐA RÆTTVÍSI Altjóða rættvísi merkir at tryggja, at sek verða drigin til svars fyri nakrar av teimum álvarsligastu brotsgerðunum: fólkamorð, brotsverk ímóti mannaættini, krígsbrotsverk, píning og tvingsilshvørving. Orsakirnar til, at rættvísi verður sýtt teimum, sum eru fyri hesum brotsgerðunum, kunnu vera nógvar. Eitt nú vantandi politiskur vilji til at skipa fyri tí neyðuga kanningararbeiðinum og…

Ísrael/hersettu palestinsku økini: prógv um ólóglig álop á Rafah

13. februar 2024   Ísrael/hersettu palestinsku økini: prógv um ólóglig álop á Rafah   Nýggj kanning hjá Amnesty International vísur, at ólóglig álop á Rafah hava týnt heilar familjur. Í minsta lagi 95 sivilir palestinar, av teimum 42 børn, vórðu dripin í fýra ísraelskum álopum á Rafah, sum Amnesty International hevur eftirkannað. Í álopunum varð ikki…

Ísrael og hersettu palestinsku økini: avtala um at leyslata gíslar og fangar skal slóða fyri fleiri leyslatingum og varandi vápnahvíld

Ísrael og hersettu palestinsku økini: avtala um at leyslata gíslar og fangar skal slóða fyri fleiri leyslatingum og varandi vápnahvíld   Ísrael og Hamas hava gjørt avtalu um at 50 gíslar – flestu ísraelskar kvinnur og børn – verða leyslatnir í býti við 150 palestinskar fangar – fleiri av teimum børn – og ein humaniteran støðg…

Krev vápnahvíld millum allar partar, so at líðingin hjá tí vanliga fólkinum heldur uppat

AT STRÍÐIÐ MILLUM ÍSRAEL OG HAMAS OG AÐRAR VÁPNAÐAR BÓLKAR ER HARÐNAÐ SUM ONGANTÍÐ ÁÐUR, HEVUR HAVT VANLUKKULIGAR AVLEIÐINGAR FYRI TAÐ VANLIGA FÓLKIÐ. TALIÐ Á SÆRDUM HEVUR EINKI FORDØMI. ÓTELJANDI LÍV ERU SORAÐ, SUNDURSKRÆDD OG REND UM KOLL. HVØNN  DAG FARA LÍV FYRI SKEYTIÐ, OG TANN MENNISKJALIGA VANLUKKAN Í GAZAGEIRANUM VERSNAR. SKRIVA UNDIR ÁHEITANINA UM…

Ísrael og hersettu palestinsku økini: økta stríðið

ØKTA STRÍÐIÐ Í ÍSRAEL OG HERSETTU PALESTINSKU ØKJUNUM Økta stríðið í Ísrael og hersettu palestinsku økjunum er ein álvarsom hóttan móti vanliga fólkinum í Gazageiranum og Ísrael. Amnesty International heitir á allar partar í stríðnum um at virða altjóða humanitera lóg, sum áleggur øllum pørtum í vápnaðum stríði at verja sivila fólkið.  Stríðið hesuferð kyknaði,…

Ísrael og hersettu palestinsku økini: fáið í lag vápnahvíld

26.10.2023 Ísrael og hersettu palestinsku økini: Amnesty International heitir á at fáa í lag vápnahvíld   Amnesty International heitir á at fáa í lag eina vápnahvíld millum allar bólkar í Gazageiranum og Ísrael fyri at forða fyri, at fleiri ósek lata lív, fyri at tryggja lívsneyðuga hjálp inn í Gazageira og so umstøðurnar gerast betri…

Ísrael og hersettu palestinsku økini: greið prógv um krígsbrotsverk

20. oktobur 2023 Greið prógv um krígsbrotsverk   Meðan ísraelsk hernaðarlið økja um vanlukkuligu álopini á Gazageiran, hevur Amnesty International skjalprógvað ólóglig álop. Álopini, har tað ikki verður skilt millum sivil og hernaðarlig mál, og sum hava viðført dráp av sivilum í túsundatali, skulu kannast sum krígsbrotsverk.  Amnesty International hevur tosað við eygnavitni og við…

Ísrael og hersettu palestinsku økini: ísraelsk hernaðarlið hava brúkt skotvápn við hvítum fosfori

13.10.2023 ÍSRAELSK HERNAÐARLIÐ HAVA BRÚKT SKOTVÁPN VIÐ HVÍTUM FOSFORI Crisis Evidence Lab hevur váttað, at ísraelsk hernaðarlið hava brúkt skotvápn við hvítum fosfori. Í løtuni kanna vit álop, har varhugi er fyri, at skotvápn við hvítum fosfori hava verið brúkt t.d. í einum álopi við eitt hotell á strondini í Gaza býi.  Hvítt fosfor er…

Ísrael og hersettu palestinsku økini: Ísrael skal seta úr gildi ólógliga og ómenniskjaliga stongsilin av Gazageiranum

12.10.2023 ÍSRAEL SKAL SETA ÚR GILDI ÓLÓGLIGA OG ÓMENNISKJALIGA STONGSILIN AV GAZAGEIRANUM Tá einasta orkuverkið í Gazageiranum ikki hevur meira brennievni, verður støðan í Gazageiranum nógv verri, enn hon longu er. Við áhaldandi rakettálopunum úr Ísrael, er talan longu um eina humanitera kreppu fyri teir 2,2 milliónir palestinararnar, sum eru fangaðir í Gazageiranum. “Ísraelsku myndugleikarnir…