Ársaðalfundur 2020

Til allar Amnesty-limir Nú tilráðingarnar frá myndugleikunum eru broyttar, soleiðis at fleiri fólk kunnu savnast, hevur nevndin valt at seta aðalfundin á skrá aftur. Vit taka hædd fyri tilmælunum, og hava so mikið gott pláss í hølunum, at vit ikki meta tørvur er á tilmelding til fundin. Øll eru vælkomin. Upprunaliga var aðalfundurin settur at…

Móttøkan til fólk, sum hava upplivað neyðtøku, má setast á skrá nú

4 felagsskapir hava sent áheitanarskriv til Landsstýrismannin í heilsumálum og til Landssjúkrahúsleiðsluna. Les skrivið HER. Í gjár hava niðanfyristandandi felagsskapir sent áheitanarskriv til Landsstýrismannin í heilsumálum og sjúkrahúsleiðsluna um at seta gongd á arbeiðið við eini móttøku fyri fólk, sum hava upplivað neyðtøku ella annan kynsligan harðskap. Hetta skriv er sent í sambandi við, at…

COVID-19, undantaksstøður og frælsisrættindi

Um undantaksstøður og mannarættindi og um tvungið sóttarhald Grundleggjandi frælsisrættindini hava verið skerd seinastu mánaðirnar, og kanningar vísa allar, at sárbærastu bólkarnir í samfelagnum verða harðast rakt. Eitt rættarsamfelag í eini undantaksstøðu sum hesari, við uppliva í løtuni, kann góðtaka avmarkingar í persónliga frælsinum hjá borgarunum. Tað er tó avgerðandi, at tiltøkini, sum verða sett…

Áhugafelagsskapirnir skulu takast í arbeiðið frameftir

7. mai 2020 Felags áheitanarskriv til landsstýrisfólk og løgtingslimir: 11. mars varð boðað frá, at føroyska samfelagið skuldi setast niður í ferð orsakað av koronafarsóttini. Bert ein minniluti av føroyingum eru higartil smittað, enn færri eru vorðin álvarsliga sjúk, og tað fegnast vit um. Vit kunnu vera errin av skjótu og effektivu handfaringini av koronafarsóttini,…

Harðskapurin økist, tá gerandisdagurin steðgar upp

 Meining frá Kvinnuhúsinum og Amnesty International Føroyar: Ein kreppa rakar allar liðir í samfelagnum. Men fyri serliga sárbærar bólkar merkir korona-kreppan, at truplar umstøður gerast enn truplari. Sum COVID-19 hevur flutt seg frá landi til land, hevur tað víst seg, at ein óhugnaligur fylgisveinur fylgir við. Tølini fyri harðskap í nærsambondum hava víst seg at…

SAMTYKKI – LÓG ELLA HUGBURÐUR?

FEMIFAGNAÐUR 2020 | Kunnandi tiltak um seksuell rættindi, og hvat seksuellur harðskapur fevnur um? Vit seta spurningin, hvussu vit skapa eina sunna samtykkimentan? – er tað við lóg ella hugburði? Á skránni verða upplegg frá KYN og Kvinnuhúsinum og síðani fer umboð frá Amnesty Danmark at greiða frá arbeiðnum við eini nýggjari samtykkilóggávu í Danmark.…

Femifagnaður 2020

Barsil og brunsj, feminisma og filmur! Ein heil vika av fjølbroyttum, feministiskum tiltøkum, sum millum annað fevna um áhugaverda vitjan úr Íslandi, eina ljóðtøkniverkstovu og eina fagnaðarmáltíð í Mettustovu. Komið og hátíðarhaldið kvinnudagin í felag! 8. mars er bæði ein stríðsdagur og ein fagnaðardagur. So leingi vit vilja stríðast og fagnast, so hátíðarhalda vit 8.…

G.G. ÚTSETT: Almenn ráðstevna: “EITT FONGSUL Í FONGSLINUM”

SKRÁ*: Orðstýrari: Óluva Zachariassen Ábit og stuttir steðgir Høvuðstalari, upplegg og orðaskifti verða á skrá: Peter scharff smith, Oslo Universitet: “Eitt fongsul í fongslinum – avbyrging frá 1800 talinum og fram til í dag” Peter Scharff Smith er serfrøðingur innan fongsulsviðurskifti. Seinastu nógvu árini hevur hann granskað í fongsulsviðurskiftum og mannarættindum. Hann hevur m.a. granskað…