Ert tú okkara nýggi starvsfelagi?

Starvsfólk til Amnesty International Føroyar Amnesty International Føroyar søkir eftir starvsfólki at arbeiða 30 tímar um vikuna. Arbeiðið er í fyrstu atløgu tíðaravmarkað til eitt ár, men okkara vón er, at tað kann gerast eitt fast starv. Amnesty International er ein altjóða mannarættindafelagsskapur við 70 skrivstovum kring heimin. Vit arbeiða fyri einum heimi, har øll menniskju hava tey grundleggjandi rættindi, sum eru ásett í ST-yvirlýsingini um mannarættindi og í altjóða mannarættindasáttmálum.   Ert tú okkara nýggi starvsfelagi? Á skrivstovuni…

áheitan: atkvøðið fyri lógaruppskotinum

Áheitan til løgtingslimir: ATKVØÐIÐ FYRI LÓGARUPPSKOTINUM UM DAGFØRDA ABORTLÓG 2. viðgerð av lógaruppskotinum um dagførda abortlóg verður í morgin, týsdagin, og tá fáa okkara fólkavaldu aftur møguleika at taka eitt risafet fyri kvinnurættindi í Føroyum. Í Amnesty Føroyum heita vit á løgtingslimir um at samtykkja uppskotið, tí tað er alneyðugt, at lóggávan á økinum verður…

Sai Zaw Thaike

SAI ZAW THAIKE FONGSLAÐUR OG AVBYRGDUR FYRI AT BERA TÍÐINDI Sai Zaw Thaike er journalistur, og eftir at ein meldurhvirla rakti Myanmar í 2023, fylgdi hann einum neyðhjálpartoymi. Sai Zaw varð handtikin eftir eina viku, hann varð avhoyrdur og avbardur, og í septembur 2023 dømdi ein hernaðardómstólur hann 20 ára fongsul við hørðum arbeiði. Journalistikkur er…

Unecebo Mboteini

UNECEBO MBOTENI LAT LÍV HAR HANN ÁTTI AT VERIÐ TRYGGUR Í 2024 datt Unecebo niður í eitt vesihol í forskúlanum í Eastern Cape-landslutinum í Suðurafrika. Hann doyði dagin eftir. Søgan hjá Unecebo endurspeglar djúpan ójavna í útbúgvingarskipanini. Tíverri veldst atgongdin hjá børnum í Suðurafrika at skúlagongd framvegis um føðingarstað, ríkidømi og húðarlit.  Unecebo Mboteni var…

Frágreiðing um abortrættindi í Evropa

NÝGGJ FRÁGREIÐING: ABORTRÆTTINDI Í EVROPA UNDIR TRÝSTI STJÓRNIRNAR Í EVROPA MUGU TRYGGJA JAVNBJÓÐIS ATGONGD TIL ABORT, ER ÁHEITANIN FRÁ AMNESTY INTERNATIONAL, NÚ FRÁFREIÐINGIN TÁ RÆTTINDI IKKI ERU FYRI ØLL: STRÍÐIÐ UM ATGONGD TIL ABORT Í EVROPA ER KOMIN ÚT. Í FRÁGREIÐINGINI VERÐUR STAÐFEST, AT HÓAST FRAMSTIG ERU Á ØKINUM, SO ERU ENN NÓGVAR VANDAMIKLAR FORÐINGAR TIL…

Skál fyri frælsi! Soleiðis byrjaði tað.

Røða hildin til hátíðarhald 4. oktober 2025 í sambandi við at Amnesty Føroyar bleiv 60 ár.   Skál fyri frælsi! Soleiðis byrjaði tað.  Hjartaliga tillukku við teimum 60 árunum. Tað besta var sjálvandi, um Amnesty felagsskapurin ikki longur var fyri neyðini, men so er ikki. Tað næstbesta er, at vit hava ein sterkan altjóða felagsskap,…