© Dominika Zarzycka/NurPhoto via Getty Images
COP29: FÁIÐ Í LAG ØKTA VEÐURLAGSFÍGGING OG VARANDI ORKU
Í gjár, 11. novembur, byrjaði COP29 í Aserbadjan. Í hesum sambandi heitir Amnesty International á heimsins leiðarar um at fylgja krøvunum um veðurlagsrættvísi við at seta mannarættindi í miðdepilin í øllum samráðingum og avgerðum. Harumframt heita vit á, at londini binda seg til at økja um veðurlagsfíggingina, og seta ferð á skiftið til rættvísa og varandi orku.
-Veðurlagskreppan er ein hin størsta hóttanin móti heimsins borgarum. Árliga útlátsfrágreiðingin hjá umhvørvisstovninum undir ST, UNEP, vísti, at uttan stórvegis broytingar ganga vit ímóti eini vanlukkuligari øking á 2,6 – 3,1°C hesa øldina. Um vit ikki taka djørv, avgjørd og felags stig í dag, verður heimurin óliviligur í morgin. Frá turkum og eldum til flóðaldur og ódnir eru hesar oyðileggjandi ónatúrligu vanlukkurnar vorðnar alsamt vanligari í lívinum hjá fólki kring allan heim. Vanlukkurnar vaksa í vavi og títtleika, krevja nógv mannalív, oyðileggja lívsgrundarlagið hjá fólki og elva til hungursneyð og tvingsilsflytingar. Tað er ikki ov seint at forða fyri einum fullkomnum veðurlagsskrædli, men vit kunnu ikki lata ein minutt afturat fara til spillis, segði Agnès Callamard, aðalskrivari í Amnesty International. Hon leggur afturat:
-Lond skulu byggja víðari á avgerðirnar, sum vórðu tiknar á COP28 og binda seg til eitt fullkomið, skjótt og rættvíst skifti frá lívrunnum brennievnum. Tað krevur eina avtalu um at økja veðurlagsfíggingina munandi, sum skal hjálpa at fíggja orkuskiftið í londum við lægri inntøkum – í minsta lagi eina milliard dollarar um árið. Tað er ørkymlandi, at tað ikki tykist at vera ein framgongd móti hesum máli. Ein milliard dollarar kann tykjast nógv, men mannarættindi og búskaparligi kostnaðurin av at varðveita status quo er ómetaliga stórur. Lagnan hjá mannaættini er treytaður av hesum.
–londini við størstu inntøkum og við størstu ábyrgd av veðurlagskreppuni, mugu samráðast í góðari trúgv fyri at røkka einum framsøknum og nøktandi máli umframt halda sínar skyldur. Tey skulu eisini økja munandi um fíggingina til skaðarnar, sum longu er hendir og sum skjótt fer at versna, umframt til ‘loss and damage’ grunnin, sum skal hjálpa teimum, sum eru ringast rakt av globalu upphitingini, segði Agnès Callamard.
Aserbadjan er vertur fyri COP29
Aserbadjan er vertur fyri 29. veðurlagsáðstevnuni í døgunum 11. til 22. November, har fleiri enn 190 partar umrøða nógv ymisk mál og evni m.a. eitt nýtt mál fyri veðurlagsfígging, mál fyri at enda útlátið ev vakstrarhúsgassum og átøk til frama fyri at fækka um veðurlagsskaðarnar.
Amnesty International hevur umboð á COP29 frá 9. til 24. november, sum fara at varpa ljós á tørvin at seta mannarættindi í miðdepilin av avgerðum umframt á tey áhaldandi álopini hjá aserbadjansku stjórnini á sivilsamfelagið.
-nú mannarættindi ikki verða nóg væl vard í ‘Host country agreement policy’, mugu luttakandi londini eisini taka stig til at verja talufrælsið og (friðarlig) mótmæli hjá øllum luttakarum á COP29. Eisini mugu tey avmarka skaðiligu ávirkanina hjá lobbyistum, ið tala fyri at varðveita dálkandi orku, og sum eru væl umboðaðir á COP. Aserbadjan hevur eina ræðandi avriksskrá, tá tað snýr seg um vanvirðing av talufrælsi og øðrvísihugsandi. Tað er tí av alstórum týdningi, at hesi rættindi verða vard í almenna ST-rúminum. Bæði UNFCCC-skrivstovan og luttøkupartarnir skulu gera nógv meira enn tað, teir gjørdu í Sameindu Emiríkinum og Egyptalandi fyri at tryggja trygdina og rættindini hjá øllum, segði Agnès Callamard.
Tilmæli til partarnar í UNFCCC og í Parísavtaluni
Í oktober 2024 gav Amnesty International pørtunum í UNFCCC og í Parísavtaluni nøkur tilmæli. Í tráð við veðurlagsrættindarørsluna um allan heimin, varpar Amnesty ljós á bráðfeingistørvin á øktari veðurlagsfígging til tey lond og samfeløg, sum hava tørv á hesum.
Amnesty International heitir á luttakarar á COP29 og skrivstovuna hjá UNFCCC um at seta hesi tilmæli í verk:
- mannarættindi skulu setast í miðdepilin í øllum avgerðum um veðurlagstiltøk fyri at tryggja eitt skjótt og rættvíst orkuskifti. Rætturin til lív, heilsu, mat, vatn, reinføri, bústað, virðiligt arbeiði og eitt reint, sunt og burðardygt umhvørvi uttan mismun skulu verjast. Hesi viðurskifti eru alneyðug fyri veðurlagsrættvísi.
- Veðurlagsfíggingingin skal økjast munandi og serliga til tillagingar, missir og skaðar. Hetta skal latast sum stuðul – og ikki sum lán – og tey, sum standa fyri størsta útlátinum, skulu veita mest í stuðli.
- Londini skulu binda seg til eitt fullkomið, skjótt, rættvíst og fíggjað skifti frá lívrunnum brennievnum á øllum økjum, og uttan at binda seg til váðafulla og óprógvaða tøkni ella aðrar skipanir, sum ikki føra til veruliga minking.
- Menna sonevnda ‘Nationally Determined Contributions’, sum skal tryggja, at londini halda upphitingini undir 1,5°C. Londini við størsta útláti, onnur G20-lond við stórum útláti og framleiðarar av lívrunnum brennievnum við høgum inntøkum skulu gera skjótast og munabest av.
- Verja talufrælsið og rættin at fylkjast og savnast hjá øllum luttakarum á COP29 í Aserbadjan, har hesi rættindi annars eru ógvuliga skerd. Harumframt at samtykkja ein sterkan politikk um ‘Conflict of Interest’ fyri at avmarka ávirkanina hjá teimum, ið arbeiða fyri at varðveita nýtslunana av lívrunnum brennievnum og harvið arbeiða ímóti endamálunum við COP veðurlagsráðstevnuni.
TÍ ER VEÐURLAGSKREPPAN EIN SPURNINGUR UM MANNARÆTTINDI