Altjóða dagur fyri trygga abort 2024:
“EG VERÐI ILL AT HUGSA AFTUR Á TAД
“Eg fái eina kenslu av ‘what the fuck’!? Hví skuldi eg standa so einsamøll í støðuni? Alt skuldi vera so hemmiligt .. Eg verði ill at hugsa aftur á tað. Hví skal man gera hetta ímóti ungum kvinnum? Tað kundi verið gjørt undir tryggum umstøðum, har eg kundi verið við í støðuni”
– KATRIN
Í dag er altjóða dagur fyri trygga abort. Amnesty International Føroyar, Frítt Val og Kvinnufelagið í Havn seta í ár sjóneykuna á abortútlegd. Ein avleiðing av strongu abortlógini er nevniliga, at kvinnur verða noyddar at fara uttanlands at taka abortina, teimum tørva. Tað nevna vit abortútlegd.
Katrin* er ein av kvinnunum, sum varð noydd at fara av landinum at taka abortina, henni tørvaði. Søgan hjá Katrini er eitt dømi um avleiðing av strongu abortlóggávuni í Føroyum.
Katrin varð noydd av landinum
Katrin var miðskeiðis í 20’unum, tá ið hon óætlað gjørdist upp á vegin. Katrin búði í Føroyum, sjeikurin í øðrum landi og nakrar mánaðir seinni skuldi Katrin flyta av landinum í lestrarørindum. Katrin og sjeikurin mettu ikki, at umstøðurnar vóru til at fáa eitt barn.
Tá Katrin og sjeikurin gjørdu av, at Katrin skuldi taka abort, visti hon, at tað kundi gerast trupult at fáa loyvi til tað – hon ivaðist í, um hon leyk nakað av krøvunum í lógini. Men Katrin fór til læknan við eini vón um, at tað fór at eydnast henni.
Hennara egni lækni var burturstaddur, og ein danskur vikarur tók ímóti henni. Katrin greiddi frá støðuni, og hóast vikarurin fegin vildi ganga hennara ynski á møti, kendi vikarurin seg noyddan at ráðføra seg við starvsfelagarnar um lógina, og hvørt Katrin leyk okkurt av krøvunum í lógini. Nakrar dagar seinni ringdi vikarurin við boðum um, at umbønin um abort varð Katrini noktað. Hóast Katrin royndi alt hon var ment at grundgeva fyri, hví hon skuldi hava eina abort, var einki at gera.
Katrin var skuffað og óttafull um støðuna. Hon visti, at hon ikki kundi bjóða einum barni tað, sum krevst. Katrin fór tí í gongd við at leita eftir øðrum møguleikum. Hon leitaði á netinum, og datt á síðuna abortlinien.dk, og trúði, at hon kundi fáa ráðgeving har. Men frá teimum fekk hon at vita, at hon skuldi ganga viðgongutíðina út, og síðani kundi hon geva barnið til fosturs. Tað kom ikki upp á tal.
Ein loynilig skipan
Katrin tosaði síðani við vinkonurnar um støðuna, og fann ugga hjá einari, sum áður hevði tikið abort. Ein onnur vinkona hevði hoyrt um eitt slag av netverki, ið fyrr hevði hjálpt kvinnum úr Føroyum at fáa abort í Danmark.
Hetta skuldi vísa seg at vera loysnin. Tí vinkonan fekk fatur á einari kvinnu frá netverkinum, sum vildi hjálpa Katrini. Óttafull ringdi Katrin til kvinnuna. “Eg var so bangin um, hvørjum eg møtti í hinum endanum” greiðir Katrin frá, tí hon skuldi avdúka, hvør hon var og sínu sárbæru støðu fyri einum fremandum persóni. Men um Katrin vildi hava abortina, kundi hon ikki gera annað enn at líta á fremmandu kvinnuna. Kvinnan segði Katrini, at av tí Katrin hevði eitt danskt CPR-nummar, kundi hon skipa fyri, at Katrin fekk tíð á einum donskum sjúkrahúsi.
Nakrar dagar seinni sat Katrin í flogfarðinum á veg til Danmarkar.
“Tú bløðir og hevur ringa pínu?”
“Tú bløðir?” spurdi læknin, tá ið Katrin dagin eftir var til viðtalu og kanning á einum sjúkrahúsi. Katrin játtaði. “Og tú hevur ringa pínu?” Katrin játtaði aftur. Hóast Katrin hvørki bløddi ella hevði pínu. Eftir kanningina staðfesti læknin, at einki lív var.
Katrin hevði einans fingið boð um, hvar og nær hon skuldi møta, og heldur ikki tosaðu Katrin og læknin um støðuna. Hóast Katrin í roynd og veru ikki visti, hvat læknin visti, var Katrin sannførd um, at læknin visti akkurát, hvat gekk fyri seg og hvat hann skuldi siga og spyrja um.
Katrin minnist eisini, at tað fyri sær var púra greitt, hvat hon skuldi svara læknanum, hóast Katrin ikki var ráðførd um tað. Katrin sigur, at tað var sum um, at tær báðar vistu, at tær gjørdu okkurt ólógligt. Øll støðan kendist ógvuliga løgin, men Katrin kendi eisini ein lætta júst ta løtuna, tí brádliga var hon ikki einsamøll í støðuni – tær vóru tvær um tað.
Av tí at Katrin var komin longri enn 9 vikur, kundi hon ikki fáa eina medisinska abort. Hon skuldi tí til útskraving dagin eftir.
Støðan var ótrygg
“Øll støðan var so absurd” sigur Katrin. Eftir óveruligu løtuna á sjúkrahúsinum, har hon hevði tikið størstu avgerðina í lívinum, sat hon seinni á kvøldinum til nátturða við vinfólki á Oyrasundskollegienum. Tað var sum um at vera í tveimum ymiskum heimum.
Eftir at Katrin var vaknað úr narkosuni, skuldi hon til samrøðu um at missa eitt barn. Í skipanini var tað skrásett, at Katrin hevði mist. Katrin græt, tí hon kendi seg so trýsta og sjúkrasystrarnar royndu at ugga hana. Hon vildi siga teimum sannleikan, men hon kundi ikki. Hetta var eitt loyndarmál, tí bæði hon og læknin høvdu gjørt og sagt ósatt. Hvat hevði hent við læknanum, um hon segði nakað? Og um hon segði nakað, oyðilegði hon so møguleikan hjá øðrum at koma ígjøgnum somu loyniligu skipan?
Katrin var í Danmark í eina lítla viku, og síðani gekk leiðin heim aftur til Føroya. Katrin minnist, at hon allatíð gekk við eini kenslu av, at hon skuldi ansa eftir, hvat hon segði, og at hon hevði gjørt okkurt ólógligt, sum skuldi haldast loyniligt. Katrin kendi seg ótrygga og einsamalla.
Tordi ikki aftur til læknan
Eftir at Katrin var komin aftur til Føroya, fekk hon pínu í undirlívið. Hon tordi tó ikki at fara til læknan, tí hon óttaðist, hvussu tey fóru at taka ímóti henni. Har vistu tey jú, at hon hevði verið upp á vegin, og hon óttaðist, at tey kundu rokna út, at hon hevði verið í Danmark og tikið abort. Pínan hvarv ikki, men gjørdist alsamt verri, og til síðst megnaði Katrin ikki at bíta pínuna í seg longur, og varð noydd at fara til læknan.
“Tá ið kvinnur fara til Danmarkar at taka abort, taka tey onkuntíð bara tað eina fostrið” minnist Katrin, at læknaskrivarin segði við seg, uttan at Katrin hevði sagt skrivaranum, at hon hevði tikið abort. Bíðitíðin at sleppa framat hjá læknanum tyktist ógvuliga long.
Katrin tordi heldur ikki at tosa við læknan um, at hon hevði verið í Danmark og tikið abort, men Katrin ivast ikki í, at hon visti tað, tí hon fekk eitt gott og langt klemm.
Tað vísti seg, at Katrin hevði bruna í eina eggjaleiðaranum.
“Hví skal man gera hetta ímóti ungum kvinnum?”
Katrin sigur seg ikki hava hugsað so nógv um hendingina fyrr enn seinastu árini.
“Eg fái eina kenslu av ‘what the fuck’!? Hví skuldi eg standa so einsamøll í støðuni? Alt skuldi vera so hemmiligt .. Eg verði ill at hugsa aftur á tað. Hví skal man gera hetta ímóti ungum kvinnum? Tað kundi verið gjørt undir tryggum umstøðum, har eg kundi verið við í støðuni” sigur Katrin ørg.
Tá ið hon hugsar aftur á hendingina, er tað serliga tað, hon skuldi ígjøgnum ígjøgnum fyri at fáa abortina, og sum fyllir í minninum: ótryggleikin, einsemið, at hon varð noydd at lúgva og halda alt loyniligt. Katrin sigur, at hon hevur hugsað nógv um tær, sum skuldu ígjøgnum tað sama, men sum kanska ikki vóru eins sterkar og hon.
“Tað var eitt stutt tíðarbil, ið hevur havt nógv at siga í mínum lívi”, sigur Katrin. “Eitt trauma, ið eg endiliga tori at seta orð á”.
*Katrin er ikki rætta navnið á kvinnuni.
LES SKRIVIÐ:
Abortlógin viðførur abort í útlegd
LES UM ABORTRÆTTINDI:
Altjóða dagur fyri trygga abort 2024
LES GREININA:
Altjóða dagur fyri trygga abort 2024
LURTA EFTIR PODDVARPINUM:
“an unstoppable wave”