Ísrael/hersetta palestinska økið:
Eitt ár eftir 7. oktobur er tørvurin á vápnahvíld og leyslating av gíslum meiri átrokandi enn áður
Í dag, 7. oktobur 2024, er eitt ár síðan ræðuligu álopini hjá Hamas og øðrum vápnaðum palestinskum bólkum á Ísrael, tá um 1200 fólk vórðu dripin og 250 tikin sum gíslar. Eisini er eitt ár síðan, at áhaldandi og oyðileggjandi álopið hjá Ísrael byrjaði, sum nú hevur dripið fleiri enn 41.500 fólk og innanhýsis flutt 1.9 milliónir í hersetta Gasageiranum. Á ársdegnum sigur altjóða aðalskrivarin í Amnesty International, Agnès Callamard:
“7. oktobur markerar eitt ár av sorg fyri ísraelarnar, hvørs kæru vórðu dripin og tikin sum gíslar og fyri fólk í túsundatali, sum framvegis eru innanhýsis flutt eftir andstyggiliga álopið hjá Hamas og øðrum vápnaðum bólkum.”
“7. oktobur markerar eisini, at tað er eitt ár síðan byrjanina av ræðuliga áhaldandi álopinum hjá Ísrael á Gasageiran, sum hevur dripið fólk í tíggjutúsundatali, tvingislsflutt 90% av fólkinum og elvt til eina humanitera kreppu uttan fordømi, og setur palestinar í Gasageiranum í vanda fyri fólkamorði, sambært ICJ.”
“Brotsgerðirnar, framdar av Hamas og øðrum vápnaðum bólkum, sum ákærin hjá ICC kannar sum brotsverk móti mannaættini, eru ræðuligar og kunnu ikki rættvísgerast. Eitt ár eftir eru um 100 gíslar enn í Gasa. Meðan summi eru staðfest deyð, eru tey, ið enn eru á lívi, í vandi fyri at doyggja, píning ella øðrum ágangi. Óttin um trygdina hjá teimum er vaksin, síðan ísraelsk herlið í august funnu líkini av seks gíslum og ísraelsk rættarlæknafrøðilig kanning vísti, at tey vórðu skotin í høvdið, stutt áðrenn tey vórðu funnin. Sivilir gíslar skulu leyslast beinanvegin og fáast heim til familjur teirra.”
“Ímeðan eru heilar familjur í Gasa, sum eru dripnar og nógv, sum framvegis mugu grava restirnar av teirra kæru, eisini børn, undan leivdunum av teirra oyðiløgdu húsum. Í Gasa leita familjur í hundraðtal enn eftir kunning um teirra kæru, sum eru fongslaði í ísraelskum fongslum uttan ákæru ella rættargang, har nógv hava verið fyri píning.”
“Nú kríggið enn herjar uttan at ein endi hómast, er tørvurin á vápnahvíld, virðing fyri altjóða lóg og rætturin hjá ofrum til sannleika, rættvísi og skaðabót enn meiri átrokandi enn áður. Tað er ein skomm og eitt kollektivt svik av menniskjaættini at tað eftir eitt ár ikki er fingin vápnahvíld í lag, og at gíslarnir enn ikki eru leyslatnir. Slíkar níðingsgerðir áttu ongantíð at verið framdar fyri ikki at tala um at loyvast at halda fram.”
“Hesin ársdagurin er ein áminning um átrokandi tørvin at taka upp grundleggjandi orsøkirnar, støðga vápnaflutningi til allar partar og fáa enda á áralanga revsingarloysinum hjá ísraelska herinum, Hamas og øðrum bólkum, sum í áratíggju hava vanvirt altjóða lóg uttan at óttast avleiðingar.”
“Heimurin skal ongantíð gloyma ofrini og sorgina hjá avvarðandi familjunum. Amnesty International heitur á vápnahvíld alt fyri eitt og treytaleysa leyslating beinanvegin av gíslunum, sum eru hildnir av Hamas og øðrum bólkum, umframt øllum palestinum sum ólógliga eru handtiknir í Ísrael.“