
ELLINOR GOTTORM UTSI
BERJIST FYRI AT VERJA SÁMISKA MENTAN
Ellinor Guttorm Utsi er ein sámisk kvinna og ein eldhugaður leiðari, sum berjist fyri at varða um tann forna lívsháttin at goyma at reindýrum í nærsamfelagnum í Norðurnoregi. Sum talskvinna talar hon søkina hjá familjuni og ættini, sum í ættarlið hevur elt árstíðarbundnar ferðaslóðir um Arktis. Summarbeitið í Čorgaš, sum ættin ikki fær verið fyriuttan, er nú í stórum vanda fyri at fara fyri skeytið.
Reindýrahald er ógvuliga týðandi í sámisku matskipanini, sum tørvar ferðabeiti um landslagið í Arktis til at framleiða burðardyggar matvørur, klæðir og handverk. Ellinor gongur á odda at verja jarðar- og mentanarrættindini hjá sínum nærsamfelag og varpar ljós á tað áhaldandi stríðið hjá upprunafólkum, sum eru fangað millum veðurlagsbroytingar, jarðarrættindi og menning av varandi orku.
Í 2023 varð brádliga boðað frá, at hundraðtals vindmyllur skuldu setast upp í sámiskum øki, nógvar teirra beint á summarbeitinum hjá Ellinor. Hesar risastóru verkætlanirnar skuldu fevna um hundraðtals vindmyllur, vegir og elkaðlar, sum fóru at gera ovurhonds lendisinntriv, órógva ferðaleiðirnar hjá reindýrunum og oyða ein lívshátt í djúpum samljóði við náttúruna. Hóast hvøss mótmælir streingja norskir myndugleikar á fáa kravdar góðkenningar. Ellinor berjist ótroyttiliga fyri at tryggja, at sámar sleppa til orðanna, og at teirra rættindir verða vird. Men tíðin er farin at renna undan.
SOLEIÐIS KANST TÚ HJÁLPA ELLINOR
Tú kanst skriva Ellinor eitt samhugabræv, sum er eitt persónligt bræv til hennara og gevur henni styrki og stuðul. Ella tú kanst skriva undir undirskriftainnsavnanina og krevja, at norska stjórnin virðir rættindini hjá sámum í Norra, so tey kunnu varðveita sína mentan og vinnuvegir.
Um tú skrivar eitt samhugabræv, kanst tú lata Amnesty Føroyum tey, og so senda vit Ellinor øll brøvini úr Føroyum.
SKRIVA EITT SAMHUGABRÆV
SKRIVA EITT ÁHEITANARBRÆV
SKRIVA UNDIR
Samhugabrøv eru brøv vit senda til fólkini, vit skriva fyri. Brøvini geva ugga og styrki. Fleiri av teimum, sum vit hava skrivað fyri, hava sagt, at tað er ógvuliga gott at vita, at alheimssamfelagið veit um støðuna og roynir at hjálpa teimum. Tú kanst t.d. skriva eitt sindur um teg sjálv/n, at tú hevur hoyrt um teirra støðu, hvat tú hugsar um støðuna, sum tey eru í og okkurt, sum gevur teimum mót og vón.
DØMI UM SAMHUGABRÆV
Tú kanst skriva eitt samhugabræv til Ellinor. Tú kanst skriva á enskum ella á skandinaviskum máli. Her er eitt samhugabræv, sum tú kanst fáa íblástur frá:
“Kære Ellinor. Mit navn er Sára, og jeg bor på Færøerne. Jeg håber, at den norske regering vil respektere samers kultur og rettigheder, og stopper planerne om at bygge energianlæggene. Jeg støtter dig i kampen. Venlige hilsner Sára”
Áheitanarbrævið er ein áheitan um at virða rættindini hjá persóninum, vit skriva fyri. Vit heita á teir myndugleikar, sum hava møguleika at bøta um støðuna t.d. ein politiovasta, kong, forseta ella onkran annan. Tá fleiri túsund fólk skriva áheitanarbrøv leggja vit eitt stórt trýst á myndugleikarnar.
DØMI UM ÁHEITANARBRÆV
Dear Prime Minister
Ellinor Guttorm Utsi is a Sámi Indigenous leader working tirelessly to protect her community’s ancient reindeer-herding way of life in northern Norway. In 2023, several hundred wind turbines were suddenly proposed directly on their summer grazing lands in Čorgaš, threatening to damage grazing land, break migration routes and destroy their culture. Despite fierce opposition, the authorities are rushing approvals.
I urge you to protect the rights of the Sámi reindeer-herding communities by ensuring that industrial wind-power projects that threaten their lands and way of life do not proceed without the free, prior and informed consent of the affected Sámi people.
Yours sincerely
Krev, at rættindini hjá sámum verða vird og at orkuverkætlanir ikki fara fram uttan samtykki frá teimum sámunum, sum verða ávirkaðir.
Um tú hevur spurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.
ÓJØVN ÁVIRKAN: HVØR BER ÁBYRGDINA AV UMHVØRVISSKAÐANUM?
Ein tann sterkasta verjan hjá upprunafólki er rætturin til frítt og upplýst samtykki frammanundan (FPIC) sum ásettur í ST-yvirlýsingini um rættindini hjá upprunafólki (UNDRIP). FPIC merkir, at stjórnir og fyritøkur skulu kunna upprunafólk væl og virðiliga, vegleiða tey í góðari trúgv og biðja um teirra samtykki, áðrenn farið verður undir verkætlanir, sum ávirka teirra jørð ella tilfeingi. Talan er ikki um kurteisi, men eina rættarliga skyldu. Kortini verður FPIC mangan skúgvað til viks. Lendi verðurtikið, fólk verða burturtrokað, og halgistøð verða løgd í oyði.
Upprunafólk og onnur samfeløg, sum standa í fremstu røð, eru ofta millum tey fyrstu at verða rakt av turki, vatnflóð, dálking og burturtrokan. Hesi samfeløgini eru politiskt og fíggjarliga marginaliserað og hava ofta avmarkað vald at gera mótstøðu. Rætturin til kunning og luttøku verður ofta settur til viks. Samfeløgini verða rakt harðari enn onnur av útvinning av steinrunnum brennievni, námsvinnu (eisini mineral, sum krevjast til skiftið til varandi orku), skógarfelling og øðrum útvinningarídnaði, serliga tá ið fyritøkur bera seg fyrilitarleyst at, og stjórnir ikki verja samfeløgini.
SKRIVA FYRI LÍVI Í UNDIRVÍSINGINI
Vit halda, at tað er eitt gott hugskot at brúka Skriva fyri lívi í undirvísingini (framhaldsdeild og miðnám).
10. desembur er altjóða mannarættindadagur, sum er eitt gott høvi at undirvísa í mannarættindum. Í hesum sambandi halda vit, at tað eisini er eitt gott hugskot at skriva brøv saman við næmingunum, tí so fáa næmingarnir amboð at gera ein ítøkiligan mun fyri at betra um mannarættindastøðuna úti í heimi. Málini, vit í ár skriva fyri, er eisini ein góður máti at ítøkiligera, hvørja ávirkan mannarættindabrot hava fyri einstakar persónar.
Persónarnir, vit í ár skriva fyri, hava til felags, at teirra rættur at mótmæla ikki hevur verið virdur. Hetta er eitt óhugnaligt rák, sum vit síggja um allan heim – eisini í londum tætt við hjá okkum.
Skriva fyri lívi kann brúkast í fleiri lærugreinum t.d. samfelagsfrøði, søgu, landafrøði og málsligu lærugreinunum.
NÓGV OG YMISKT TILFAR
Vit hava nógv ymiskt tilfar um Skriva fyri Lívi og hvussu tað kann brúkast í undirvísingini:
- kunning um Skriva fyri lívi (á føroyskum)
- hugskot til, hvussu Skriva fyri lívi og rætturin at mótmæla kann verða brúkt í undirvísingini (á føroyskum)
- vegleiðing til, hvussu Skriva fyri lívi kann brúkast í undirvísingini (á enskum)
- undirvísingartilfar frá altjóða deild (á enskum), og undirvísingartilfar á enskum til allar sakirnar (á enskum)
- undirvísingartilfar frá donsku deild (á donskum)
Og tilfar og kunning um mannarættindaevni, ið knýta seg at málunum, vit í ár skriva fyri:
- um mannarættini, Nám og Amnesty Føroyar (á føroyskum)
- heimsyvirýsingin (einføld útgáva á føroyskum)
- heimsyvirlýsingin við uppgávum (á føroyskum)
- kunning um rættin at mótmæla (á enskum)
- kunning um talufrælsi (á enskum)
- kunning um veðurlagsrættvísi (á enskum)
- kunning um rættindi hjá upprunafólkum
- undirvísingartilfar um talufrælsi (á dosnkum)
Amnesty Academy er ein talgildur skeiðsdepil við hópin av ókeypis skeiðum í mannarættindum, m.a. um:
- talufrælsi
- rættin at mótmæla
- veðurlagsrættvísi
Skriva eitt bæv í hond
Tað ber til at gera samhugabrøvini persónlig við at skriva brævið í hond og prýða brævið við tekningum.
Tit gera sjálvi av, um tit brúka postkort, vanlig pappír ella okkurt triðja. Vit hava gjørt skapilónir til kort, sum tit sjálvi kunnu printa út og klippa til.
Skriva eitt bræv á telefonini
Eisini ber til at skriva eina persónliga heilsan á telefonini. Á instagramsíðuni hjá Amnesty International Føroyum hava vit goymt skapilónir undir ‘highlights’. Tit kunnu brúka tær (ella gera tykkara egnu) og skriva eina heilsan og so sjálvandi pynta við emoji-um. Aftaná kunnu tit senda heilsanina til okkum á instagram, og vit senda heilsanina saman við øllum hinum heilsanunum úr Føroyum.
Um tú og tín flokkur kundu hugsað tykkum at fingið vitjan av umboði frá Amnesty Føroyum, koma vit ógvuliga fegin framvið. Sendið ein t-post til turid@amnesty.fo.
Í ÁR SKRIVA VIT EISINI FYRI

Í 2024 datt Unecebo niður í eitt vesihol í forskúlanum í Eastern Cape-landslutinum í Suðurafrika. Hann doyði dagin eftir. Søgan hjá Unecebo endurspeglar djúpan ójavna í útbúgvingarskipanini. Tíverri veldst atgongdin hjá børnum í Suðurafrika at skúlagongd framvegis um føðingarstað, ríkidømi og húðarlit.

Sai Zaw Thaike er journalistur, og eftir at ein meldurhvirla rakti Myanmar í 2023, fylgdi hann einum neyðhjálpartoymi. Sai Zaw varð handtikin eftir eina viku, hann varð avhoyrdur og avbardur, og í septembur 2023 dømdi ein hernaðardómstólur hann 20 ára fongsul við hørðum arbeiði. Journalistikkur er ógvuliga vandamikil vinnuvegur í Myanmar, tí fleiri enn 200 journalistar hava verið fongslaðir og sjey sigast vera myrdir av herinum, síðan herurin tók valdið í 2021.







