Flestar avrættingar í 44 ár
Tølini fyri avrættingar vóru í fjør hægri enn seinastu 44 árini. Talan um eina øking á 78% samanborið við árið fyri. 2707 fólk vórðu avrættaði í 17 londum. Ógvusliga hækkingin kemst av, at eitt fátal av heimsins stjórnum velja at brúka ótta sum valdsamboð. Hetta vísir árliga frágreiðingin frá Amnesty International um deyðarevsing.
Størsta økingin sæst í Iran, har iranska stýrið hevur avrættað 2.159 fólk. Tað er meir enn tvífalt sammett við árið fyri. Eisini í ár heldur Iranska valdstýrið á fram at avrætta borgarar sínar. Hetta hendir serliga eftir mótmæli fyrr í árinum, og eftir at Ísrael og USA lupu á prestastýrið í Iran.
í Saudi Arabia er deyðadómur nýttur í rúsevnismálum, og eisini her er økingin ræðandi, við í minsta lagi 356 fólkum, ið eru tikin av døgum. Kuvait hevur nærum trýfaldað avrættingar úr 6 til 17, meðan Egyptaland, Singapor og USA nærum hava tvífaldað talið.
“Ræðandi økingin í deyðadómum er orsakað av einum lítlum, avbyrgdum bólki av statum, ið vilja avrætta fyri ein og hvønn prís, hóast altjóða rákið móti avtøku av deyðarevsing. Úr Kina, Iran, Norður Korea og Saudi Arabia til Yemen, Singapore og USA, nýtir skammleysi minnilutin av londum deyðarevsing sum vápn fyri at vekja ótta, knúsa ósemjur og vísa, hvussu stórt vald stjórnarligar stovnar hava á ábærum marginaliseraðum samfeløgum.”
Soleiðis sigur altjóða aðalskrivarin í Amnesty International, Agnés Callamard.
Leggjast afturat tølunum skulu tær túsundatals avrættingarnar, ið Amnesty International metir fara fram í Kina.
Altjóða framgongd hóast øking í fátali av londum
Amnesty International fór undir arbeiði ímóti deyðarevsing í 1977. Tá vóru bert 16 lond, ið høvdu avtikið deyðarevsing við lóg. Í dag hava 145 lond avtikið deyðarevsing. Av teimum hava 113 lond staðfest hetta í landsins lógum. Ongin deyðadómur varð sagdur í Evropa og Miðasia, og 17. árið á rað var USA einasta landi í Norður- og Suðuramerika, ið avrættaði fólk, harav meir enn helvtin varð tikin av døgum í Florida. Tað eru 17 lond í heiminum, ið framvegis nýta deyðarevsing. Hetta er ein lítil minniluti av heimsins londum.
Framstig eru at hóma um allan heim, ið prógvar at vónin er sterkari enn óttin. Libanon og Nigeria settu fram avtøku av deyðarevsing við lóg, og rætturin í Kirgistan staðfesti, at deyðarevsing ikki er í samsvari við stjórnarskipanina. Mynduleikar í Vjetnam avtóku deyðarevsing fyri 8 lógarbrot, eins og Gambia steðgaði deyðarevsing fyri m. a. dráp og svik. Søguligt var tað eisini, tá Kay Ivey, Governørur í Alabama, náðaði Rocky Myers. Tað var á fyrsta sinni, at ein svartur persónur er náðaður frá deyðarevsing í statinum Alabama.
Stríðið móti deyðarevsing heldur á fram
“Meðan mannarættindi eru hótt kring heimin, halda milliónir av fólki á fram at stríðast móti deyðarevsing hvørt einasta ár, “ sigur Agnés Callamard. “Fullkomilig avtøka av deyðarevsing letur seg gera, standa vit øll sterk saman ímóti tí lítla fátalinum. Vit mugu birta undir eldslogan, ið brennir fyri avtøku av deyðarevsing, inntil heimurin er leysur av gálgans skuggum.”
Sí frágreiðingina “Death Sentences and Executions 2025”







