
Amnesty International Føroyar, Kvinnufelagið í Havn og Frítt Val:
FØROYSKA ABORTLÓGGÁVAN NOYÐIR KVINNUR UTTANLANDS
AT NOKTA KVINNUM ABORT MERKIR IKKI, AT KVINNUR IKKI TAKA ABORT. TÍ TAÐ VÍSIR SEG, AT TÁ IÐ KVINNUR VERÐA NOKTAÐAR ABORT, SO ROYNA FLEIRI AT FINNA AÐRAR LOYSNIR FYRI AT FÁA ABORTINA, TÆR YNSKJA. TAÐ VITA VIT FRÁ ÚTLANDINUM OG ÚR FØROYUM. KVINNUFELAGIÐ Í HAVN, FRÍTT VAL OG AMNESTY FØROYAR HEITA Á LØGTINGSLIMIRNAR UM AT TAKA HENDA VERULEIKA Í ÁLVARA OG TRYGGJA, AT KVINNUR Í FØROYUM Í FRAMTÍÐINI IKKI VERÐA NOYDDAR AV LANDINUM AT TAKA ABORTINA, SUM TEIMUM TØRVA.
Á hvørjum ári leita kvinnur í Evropa í túsundatali sær uttanlands at taka abort, tí hetta ynskið verður teimum noktað í heimlandinum, kunnu vit lesa í nýggju frágreiðingini hjá Amnesty International “Tá rættindi ikki eru fyri øll: stríðið um atgongd til abort í Evropa”. ES-borgarauppskotið, My Choice My Voice, um, at allar kvinnur í Evropa skulu hava loyvi at taka abort í øllum ES-londum, boðar frá hesum sama veruleika og tørvi. Bussferðirnar til Pólands, við donskum kvinnum, áðrenn danska abortlógin varð broytt, er eisini eitt søguligt dømi um avleiðingarnar av strongum abortlógum.
Abortútlegd nevna vit tað, tá kvinnur fara uttanlands at taka abort. Og abortútlegd er ein vanlig avleiðing av strongum abortlógum – eisini í Føroyum. Men ferð eftir ferð verður roynt at vísa hesum veruleika aftur. At gera tað er at venda blinda eygað til veruleikan, og at renna frá ábyrgd av avleiðingum av verandi lóg.
Kvinnur siga sjálvar frá um abortútlegd
“Hví skuldi eg standa so einsamøll í støðuni? Alt skuldi vera so hemmiligt (…) Eg verði ill at hugsa aftur á tað. Hví skal man gera hetta ímóti ungum kvinnum? Tað kundi verið gjørt undir tryggum umstøðum, har eg kundi verið við í støðuni”
Soleiðis greiddi dulnevnd kvinna Amnesty Føroyum frá í fjør, tá ið Frítt Val, Kvinnufelagið í Havn og Amnesty Føroyar settu abortútlegd á dagsskrá. Dulnevnda kvinnan fekk ynskið um abort noktað í Føroyum, og varð noydd til Danmarkar at taka abortina. Upplivingin hjá kvinnuni staðfestir tann ótryggleika og óvissu, sum føroyska lógin setur kvinnur í.
At vísa aftur, at kvinnur fara til Danmarkar at taka abort, er ikki einans at fjala veruleikan. Tað er eisini at lítilsvirða stríðið og fíggjarliga kostnaðin, sum hetta setur mangar kvinnur í. Tað gerst eisini greitt út frá teimum frásagnunum, sum kvinnur hava sent Fríum Vali seinastu árini undir átakinum #mínabort. Fleiri frásagnir staðfesta nevniliga, at kvinnur verða noyddar til Danmarkar at taka abort.
“Eg mátti til Danmarkar og hetta kostaði okkum í alt yvir 30.000 kr. Eg eri heppin at vit peningaliga høvdu ráð til tað, tí eg ani ikki hvussu eg annars hevði gjørt – ella hvussu eg í ringasta føri hevði verið noydd at gjørt”
Soleiðis skrivar ein dulnevnd kvinna til Frítt Val, og vísir søgan á høga kostnaðin av at fara til Danmarkar at taka abort. Fyri summar kvinnur í Føroyum er tað ein møguleiki at fara uttanlands at taka abort, men við høga kostnaðinum er hetta als ikki ein fíggjarligur møguleiki hjá øllum. Harumframt kunnu onnur viðurskifti gera seg galdandi: Kunnu allar kvinnur brádliga vera burtur frá heimi, arbeiði ella skúla í fleiri dagar? Er trygt hjá øllum at greiða nærumhvørvi og maka frá, hví tær brádliga skulu av landinum? Hvussu við teimum, sum ikki skilja føroyskt ella ikki hava eitt netverk í Føroyum? Tað verður ofta tikið til, at fyri at kvinnur fáa loyvi at taka abort, skulu tær kenna ‘óskrivaðu spælireglurnar’.
Eisini vísa frágreiðingarnar, at summar av kvinnunum fyrst royna at sleppa framat í føroysku heilsuskipanini, men fáa ynskið noktað, meðan aðrar velja at fara beinleiðis til Danmarkar, tí tær sjálvar meta, at tær ikki lúka krøvini í føroysku lógini.
Niðanfyri eru myndir av uppsløgum av Instagram-síðuni hjá Fríum Vali:




Abortsøgur, sum snúgva seg um abortútlegd. Allar abortsøgurnar eru at lesa á Instagramsíðuni hjá Fríum Vali.
Eisini vita vit frá umfatandi frágreiðing hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi, at kvinnur í Føroyum fara til Danmarkar at taka abort. Tað verður grundgivið út frá greining og samanrenning av nógvum ymiskum hagtølum, út frá frágreiðingum hjá føroyskum kommunulækna og donskum serlæknum, og út frá eini Gallup-kanning, sum vísti, at 42% av kvinnum í Føroyum vita um aðra kvinnu, sum er farin til Danmarkar at taka abort.
Kvinnurnar siga tað sjálvar, læknar siga tað og hagtølini siga tað: Kvinnur í Føroyum fara uttanlands at taka abort. Tað er eingin orsøk at halda nakað annað ella at royna at vísa hesum aftur. Abortútlegd er ein avleiðing av verandi lóggávu.
Løgtingslimir, hetta kunnu vit ikki bjóða kvinnum
Strangu ásetingarnar í galdandi lóggávu gera, at nógvar kvinnur ikki sleppa gjøgnum nálareygað, tá tær leita sær til heilsuverkið at taka abort. Fleiri kvinnur fara tí uttanlands at taka abortina.
Vit, felagsskapir, heita á løgtingslimir, um at atkvøða fyri lógaruppskotinum um dagførda abortlóg fyri m.a. at tryggja, at vit framhaldandi ikki fara at noyða kvinnur í óvirðiliga og kostnaðarmikla abortútlegd.










