NÝGGJ FRÁGREIÐING:
ABORTRÆTTINDI Í EVROPA UNDIR TRÝSTI
TÁ RÆTTINDI IKKI ERU FYRI ØLL: STRÍÐIÐ UM ATGONGD TIL ABORT Í EVROPA
Meðan lógaruppskot um dagførda abortlóg aftur er lagt fyri tingið, og vit í løtuni bíða vit eftir áliti úr Rættarnevndini, hevur Amnesty International givið út frágreiðingina “Tá rættindi ikki eru fyri øll: stríðið um atgongd til abort í Evropa“.
Í frágreiðingini verða abortlógirnar í 40 evropiskum londum lýstar. Ein av niðurstøðunum er, at hóast nógv framstig á økinum, so eru forðingar í øllum Evropa til abortviðgerð. Hesar forðingarnar eru í vanda fyri at gerast enn fleiri, tí valdsmiklir og vælfíggjaðir bólkar arbeiða fyri at ávirka valdshavarar at avmarka rættin til abort.
Føroyar eru millum londini við strangastu abortlógum í Evropa. Í frágreiðingini verður víst á, at londini, sum einans loyva abortum undir ávísum umstøðum, eru Føroyar, Malta, Póland, Monako og Liktinstein. Í Andorra er fullkomið abortbann.

abort er ein grundleggjandi heilsuviðgerð og ein mannarættur
-Monica Costa Riba, Amnesty International
BEINLEIÐIS OG ÓBEINLEIÐIS FORÐINGAR
Seinastu árini hava nógv evropisk lond broytt abortlóggávurnar, so tær betri samsvara mannarættindanormum. Hóast hesa framgongd og at flest lond í Evropa loyva abortum, so eru framvegis forðingar, sum kunnu gera atgongd til abort trupla ella ómøguliga.
Hesar forðingar kunnu vera bæði beinleiðis ella óbeinleiðis. Talan kann t.d. vera um managongdir, ið seinka gongdini; kravt loyvi frá maka; gestatiónsmørk ella høgir prísir fyri abortviðgerð. Og so eru tað eisini londini, sum banna abortum ella, sum Føroyar, bert loyva abortum í ávísum førum.
Um alt Evropa síggja vit, at ymsu forðingarnar m.a. føra við sær, at kvinnur í túsundatali eru noyddar at fara uttanlands at fáa heilsuviðgerðina, teimum tørva. Júst sum vit kenna úr Føroyum.
At ferðast uttanlands at taka abort er krevjandi tí m.a. mugu kvinnur vita, hvussu tær kunnu fáa hjálp uttanlands, tað kann krevja ymiska praktiska hjálp ella tað kann viðføra eitt kensluligt trýst. Harumframt kann tað vera kostnaðarmikið at skulu uttanlands, og tað er ikki ein fíggjarligur møguleiki hjá øllum.
Stigmatisering
Í frágreiðingini verður stigma, sum knýtir seg at abortum, eisini viðgjørt. Víst verður á hugburðskanningar, sum vísa, at hóast stórur meiriluti av fólkinum í landinum stuðlar abortrættindum, so halda fólk seg aftur frá at tosa um teirra abortir orsakað av tí stigma, ið knýtir seg at abortum og kvinnum, sum taka abort. Slíkt stigma kann elva til skomm, happing, ágang umframt kropsligan og sálarligan skaða hjá teimum, sum hava tikið abort, teirra avvaraðandi, veitarum av abortum og eisini hjá teimum, ið alment stuðla abortrættindum. Abortstigma kann vera orsøkin til misskiljingar um abort, og heldur eisini uppi hesum misskiljingum.
At loyva kvinnum abort bjóðar av sosial, mentanarlig og átrúnarlig sjónarmið, sum byggja á kynsfatanir, sum nokta kvinnum, sum eru upp á vegin, sjálvum at taka avgerðir um egið likam og kynslív. Eitt tilætlað endamál at halda abortstigma uppi, er at halda fast í hesum sjónarmiðum og at halda fólki frá at leita sær abortviðgerð. Villeiðandi upplýsingarherferðir og ræðslusøgur eru nakrir av háttunum, hetta verður gjørt uppá. Í frágreiðingini verður víst á, at tað í Evropa gerast alsamt fleiri skipaðir bólkar, sum standa aftanfyri slíkum herferðum, sum bæði hava til endamáls at ávirka sjónarmið hjá fólki og at ávirka valdshavarar fyri at avmarka atgongdina til abortviðgerð.
ÁHEITAN: TRYGGIÐ ABORTRÆTTINDI
Áheitanin hjá Amnesty International til londini í Evropa er tí at arbeiða fyri at tryggja javnbjóðis atgongd til abortviðgerð. “Abort er ein grundleggjandi heilsuviðgerð og eitt mannarættindi. Evropisk lond og stovnar mugu taka greið stig fyri at tryggja, at abortviðgerðir liva upp til altjóða normar – við at avkriminalisera abort, burturbeina forðingar til abortviðgerð, og standa ímóti royndunum hjá bólkum, sum arbeiða fyri forða fólki í at fáa trygga abort og seta lív og heilsu í váða” sigur Monica Costa Riba, starvsfólk hjá Amnesty International við kvinnurættindum um hendi.
At kriminalisera og forða fyri abortum setur lív, heilsu og trivnað hjá teimum, ið gerast uppá vegin, í vanda. Abortviðgerð er ein grundleggjandi heilsuviðgerð, og at kriminalisera abortviðgerð setur hana uttan fyri vanliga heilsurøkt, og forðar fyri atgongd til hana. ST-stovnar, sum fylgja við, hvørt lond lúka mannarættindasáttmálar, mæla til, at abort verður avkriminaliserað. Tað merkir, at eingin skal revsast fyri at fáa abort, veita kunning um abort ella hjálpa til ella útinna eina abort.
LES MEIRA:










