Ein eldri kvinna í Gana varð tikin av døgum, eftir at hon var skuldsett fyri gívrarvirksemi, og fólk í hundraðtali eru pínd og rikin úr sínum nærsamfelag, tí tey eru løgd undir at vera gívrar og gandakallar. Skriva undir og krev, at Gana setur forboð fyri gívrajagstran!
Akua Denteh búði í Kafaba i Savannah-landslutinum í Gana. Tann 23. juli 2020 varð hon eirindaleyst tikin av døgum framman fyri eini mannamúgvu, eftir at hon var løgd undir at vera gívur.
Hon er ikki tann einasta í vesturafrikanska landinum, sum er ákærd fyri gívrarvirksemi. Fólk í hundraðtali eru pínd og rikin úr sínum nærsamfelag. Nógv búleikast avbyrgd í legum undir ótolandi umstøðum.
Talan er serliga um eldri kvinnur, sum eru fyri grovum valdsgerðum og verða riknar burtur og sosialt útihýstar. Fleiri eru myrdar. Valdsgerðirnar gera seg inn á mannarættindi og menniskjaliga virðing – sum myndugleikarnir í Gana hava skyldu at verja, bæði eftir altjóðarætti og eftir landsins egnu lógum.
Nú kann Gana seta í verk nýggja lóg, sum forðar fyri gívrajagstran. Krev, at John Mahama, forseti, skrivar undir lógina.
Okkara krøv
Forsetin í Gana, John Mahama, skal:
-
skriva undir lógina skjótast gjørligt, at so at gívrajagstran verður ólóglig í landinum.
Hví skriva undir?
Hvør undirskrift ger sítt til at leggja trýst á myndugleikarnar í Gana og vísa teimum, at fólk úr øllum heiminum krevja, at neyðug stig verða tikin beinanvegin.
Hvat verður av undirskriftini?
Allar undirskriftirnar verða sendar forsetanum í Gana, John Mahama.
“Eg sýtti fyri at at lata [bygdar]høvdingan giftast við dóttur míni. Ein dagin gjørdist eitt barn í bygdini sjúkt, og høvdingin skuldsetti meg.”
Kvinna í Gnani-leguni
Nýggj lóg skal bjarga lívi
Lóggávutingið í Gana hevur longu samtykt eitt lógaruppskot, sum skal loysa henda álvarsliga trupulleikan.
Tann sonevnda anti-gívralógin hevur til endamáls at:
-
gera tað ólógligt at skuldseta nakran fyri ”gívrarvirksemi”,
-
seta í verk harða revsing av teimum, sum fremja harðskap og aðrar valdsgerðir móti teimum, sum eru skuldsett fyri ”gívrarvirksemi”,
-
tryggja, at tey skuldsettu fáa vernd og stuðul – m.a. trygt tilhald, sálarfrøðihjálp og ætlanir fyri uppafturtøku í samfelagið – og
-
styrkja rættarsamfelagið við at geva teimum, sum hava verið fyri órætti, løgfrøðiligan stuðul til at fáa rættvísi og endurgjald.
-
Lóggávutingið samtykti lógina í juli 2023, men fyrrverandi forsetin, Nana Addo Dankwa Akufo-Addo, sýtti fyri at skriva undir lógina, av tí at formlig mistøk skuldu vera gjørd, tá ið lógaruppskotið varð lagt fram.
Lógaruppskotið varð lagt fram aftur í mars 2025. Tá ið tað er samtykt, skal nýggi forsetin, John Mahama, skriva undir, áðrenn lógin fær gildi.
Amnesty heldur, at anti-gívralógin fer at styrkja mannarættindaverndina í Gana munandi.
Skriva undir og krev, at Mahama, forseti, tekur ábyrgd.
“Grannin segði seg hava droymt […] at eg hevði roynt at myrt hann. Hann vil ikki hava meg í nærsamfelagnum – tí skuldsetti hann meg.”
Kvinna í Gnani-leguni
Amnesty-frágreiðing: Gívrarskuldsetingar raka hundraðtals kvinnur
Okkara kanningarfólk hava skjalfest, at myndugleikarnir í Gana ikki gera nóg mikið til forða fyri gívrajagstran ella tryggja teimum skuldsettu rættvísa viðferð.
Óvirknið hjá myndugleikunum elvir til grov mannarættindabrot og – í versta føri – deyða. Hetta verður lýst í Amnesty-frágreiðingini Branded for life: How witchcraft accusations lead to human rights violations of hundreds of women in North Ghana frá apríl 2025.
Frágreiðingin skjalprógvar umstøðurnar í fýra óformligum legum, har ið fólk – í høvuðsheitum eldri kvinnur – búleikast undir ómenniskjansligum umstøðum eftir at vera rikin heimanífrá vegna skuldsetingar um gívrarvirksemi. Í legunum er trot á heilsuhjálp, mati, reinum vatni og tryggum bústaðarumstøðum. Møguleikarnir at uppihalda sær, eru ógvuliga avmarkaðir.
Tá ið Amnesty vitjaði í novembur 2023 og apríl 2024, búleikaðust meira enn 500 fólk í legunum. Hesin rótfesti siðurin hevur elvt til líðing og harðskap, sum ikki er sigandi frá. Teimum raktu tørvar vernd og skaðabøtur, sigur Michèle Eken, kanningarfólk hjá Amnesty.
Kvinnunum í Gana tørvar vernd!
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.







