ABORTRÆTTINDI

Í AMNESTY INTERNATIONAL HAVA VIT TAÐ SJÓNARMIÐ, AT GENTUR, KVINNUR OG ØLL, IÐ KUNNU GERAST UPP Á VEGIN, HAVA RÆTT AT TAKA AVGERÐIR UM EGNA NØRING, OG TÍ EISINI SKULU KUNNA TAKA ABORT, UM EITT YNSKI ER UM TAÐ. EIN SLÍK AVGERÐ SKAL TAKAST AV EGNUM VILJA UTTAN TVINSIL, HARÐSKAP ELLA HÓTTANIR. EINGIN SKAL VERÐA TRÝST AT TAKA ABORT OG EINGIN SKAL VERÐA NOKTAÐ AT TAKA ABORT.  

FØROYSKA ABORTLÓGGÁVAN

Tað er ymiskt, hvussu lond skipa teirra abortlógir. Summi lond loyva abortum undir ongum umstøðum, onnur lond ið geva kvinnum møguleikan at taka abort innan eitt ávíst vikutal og so eru lógir, sum tann føroyska, ið loyva abort í ávísum førum.

Føroyska abortlóggávan er frá 1956 og loyvir abort í hesum serligu umstøðunum:

  • um viðgongan er til vanda fyri lív ella heilsu hjá kvinnuni ella fostrinum
  • um talan er um neyðtøku ella blóðskemd
  • um vandi er fyri, at forstrið fær álvarslig kropslig ella sálarlig brek ella sjúku
  • um kvinnan verður mett óegnað at hava barn av kropsligum ella sálarligum orsøkum

Í Føroyum hava vit sostatt eina lóg, sum í ávísum førum loyvir abort, men sum í ongum førum setur persónin, sum er upp á vegin, í miðdepilin.

Føroyska abortlógin kann lesast her.

MANNAGONGDIN

Fyri at fáa abort í Føroyum, skal ein kommunulækni og ein serlækni í kvinnusjúkum á Landssjúkrahúsinum játta, at kvinnan lýkur krøvini, ið lógin ásetur fyri at fáa abort.

Tá ið ein kvinna ynskir abort í Føroyum, skal hon fyrst til ein kommunulækna, og um kommunulæknin metir, at kvinnan lýkur krøvini í lógini, verður hon send á gynækologisku deildina á Landssjúkrahúsinum, har ein serlækni í kvinnusjúkum eisini skal gera eina meting av, um krøvini eru lokin. Metir serlæknin eisini at tey eru tað, fær kvinnan loyvi at taka abort. Metir serlæknin harafturímóti ikki, at kvinnan ger tað, fær hon ynskið um abort noktað.

Tað er revisvert fyri ein lækna at fremja eina abort, um krøvini í lógini ikki eru lokin, og tað er somuleiðis revsivert fyri hana, sum er upp á vegin, sjálv at bróta viðgonguna av.

 

EIN SPURNINGUR UM MANNARÆTTINDI

Rætturin til abort er ein spurningur um mannarættindi. Hetta sjónarmið er grundað á, at tá kvinnur ikki hava møguleikan at velja abort, verða nøkur av grundleggjandi rættindum hjá teimum ikki vird. Rætturin at taka avgerðir um egna heilsu, nøring, framtíð og rætturin til javnrætt, til ikki at vera fyri mismuni og til virðing fyri og verju av privatlívinum er staðfestur í altjóða mannarættindasáttmálum. Hesi rættindi verða ikki vird, loyva vit ikki kvinnum at taka abort.

STRONG ABORTLÓGGÁVA FØRUR TIL AÐRAR LOYSNIR

Sambært alheimsheilsustovninum hjá ST, WHO, førur strong abortlóggáva ikki við sær, at abortir ikki verða vera framdar, men strangar abortlógir føra harafturímóti førur tað við sær, at abortirnar verða ótryggar. Í Føroyum síggja vit, at stranga abortlóggávan ger, at kvinnur í Føroyum verða noyddar at finna aðrar loysnir t.d. at snúgva sær í heilsuverkinum ella at leita sær av landinum at taka abort. Ein avleiðing av føroysku abortlóggávuni er tí eisini, at kvinnur í Føroyum ikki hava javnbjóðis møguleikar at fáa abort. Summar kunnu leita sær av landinum at taka abort, men tað er ikki ein fíggjarligur møguleiki hjá øllum.

Føroyska abortlóggávan virðir ikki rættindini hjá kvinnum at taka avgerðir um egið lív, nøring og framtíð. Tí heita vit á, at vit í Føroyum fáa eina lóg, sum virðir, at kvinnur sjálvar skulu hava ræðið at taka avgerð um egna nøring og viðgongu, og hesar avgerðir skulu takast av egnum vilja og uttan tvingsil, harðskap ella hóttanir. Eingin skal verða trýst at taka abort, og somuleiðis skal eingin verða noktað at taka abort.

 Aimi Helbo 


“Eg var kedd, men eg angri einki”

aimi_8

Aimi Helbo tók øll av bóli, tá hon, sum valevni til løgtingsvalið í fjør, segði á almennum veljarafundi, at hon hevði tikið abort. 

 Aimée Risum Hansen 


“Tað var rætta og neyðuga avgerðin”

334695822_3541957986037701_2482875388399826134_n

Tá Aimée Risum Hansen gjørdist upp á vegin fyrst í 20unum, metti hon seg ikki føra fyri at gerast mamma.

 Maria Guldbrandsø Tórgarð 

“Eg hevði kensluna av, at tey drógu tíðina út”

Maria_faeroeerne

Maria G. Tórgarð varð noydd at stríðast við føroyska heilsuverkið fyri at fáa abortina, hon ynskti.

1000 MÁTAR AT VÍSA ABORTRÆTTINDUM STUÐUL

Vit hava tørv á, at so nógv sum gjørligt hjálpa til at fáa eina dagførda abortlóggávu. Tað eru nógvir ymiskir mátar – stórir og lítlir – at stuðla hesum arbeiðinum Við altjóða átakinum “1000 mátar at stuðla abortrættindum” geva vit nøkur hugskot til at vísa abortrættindum tín stuðul.

Vit hava nøkur hugskot til tín, sum ynskir at stuðla abortrættindum: 

Savna tær vitan um evnið – tað kanst tú t.d. gera her á síðuni – og grundgevingunum fyri, hví gentur og kvinnur sjálvar skulu hava avgerða.

Vís virðing fyri teimum, tú ert ósamd/ur við, og tala at, tá ið onnur hava niðrandi málbrúk.

Luttak í mótmælisgongum og tiltøkum til frama fyri abortrættindum. 

Bint ella hekla eitt grønt turriklæð, húgvu ella okkurt heilt annað fyri at vísa málinum tín stuðul. 

Gev tína meining til kennar og luttak í kjaki. 

Vís abortrættindum tín stuðul ígjøgnum list og kreativitet. 

Seksual- og nøringarrættindi eru grundleggjandi rættindi. Ikki at virða hesi rættindi er eitt slag av kynjaðum harðskapi og er eitt brot á rættindini hjá kvinnum.

-Nicole Ameline

Soleiðis segði Nicole Ameline, sum er í nevndini, sum hevur kvinnusáttmálan hjá ST um hendi. Sambært henni virða Føroyar ikki rættindini hjá kvinnum við verandi abortlóg. Eisini vísti Nicole Ameline á, at ein avleiðing av avmarkandi abortlógini kann vera, at summar kvinnur finna aðrar loysnir, sum kunnu gerast vandamiklar.

Kvinnusáttmálin hjá ST ber heitið The Convention on the Elimination of All Forms of Discrimination Against Women og hevur til endamáls at basa øllum mismuni móti kvinnum. CEDAW-nevndin telur 23 mannarættindaserfrøðingar úr øllum heiminum. Limirnir umboða ikki lond, men eru við sum óheftir serfrøðingar.

Sambært CEDAW-nevndini er rætturin til kropsligt sjálvræðið staðfestur í Kvinnusáttmálnum, og fevnur tað eisini um kyns- og nøringarfrælsi. Eisini hevur nevndin víst á, at tað er staðfest í sáttmálanum, at kvinnur sjálvar skulu avgerða, um og nær tær vilja hava børn, og hvussu langt skal vera ímillum børnini. 

Aðrar ST-nevndir hava eisini víst á avleiðingarnar av strongum abortlógum, og týdningin av at avkriminalisera abortlóggávur. Í fjør segði hásendifrúan fyri mannarættindi hjá ST, Michelle Bachelet, at nøringarættindi er kjarnan í kropsliga sjálvræðnum hjá gentum og kvinnum.

 DIANA REYNSTIND: 

“Eg hevði ynskt, at stóra avgerðin
ikki lá í mínum hondum.”

Gynaekolog_faeroeerne-1024x1024

Diana Reynstind er burðarfrøðingur og serlækni í kvinnusjúkum á Landssjúkrahúsinum, og er tí ein av læknunum, sum skal játta ella nokta kvinnum abort.

 TURIÐ DEBES HENTZE: 

“Verandi lóg er ein forboðslóg”

SKRIVA FYRI LÍV-16

Turið Debes Hentze er sakførari, og hevur í mong ár funnist at føroysku abortlógini m.a. tí, at av tí at verandi abortlóg byggir á forboð, fáa vit ikki hjálpt kvinnunum, sum eru komnar í trongu støðuna. 

TILTAK:

Føroyska abortlóggávan og avleiðingar av henni

Abort í NLH

Les um føroyska abortlógina og avleiðingar av henni út frá fakligum sjónarhornum, gransking og aktivismu.

UM ABORT OG MANNARÆTTINDI

RÆTTURIN AT AVGERÐA UM EGNA NØRING

At gera abort revsiverda avmarkar rættin hjá kvinnum at gera av, um og nær ið tær vilja nørast. Hetta er ein rættur, sum mannarættindastovnar viðurkenna sum ein samrunnan part av tí kropsliga og sálarliga integritetinum hjá kvinnum og teirra menniskjaliga virðiligleika og virði. Soleiðis hevur arbeiðsbólkurin hjá Sameindu tjóðum viðvíkjandi spurninginum um mismun ímóti kvinnum í lóggávu og í verki staðfest, at tað at gera abort revsiverda er ”ein tann skaðiligasti hátturin at instrumentalisera og politisera kropp og lív hjá kvinnum, at seta teirra lív og heilsu í váða fyri at varðveita teirra leiklut sum nøringaragentar og at taka sjálvræðið at taka avgerð um egnan kropp frá teimum.”

RÆTTURIN TIL PRIVATLÍV

Mannarættindasáttmálastovnar eru aftur og aftur komnir eftir, at tað at sýta fyri atgongd til abort ella at seta forðingar í verk fyri slíkari atgongd máar støðið undan nøringarsjálvræðinum hjá kvinnum og er brot á teirra rætt til privatlív og teirra rætt til lív og heilsu og til ikki at vera fyri píning og ringari viðferð.

Avgerðin um at ganga við og føða eitt barn er fevnd av rættinum til privatlív, sum statir skulu virða og verja fyri uppílegging hjá triðjaparti. Rætturin fevnir m.a. um avgerðir um, hvussu tú brúkar kroppin hjá tær, hvussu tú skipar tíni familjuviðurskifti, og hvussu tú leggur tína lívsleið til rættis. Slíkar avgerðir eru týðandi tættir í persónligum og kropsligum sjálvræði.

Rætturin til frælsi og tryggleika hongur nær saman við rættinum til privatlívsfrið og rættinum til sjálvræði. Rætturin til frælsi er ikki bara ein rættur til ikki at verða afturhildin tilvildarliga og órættvíst, sum er ein vanlig og týðandi ávirkan av revsirættarligari abortlóggávu. Hann fevnir eisini um órættvísa statsliga uppíblanding upp í privatlívið hjá einstaklingum, m.a. tá ið ræður um avgerðir viðvíkjandi viðgongu og familjulívi.

At noyða kvinnur at fullføra eina viðgongu ein bæði kropslig og sálarlig innrás í kroppin og lívið hjá kvinnuni. At gera abort revsiverda noyðir eisini kvinnur at fáa sær ótrygga abort, og tí er talan um brot á teirra rætt til persónligan tryggleika og kropsligan sjálvræðisrætt.

LÓGGÁVA SKL BYGGJA Á GRUNDLEGGJANDI MANNARÆTTINDALIGAR MEGINREGLUR

Revsirættarlig abortlóggáva og -politikkir eru órættvíst brot á mannarættindini og brot á fleiri grundleggjandi mannarættindaligar meginreglur. M.a. meginreglur um, at mannarættindi hava eru universell, at tey ikki kunnu býtast sundur, og at sleppast skal undan tilvild, afturgongd og mismuni, og meginreglur um grundleggjandi rættvísi, lógsemi, lutfall, luttøku, ábyrgd, gjøgnumskygni, javna og virðiligleika.

Lógsemisreglan og rættarstatsreglan eru grundleggjandi meginreglur í øllum altjóða mannarættindasáttmálum. Lógsemiseglan er ein grundleggjandi trygd fyri, at lond ikki lata tilvildina ráða, tá ið tey útinna sínar heimildir at tryggja lóg og landaskil og at gera rættarreglur. Ein týðandi táttur í lógseminum er, at lóggávan verður útint eins og ikki tilvildarliga. Tí skal lóggávan vera gjøgnumskygd, atkomandi og regluføst, og stjórnir – eisini heilsumálaráð – skulu útinna hana rættvísiliga. Vantandi gjøgnumskygni við atliti at abortlóggávu og -politikkum er ein týðandi forðing fyri atgongd at lógligum aborttænastum. Ógreiða við atliti at løgfrøðiligum rætti til abort hjá teimum, sum eru upp á vegin, elvir til seinkingar, og at røkt verður noktað fólki, ella at tey, sum eru upp á vegin, heilt halda seg burtur frá tí formligu heilsuskipanini.

Tann ógreiða løgfrøðiliga støðan hjá tænastuveitarum órógvar somuleiðis veitingina av aborttænastum, við tað at veitarar royna at sleppa undan handtøku ella øðrum løgfrøðiligum tvingsilstiltøkum. Uttan greiða lóggávu ábyrgjast stjórnirnar ikki tær óhepnu avleiðingarnar, sum lóggávan hevur fyri heilsu og mannarættindi.

RÆTTURIN IKKI AT VERA FYRI MISMUNI

Fleiri týðandi stovnar hjá Sameindu tjóðum, teirra millum CEDAW-nevndin, CESCR-nevndin og arbeiðsbólkurin viðvíkjandi mismuni ímóti kvinnum í lóggávu og í verki, hava greitt frá, at tá ið lond ikki veita nøktandi kynsserstaka heilsurøkt, sum bara kvinnum tørvar, er talan um eitt slag av mismuni, sum londini hava skyldu til at basa.

Lond skulu tryggja rættin til javnrætt og at sleppa undan mismuni sum ein grundleggjandi part av tí at fremja rættin til lív og heilsu og onnur mannarættindi, serliga hjá kvinnum, gentum og øðrum marginaliseraðum bólkum. Mannarættindaráðið hjá Sameindu tjóðum hevur staðfest, at tað at leggja upp í atgongdina hjá kvinnum til heilsurøkt við atliti at nøring, eitt nú ikki at tyggja, at kvinnur ikki verða noyddar ”at leita sær lívshættisliga loyniliga abort”, er brot á rættin hjá kvinnunum til ikki at vera fyri mismuni umframt rættin til lív.

Mannarættindasáttmálastovnar hava aftur og aftur fordømt lóggávu, sum forbjóðar heilsutænastum, sum bara kvinnum tørvar. Mannarættindaserfrøðingar hava eisini staðfest, at ”tað er mismunur vegna kyn at gera tænastur, sum bara kvinnum tørvar, eitt nú abort og neyðfyribyrging, revsiverdar ella ikki at veita tær”.

Henda støðan og henda grundgevingin hava eisini undirtøku í CEDAW-nevndini, sum greitt hevur viðurkent:

”Tiltøk til at basa mismuni móti kvinnum eru ikki nøktandi, um eini heilsuskipan vantar tænastur til at fyribyrgja, kanna og viðgera sjúkur, sum bara raka kvinnur.”

Arbeiðsbólkurin hjá Sameindu tjóðum viðvíkjandi mismuni móti kvinnum í lóggávu og í verki hevur eisini gjørt greitt, at lond fremja brot á rættindini hjá kvinnum, tá ið tey ”misrøkja heilsutørvin hjá kvinnum, ikki vilja gera kynsviðkvom heilsuinntriv, ikki sleppum kvinnum at taka sjálvstøðugar avgerðir og kriminalisera kvinnur ella nokta teimum atgongd at heilsutænastum, sum bara kvinnum tørvar.”

Rætturin til javnstøðu og ikki at vera fyri mismuni krevur – saman við rættinum til ikki at vera fyri píning ella aðrari ringari viðferð, rættinum til privatlívsfrið og rættinum til kunning – at londini lúka serliga heilsutørvin hjá kvinnum og taka neyðug stig til at tryggja, at kvinnur fáa læknahjálpina og kunningina, sum teimum tørvar. CEDAW-nevndin hevur beinleiðis viðgjørt spurningin um revsirættarliga abortlóggávu sum eitt slag av mismuni móti kvinnum, sum ber í sær harðskap móti kvinnum. Nevndin hevur meira alment í sínum tilmæli viðvíkjandi kvinnum og heilsu gjørt greitt, at ”tað er mismunur, at ein limastatur sýtir fyri rættarliga at veita kvinnum hesar nøringarheilsutænasturnar”. Nevndin hevur eisini staðfest, at ”skyldan at virða rættindini krevur, at limalondini ikki forða kvinnum í at taka stig til at røkka sínum heilsumálum”, og at forðingar fyri atgongdini hjá kvinnum at hóskandi heilsurøkt “fevna um lóggávu, sum ger medisinska viðgerð, sum bara kvinnum tørvar, revsiverda, og ger tað revsivert hjá kvinnum hjá fáa viðgerðina.”

Tann serligi eygleiðarin hjá Sameindu tjóðum viðvíkjandi rættinum til heilsu gjørdi í síni frágreiðing í 2011 greitt:

”Revsilóggáva og aðrar løgfrøðiligar avmarkingar taka sjálvræðið frá kvinnum, sum kunnu verða ræddar frá at taka neyðug stig til at verja sína heilsu fyri at sleppa undan ábyrgd og av ótta fyri at verða stigmatiseraðar. Við at avmarka atgongdina at ágóðum, tænastum og kunning, tá ið um kynsliga heilsu og nøringarheilsu ræður, kann slík lóggáva eisini elva til mismun, við tað at hon serliga ávirkar kvinnur, sum hava tørv á slíkum.”

Sambært tí breiðaru líkaregluni hava lond skyldu til at leggja upp fyri kynsgrundaðum muni við atliti at nøringarheilsu millum kvinnur, gentur og øll, sum kunnu gerast upp á vegin. Fyri at lúka sínar skyldur at tryggja veruliga javnstøðu hesum viðvíkjandi skulu londini viðgera ymisk mál við fyriliti fyri kynsserstøkum munum við atliti at nøring.

FRÁGREIÐINGAR

Politikkurin hjá Amnesty Internationl um abort

Screen Shot 2024-01-10 at 2.47.59 PM

Frágreiðing um abortrættindaverjar

Skaermbillede-2023-12-04-kl.-18.23.22-1452x726

Altjóða dagur fyri trygga abort 2024

302446

PODDVARP UM ABORTRÆTTINDI

“A KNOCK ON THE DOOR”

Skærmbillede 2024-09-27 kl. 16.10.33

“A LABYRINTH WITH NO EXIT”

Skærmbillede 2024-09-27 kl. 16.10.50

“AN UNSTOPPABLE WAVE”

Skærmbillede 2024-09-27 kl. 16.11.07