SAMTYKKI 

VIÐ ALTJÓÐA ÁTAKINUM MÍN KROPPUR MÍNI RÆTTINI BYRJAÐI AMNESTY INTERNATIONAL Í 2015 ARBEIÐIÐ AT TRYGGJA KYNS- OG NØRINGARRÆTTINDI. Í FØROYUM BYRJAÐI VIT ARBEIÐIÐ UM SAMTYKKI OG NEYÐTØKUR. 

HVAT ER SAMTYKKI?

Fyri at hava sex, er ein fortreyt at tryggja sær, at allir partar eru við upp á at hava sex. Samtykkið skal sjálvandi vera givið sjálvboðið. At verða friðarlig/ur, ikki at siga “nei” og ikki at gera mótstøðu merkir ikki, at samtykkið er givið. Tað snýr seg um at siga ja.

Ert tú í iva, so spyr. Enn í iva, so lat vera.

Svevur persónurin ella er uttan vit, er ikki øguligt at geva samtykki.

SEX SKJÓT UM SAMTYKKI:

  • Samtykki kann bara gevast. Ikki takast
  • Samtykki kann tó altíð takast aftur
  • Samtykki krevur vit
  • Samtykki krevur hug
  • Samtykki er ítøkiligt. Tað merkir, at JA til A merkir ikki JA til B, og eitt JA nú merkir ikki JA um eina løtu
  • Sex krevur samtykki

SAMTYKKI – TAÐ ER LÆTT SUM TE

Í 2015 setti Amnesty Føroyar sær fyri at arbeiða við hesum viðurskiftinum:

  • Broytingar í revsilógini
    • Allar ásetingar um hjúnarlag skulu strikast. Neyðtøka innan hjúnarlag skal ikki geva linari revsing
    • Neyðtøka av verjuleysum skal ikki geva linari revsing
  • Løgreglan skal hava fastar mannagongdir, tá neyðtøka verður meldað
  • Tað skal verða møguleiki hjá neyðtøkuoffri at fáa læknafrøðiliga kanning, sjálvt um neyðtøkan ikki verður meldað til løgregluna
  • Kunning til neyðtøkuoffur og avvarandi um mannagongdir, rættindi osfr
  • Neyðtøkuoffur skulu fáa bjóðað sálarfrøðiliga hjálp

Síðan vit byrjaðu arbeiðið, er revsi lógin broytt tvær ferð – fyrstu ferð í 2016, tá ynsktu broytingarnar gjørdar í revsilógini og seinast í 2022, tá ið samtykkislógin varð samtykt. Løgreglan hevur fingið mannagongdir. Kunning um mannagongdir og rættindi eru nú á heimasíðuni hjá løgregluni umframt hjá neyðtøkumóttøkuni. Ein neyðtøumóttøka er latin upp á Landssjúkrahúsinum, har tey, ið hava verið fyri neyðtøku, kunnu verða kannaði uttan at tey hava meldað neyðtøkuna til løgregluna áðrenn. Eisini fáa neyðtøkuoffur bjóðað sálarfrøðisliga hjálp. 

 UPPTØKUR UM SAMTYKKI 

Í 2016 skipaðu vit fyri tiltaki um samtykki. Niðan fyri eru upptøkur av framløgunum.

 EMMA HOLTEN – Nei er nei 

Um sex og samtykki.

 SUNI POULSEN – Hví eru menn so illir? 

Um illar menn.

 KJAK – Hvussu tryggja vit Samtykki? 

Eitt kjak millum Emmu Holten, Súna Poulsen, Tráin Nónklett og Kristinu Clementsen, um hvussu vit tryggja samtykki.

SAMTYKKISLÓG

1. juni 2022 kom nýggja neyðtøkulógin í gildi eftir vit høvu virkað fyri hesari lógarbroyting síðan apríl 2021.

Samtykkislógin staðfestir, at sex krevur samtykki. Hetta er ein lóg, sum endurspeglar veruleikan, tí hon virðir kropsliga sjálvræðið, tí hon tryggar betri rættartrygd og tí at hon er eitt gott grundarlag fyri einari hugburðs- og mentarnarbroyting.

Revsilógin er eitt útrykk fyri etisku og moralsku reglurnar og virðini í okkara samfelagi. Ein neyðtøkulóg, ið byggir á samtykki, staðfestir kropsliga og seksuella sjálvræðið og sjálvavgerðararrættin hjá hvørjum einstaka. Nú verður í lógini virðað, at øll hava rætt til sjálvi at taka avgerðir um egnan kropp, og at eingin annar skal taka hesa avgerð.

Nýggja ásetingin í neyðtøkulógini byggir á eitt (sjálvboðið) samtykki. Hetta merkir, at partarnir skulu tryggja sær, at samtykki er givið. Samtykki kann gevast á ymiskan hátt: við orðum, kropsmáli, ljóðum, atferð ella øðrum sum klárt vísur ein áhuga.

Les meira um samtykkislógina her.