SKRIVA EITT BRÆV – BROYT EITT LÍV
Í 1962 byrjaði Amnesty International sum rørsla. Fólk skrivaðu til portugisisku stjórnina og heittu á hana um at leyslata tveir ungar menn, sum av órøttum vóru settir í fongsul. Og nú 60 ár seinni skriva vit enn brøv.
Skriva fyri lív er heimsins størsta mannarættindatiltak, og fer nú av bakkastokki. Fyri 21 árum síðani savnaðust nakrir aktivistar í Pólandi. Tey høvdu funnið upp á eitt tiltak, har tey skrivaðu brøv í 24 tímar – eitt sokallað skrivimarathon. Tiltakið varð so væleydnað, at árini eftir vórðu fleiri og fleiri lond, sum skipaðu fyri líknandi tiltøkum. Hetta varð byrjanin til Skriva fyri lív, sum nú er størsta mannarættindatiltakið í heiminum.
VIT SKRIVA, TÍ TAÐ RIGGAR
Eftir so mong ár kunnu vit staðfesta, at tað riggar at skriva brøv. Brøv bjarga lívum og birta vón. Øll hesi árini hava fólk verið við til at broyta lívið hjá fleiri hundrað fólkum, sum vit hava skrivað fyri: Fólk eru sloppin undan píning, ágangi og órættvísari fongsulsrevsing. Tá fleiri milliónir menniskju kring allan heim leggja trýst á lond og stjørnir, síggja vit úrslit. Í 1 út av 3 málum, sum vit skriva fyri, síggja vit ítøkiligar broytingar.
Hvør ár verða nøkur átrokandi mál tikin út – tað kann vera einstaklingar ella bólkar, sum á onkran hátt hava mist teirra rættindi, sum vit skriva fyri.Í ár snýr Skriva fyri lív seg um rættin at mótmæla.
ØLL KUNNU VERA VIÐ
Øll kunnu luttaka í Skriva fyri lív – privatpersónar, skúlaflokkar, fríðtíðarskúlar, bindiklubbar, bókaklubbar og øll møgulig onnur. Til høgru kanst tú lesa meira um átakið Skriva fyri lív, og um tú kundi hugsað tær at brúkt Skriva fyri lív í undirvísingini, so er eisini tilfar til tín á høgru síðu.