HVØR KANN SØKJA UM FRIÐSKJÓL?
Øll at hava rætt at søkja um friðskjól ímóti forfylging. Øll hava rætt til eina rættvísa viðgerð av teirra umsókn, og øll at hava rætt at kæra eina avgerð. Øll hava eisini rætt til tolk, málsliga og løgfrøðliga hjálp.Øll hava eisini rætt til at vera vard ímóti at ólógliga og óneyðugt at vera sett í varðhald. Og øll hava rætt til at koma í samband við familju, tolkar, advokatar og felagsskapir sum kunnu veita teimum hjálp. Herímillum felagsskapin í ST fyri flóttafólki ST hákommisering fyri flóttafólk. (UNHCR). Eisini hava øll rætt til grundleggjandi rættindi sum at arbeiða, útbúgving og heilsutrygd. Tá ein umsøkjari fær noktandi svar skal viðkomandi sendast aftur virðiliga og við virðing fyri mannarættindum.
Børn undir 18, sum ikki er saman við foreldrum ella øðrum vaksnum hava serlig rættindi. Tey hava rætt til serliga málsviðger. Tað eiga at vera serligar miðstøðir fyri børn, sum søkja friðskjól.
HVAT ER EITT FLÓTTAFÓLK?
Sambart ST sáttmálanum um flóttafólk er eitt flóttafólk: “Ein persónur, sum hevur grundaðan ótta fyri at vera forfylgdur orsaka av rasu, átrúnað, nationaliteti, tilknýti til serliga sosilan bólk ella politiska áskoðan, og sum ikki er í heimlandi sínum .“
HVØRJI RÆTTINDI HEVUR EITT FLÓTTAFÓLK?
Sambært ST sáttmálanum um flóttafólk hevur eitt land ábyrgd at verja tey menniskju, sum eru í vanda fyri at vera fyri grovum mannarættindabrotum, um tey venda aftur til heimland sítt. Hetta er tað sokallaða: NON REFOULMENT prinsippið, sum tryggjar, at ein persónur ikki skal sendast til eitt land, har viðkomandi er í vanda fyri at gerast samvitskufangi, vera fyri píning, hvørvingum osfr.
Flóttafólk hava rætt til altjóða verju og hava grundleggjandi rættindi. T.d. tryggjar ST sáttmálin um flóttafólk og aðrir altjóða sáttmálar, at flóttafólk hava rætt til átrúnaðarfrælsi, at fáa samleikaprógv, at arbeiða, bústað, útbúgving og heilsutrygd og til at verða vard móti mismuni. ST hákommiseriatið undirstrikar eisini, at flóttafólk hava rætt til integratión í landinum, har tey hava fingið friðskjól, endurbúseting í einum triðja landi ella sjálvboðin at ferðast til heimlandið.