FONGSULSVIÐURSKIFTINI
SKULU BETRAST
Í ST-heimsyvirlýsingini frá 1948 verður staðfest, at “eingin skal verða píndur ella harðliga, ómenniskjansliga ella vanæruliga viðfarin ella revsaður”. Nógvar aðrar altjóða samtyktir staðfesta hetta sama, eitt nú tann evropeiski mannarættindasáttmálin, ST-sáttmálin um borgarlig og politisk rættindi og sáttmálin móti píning og aðrar grimari, ómenniskjansligari ella niðrandi viðferð ella revsing. Hetta eru ásetingar, sum Føroyar hava bundið seg til at fylgja. Tað er tó ivasamt, um vit lúka hesar ásetingarnar í øllum viðurskiftum. Serliga nýtslan av varðhaldsfongsling og avbyrging er viðkomandi at hava í huga.
Mannarættindi eru galdandi fyri øll – líkamikið, hvat tú hevur gjørt. Tá ein situr í varðhaldi, hevur ein ikki verið fyri rættinum enn, og tískil er heldur ikki staðfest, um ein hevur gjørt eina brotsger ella ikki.
Í sambandi við uppskotið um at dagføra rættargangslógina sendi Amnesty International Føroyar landsstýrinum eitt hoyringarskriv við yvirskipaðum viðmerkingum. Í hoyringsskrivinum setur felagsskapurin spurnatekin við, um dagføringin av rættargangslógini fer at hava nøktandi broytingar við sær, um eingi krøv um alment atkomandi tøl fyri varðhaldsfongslingar og avbyrgingar í varðhaldinum fylgja við. Amnesty vísir somuleiðis á, at fongsulsviðurskiftini elva til óneyðuga nógvar avbyrgingar, og at avbyrgingarnar høvdu verið færri, um vit høvdu meira enn bara eitt varðhald í Føroyum.
Amnesty fegnast um, at krøvini fyri at varðhaldsfongsla á summum økjum verða herd, soleiðis at tey samsvara við donsku lógina. Men sammmet við onnur Norðurlond er Danmark eingin fyrimynd, tá ið um varðhaldsfongsling ræður. Danmark liggur nevniliga á odda við flestum varðhaldsfongslingum. Í 2012 vóru 33 % av øllum innsettum varðhaldsfongslað móti 25 % í Noregi og Svøríki. Í Finnlandi vóru tey 19 % og í Íslandi 12 %.
Í hesum sambandi er viðkomandi at meta um fyrimunir og vansar við at víðka um reglurnar fyri rættarverjuvarðhaldsfongsling, sum uppskotið annars leggur upp til í samband við ávíst brotsverk.
Hyggja vit nærri at tølunum fyri avbyrging í varðhaldi í Danmark, síggja vit greitt, at tølini eru heilt nógv minkað síðan 2001, tá ið broytingar vórðu gjørdar í donsku lógini. Havast má í huga, at talan ikki bara var um eina lógarbroyting, tí lunnar vórðu samstundis lagdir undir eina grundleggjandi hugburðsbroyting. Serliga áhugavert er tað, at ríkisákærin í eini árligari frágreiðing almannakunnger tølini fyri langar varðhaldsfongslingar og avbyrgingar í Danmark. Tølini benda á eitt sokallað paradigmuskifti eftir lutfalsliga stuttari tíð. Talið fyri avbyrgingar í varðhaldinum er minkað úr 553 avbyrgingum í 2001 niður í 17 avbyrgingar í 2017. Tað er ein minking upp á meira enn 90 %
Hava vit fólkatalið í Føroyum í huga, eru tølini lutfalsliga nógv hægri í Føroyum enn í Danmark. Hyggja vit t.d. at 2017, vóru tilsamans 17 avbyrgingar í donskum fongslum móti heilum 13 í føroyska varðhaldinum.
Tá vit bert síggja tøl fyri 5 ár skulu fyrivarni takast fyri hesum, men tølini benda á, at tað er ógvuliga ivasamt, um broytingarnar og hugburðsbroytingin, sum hendar eru í Danmark síðan 2001, og sum hava havt eina minking upp á meira enn 90 % við sær, í sama mun eru hendar í Føroyum.
Amnesty vónar tí, at ríkisákærin ella onkur annar myndugleiki fer at almannakunngera føroysku tølini í framtíðini. Amnesty vónar, at føroyskir politikkarar fara at síggja til, at so verður, nú rættargangslógin verður dagførd.
Amnesty hevur sóknast eftir dagføringum í fleiri á, og tí fegnast vit um, at arbeiðið er so mikið áliðið.
Felagsskapurin hevur í hesum sambandi sett spurnartekn við, um dagføringarnar í sambandi við varðhaldsfongsling og avbyrging fara at hava nøktandi broytingar við sær, um eingi krøv um almen tøl fylgja við. Amnesty vónar, at myndugleikarnir fara at síggja til, at so verður, nú rættarganslógin verður dagførd.
Eisini vísa vit á, at umstøðurnar í varðhaldinum er orsøk til, at avbyrging verður brúkt meira, enn neyðugt hevði verið, um vit bæði høvdu eitt varðhald og eitt fongsul í Føroyum.
-brot úr hoyringsskrivi
Amnesty hevur í samrøðu við bæði ákæruvald, verja, kriminalforsorg og dómara fingið ábendingar um, at umstøðurnar við bara einum varðhaldi hava við sær, at avbyrging verður brúkt meira, enn neyðugt hevði verið, um vit bæði høvdu eitt varðhald og eitt fongsul í Føroyum.
Hóast varðhaldið í Mjørkadali er eitt varðhald, virkar tað eisini sum opið og afturlatið fongsul. Fólk, sum arbeiða í skipanini, siga, at av tí at varðhaldsfongslað sita saman við fangum, sum kunnu fáa vitjan, fara út o.s.fr., mugu tey oftari lata sær avbyrging og bræva- og vitjanareftirlit lynda. Umstøðurnar hava eisini avleiðingar fyri tey, sum sita dóm, tí hesi noyðast at laga seg eftir varðhaldsumstøðum, hóast tey hava rætt til fongsulsumstøður. Hetta hevur stóra ávirkan á gerandisdagin, tí umstøðurnar í einum varðhaldi krevja meira eftirlit og fleiri avmarkingar.
Undir nøktandi umstøðum eigur tilveran hjá einum varðhaldsfongslaðum at verða ‘normaliserað’, um viðkomandi fær dóm. Viðkomandi eigur at fáa atgongd at nógv fleiri møguleikum sum til dømis vitjanum undir minni eftirliti, fleiri tilboðum um virkismøguleikar og sosialum sambondum við onnur, sum inni sita. Men megna vit hetta undir núverandi umstøðum? Og ein annar stórur spurningur er, um tað kann góðtakast, at fangar verða sendir til Danmarkar at sita drúgvari dómar?
Øll hesi viðurskiftini eiga at verða lýst gjølla, og okkurt ítøkiligt eigur at verða gjørt við hesar samfelagsligu avbjóðingarnar.
31. mars 2020 fer Amnesty International Føroyar at skipa fyri almennum fundi um fongsulsviðurskiftini í Føroyum.
Okkara heimasíða nýtir cookies fyri at geva tær eina betri brúkara uppliving sum gjørligt, sum samstundis er við til at gera tína ferð á síðuni so góða sum møguligt. Tú kann altíð broyta uppá tínar stillingar av cookies. Les meira í okkara privatlívspolitiki.
Hetta eru neyðugar cookies sum gera teir grundleggjandi stillingar á heimasíðuni, so at allar funkur virka sum tær skulu.
Um tú frábiir tær hesar cookies, kann tú koma út fyri at einkultar funkur ikki virka sum tær skulu.
Heimasíðan brúkar Google Analytics fyri at innsamla upplýsingar um vitjandi.
Lat hesa cookies vera aktiva fyri at hjálpa okkum at gera síðuna betri.
Vinarliga loyv neyðugar cookies áðrenn so vit kunnu goyma tínar stillingar!
Sí meira upplýsingar á okkara síðu um privatlívspolitikk