MÍN KROPPUR MÍNI RÆTTINDI

Vit hava øll rætt til at taka avgerðir um okkara egnu heilsu, kropp, kynsligu sannføring og nøring uttan at bera ótta ella vera fyri tvingsli, harðskapi ella mismuni. Men kring allan heimin er frælsið hjá fólki til at taka hesar avgerðir avmarkað av stjórnum, heilsustarvsfólkum og enntá familjulimum. Revsilógir og revsitiltøk verða ofta nýtt við tí endamáli at stýra avgerðum um kynslív og nøring

HVAT ERU KYNS- OG NØRINGARRÆTTTINDI?

Kyns- og nøringarrættindi eru rættindi, ið vit øll hava. Tey geva okkum rætt til at:

  • Taka avgerðir um okkara egnu heilsu, kropp, kynslív og kynsligu sannføring uttan at skula óttast tvingsil ella kriminalisering
  • Leita eftir og fáa kunning um kynslív og nøring og fáa viðkomandi heilsutænastur og fyribyrging
  • Velja, um og nær vit vilja hava børn, og hvussu nógv børn vit vilja hava
  • Velja, hvønn vit hava kynsliga samveru við, umframt um og nær vit vilja giftast
  • Velja, hvørja familju vit vilja skapa
  • Liva eitt lív uttan mismun, tvingsil og harðskap, sum til dømis neyðtøku og annan kynsligan harðskap, umskering, tvingsilsgitnað, tvingsilsabort, tvingsilssterving og tvingsilsshjúnaband.

Kyns- og nøringarrættindi hjá gentum og kvinnum eru m.a. staðfest í Kvinnurættindasáttmálanum hjá ST. Les sáttmálan ella meira um Kvinnurættindasáttmálan her.

Hóast lond hava ábyrgd av at tryggja seksual- og nøringarrættindi hjá gentum, kvinnum og øllum, ið kunnu gerast upp á vegin, síggja vit alt ov ofta, at lógir og sáttmálar hesum viðvíkjandi ikki verða vird.

 

FØROYSKA ABORTLÓGIN

Skærmbillede 2022-10-07 kl. 12.52.55

Hvussu lond skipa teirra abortlógir er ógvuliga ymiskt. Tær strangastu lógirnar loyva abortum undir ongum umstøðum, og tær frælsastu lógirnar eru tær, ið geva kvinnum fullan rætt at taka avgerð um at bróta eina viðgongu av innan ávíst vikutal. Og so eru tað lógir, ið loyva abort á ávísum førum.

Føroyska abortlóggávan er frá 1956 og loyvir abort í hesum serligu umstøðunum:

  • um viðgongan er til vanda fyri lív ella heilsu hjá kvinnu ella fostri
  • um talan er um neyðtøku ella blóðskemd
  • um vandi er fyri, at forstrið fær álvarslig kropslig ella sálarlig brek ella sjúku
  • um kvinnan verður mett óegnað at hava barn av kropsligum ella sálarligum orsøkum

Føroyska abortlógin kann lesast her.

Í Føroyum hava vit sostatt eina lóg, sum í ávísum førum loyvir abort, men sum í ongum førum setur persónin, sum er upp á vegin, í miðdepilin, og tí ikki virðir tey rættindi, sum gentur, kvinnur og persónar, sum kunnu gerast upp á vegin, hava.

Í Amnesty International halda vit, at fólk sjálvi skulu taka avgerðir um egnan kropp, lív, seksualitet og nøring. Tí halda vit eisini, at kvinnur í Føroyum skulu hava møguleika at velja abort, um tær ynskja tað.

KVINNAN SKAL AVGERA – IKKI LÆKNIN 

Í Amnesty International halda vit, at vit fólk sjálvi skulu hava rætt at taka avgerðir um egið lív, nøring og framtíð, men sambært føroysku abortlóggávuni hava kvinnur í Føroyum ikki hendan møguleikan, sjálvt um tær ynskja tað. 

Ein kommunulækni og ein serlækni í kvinnusjúkum á Landssjúkrahúsinum skulu meta um, hvørt kvinnan lýkur krøvini, ið lógin ásetur fyri at fáa abort.

Tá ið ein kvinna ynskir abort í Føroyum, skal hon fyrst til ein kommunulækna, og um kommunulæknin metir, at kvinnan lýkur krøvini í lógini, verður hon send á gynækologisku deildina á Landssjúkrahúsinum, har ein serlækni í kvinnusjúkum eisini skal gera eina meting av, um krøvini eru lokin. Metir serlæknin eisini at tey eru tað, fær kvinnan loyvi at taka abort. Metir serlæknin harafturímóti ikki, at kvinnan ger tað, fær hon ynskið um abort noktað.

Tað er revisvert fyri ein lækna at fremja eina abort, um krøvini í lógini ikki eru lokin, og tað er somuleiðis revsivert fyri hana, sum er upp á vegin, sjálv at bróta viðgonguna av.

 

Les frágreiðingina um tiltakið “Føroyska abortlógin og avleiðingar av henni” har m.a. Diana Reynstind, serlækni í kvinnusjúkum, umrøddi føroysku abortlógina út frá hennara sjónarmiði.


Rætturin at taka avgerðir um egið lív, seksualitet og nøring eru tryggjaði í altjóða mannarættindasáttmálum, og tí skulu tey eisini viðurkennast í innlendis abortlóggávu. Ein dagførd føroysk lóggáva má tryggja, at kvinnur kunnu fáa abort undir tryggum umstøðum við virðing fyri sínum ynski, tørvi og rætti – sum altjóða mannarættindi áseta.

ABORT OG MANNARÆTTINDI

Mannarættindini galda fyri okkum øll, og tey ymsu rættindini hanga tætt saman. Rætturin at taka avgerðir um egnan kropp, nøring, framtíð og rætturin til javnrætt, ikki at vera fyri mismuni umframt virðing fyri og verju av privatlívinum er staðfestur í altjóða mannarættindasáttmálum. Hava kvinnur ikki møguleikan at velja abort, verða m.a. hesi grundleggjandi mannarættindi ikki vird.

Les politikkin hjá Amnesty um abort

ÁHEITAN FRÁ NEVNDINI SUM HEVUR KVINNURÆTTINDASÁTTMÁLAN UM HENDI

“Seksual- og nøringarrættindi eru grundleggjandi rættindi. Ikki at virða hesi rættindi er eitt slag av kynjaðum harðskapi og er eitt brot á rættindini hjá kvinnum.”

– Nicole Ameline

Soleiðis sigur Nicole Ameline, sum er í nevndini, sum hevur kvinnurætindasáttmálan hjá ST um hendi. Hon vísur á, at Føroyar ikki virða rættindini hjá kvinnum.

STRONG ABORTLÓGGÁVA FØRUR TIL AÐRAR LOYSNIR

At kriminalisera abortir førur ikki við sær, at abortir ikki verða vera framdar. Sambært Alheimsheilsustovninum hjá ST, WHO, hevur strong abortlóggáva ikki við sær, at færri abortir verða framdar, men harafturímóti at abortirnar verða ótryggar. Í Føroyum síggja vit, at stranga abortlóggávan í Føroyum ger, at kvinnur í Føroyum verða noyddar at finna aðrar loysnir, t.d. at leita sær av landinum ella at snúgva sær í heilsuverkinum.

Ein avleiðing av føroysku abortlóggávuni er tí, at kvinnur í Føroyum ikki hava javnbjóðis møguleikar at fáa abort. Summar kunnu leita sær av landinum fyri at fáa abort, men hetta er ikki ein fíggjarligur møguleiki hjá øllum.

 

SKOMM OG STIGMA

Sambært luttakarunum á tiltaki, sum Amnesty skipaði fyri, verða kvinnur, sum taka abort stigmatiseraðar. Harumframt kenna tær eina skomm m.a. tí at kjakið um abort hevur verið so ógvusligt, staðfesta luttakararnir á tiltakinum. Lesið frágreiðingina um tiltakið “Føroyska abortlógin og avleiðingarnir av henni” her,

Abort í NLH

FØROYSKA ABORTLÓGIN OG AVLEIÐINGAR AV HENNI


Sunnudagin 4. septembur skipaði Amnesty Føroyar fyri tiltaki um abort. Leisð um Turið Debes Hentze, Turið Hermansdóttir, Dianu Reynstind, Hallberu West og Barbaru Gaardlykke Apol skifta orð um føroysku abortlógina og avleiðingar av henni út frá fakligum sjónarhornum, gransking og aktivismu.

Les frágreiðingina frá tiltakinum her.

 

“Abortum sleppa vit ikki undan. Tær eru komnar fyri at verða og tað vil tað altíð verða. Líka mikið hvussu nógv forboð eru, og hvørjum tú hóttir við. Tað vísur søgan og soleiðis er tað”
– 
Turið Debes Henze, sakførari 

MARIA GULDBRANDSØ TÓRGARÐ:

EG HEVÐI KENSLUNA AV, AT TEY DRÓGU TÍÐINA ÚT, SO EG IKKI KUNDI FÁA ABORTINA, EG YNSKTI

Maria Guldbrandsø Tórgarð er ein av fáu kvinnunum í Føroyum, ið hevur sagt okkum søguna, tá ið hon óætlað gjørdist upp á vegin, og varð noydd at stríðast við føroyska heilsuverkið fyri at fáa abortina, hon ynskti.

Les meira

DIANA REYNSTIND:

EG HEVÐI YNSKT, AT STÓRA AVGERÐIN IKKI LÁ Í MÍNUM HONDUM

 

Diana Reynstind er burðarfrøðingur og serlækni í kvinnusjúkum á Landssjúkrahúsinum, og er tí ein av læknunum, sum skal játta ella nokta kvinnum abort, tá ið tær hava ynski um tað. Dianu dámar illa hesa støðuna og hevur hon eitt vald, hon ikki ynskir at hava. 

Les meira

Í løtuni savna vit inn undirskriftir, har vit krevja, at føroyska abortlógin verður dagførd, so kvinnur kunnu fáa møguleikan at taka abort, um tær ynskja tað. 

Trýst á knøttin fyri at skriva undir.

NEYÐTØKUR OG NEYÐTØKUROYND

Við altjóða átakinum Mín kroppur míni rættindi, byrjaði Amnesty International í 2015 arbeiðið at tryggja kyns- og nøringarrættindini. Sumstundis sum Amnesty Føroyar arbeiddi fyri at bøta um viðurskiftini úti í heimi, setti Amnesty Føroyar sær eisini fyri at arbeiða við  hesum viðurskiftum í Føroyum:

  • Broytingar í revsilógini
    • Allar ásetingar um hjúnarlag skulu strikast. Neyðtøka innan hjúnarlag skal ikki geva linari revsing
    • Neyðtøka av verjuleysum skal ikki geva linari revsing
  • Løgreglan skal hava fastar mannagongdir, tá neyðtøka verður meldað
  • Tað skal verða møguleiki hjá neyðtøkuofri at fáa læknafrøðiliga kanning, sjálvt um neyðtøkan ikki verður meldað til løgregluna
  • Kunning til neyðtøkuoffur og avvarandi um mannagongdir, rættindi osfr
  • Neyðtøkuoffur skulu fáa bjóðað sálarfrøðiliga hjálp

1. mars 2022 komu vit á mál, tá ið Neyðtøkumóttøkan lat upp á Landssjúkrausinum.

Hvat hendur, tá ið persónur hevur verið fyri neyðtøku?

Samtykkislóg

1. juni 2022 kom nýggja neyðtøkulógin í gildi eftir vit høvu virkað fyri hesari lógarbroyting síðan apríl 2021.

Samtykkislógin staðfestir, at sex krevur samtykki. Hetta er ein lóg, sum endurspeglar veruleikan, tí hon virðir kropsliga sjálvræðið, tí hon tryggar betri rættartrygd og tí at hon er eitt gott grundarlag fyri einari hugburðs- og mentarnarbroyting.

Revsilógin er eitt útrykk fyri etisku og moralsku reglurnar og virðini í okkara samfelagi. Ein neyðtøkulóg, ið byggir á samtykki, staðfestir kropsliga og seksuella sjálvræðið og sjálvavgerðararrættin hjá hvørjum einstaka. Nú verður í lógini virðað, at øll hava rætt til sjálvi at taka avgerðir um egnan kropp, og at eingin annar skal taka hesa avgerð.

Nýggja ásetingin í neyðtøkulógini byggir á eitt (sjálvboðið) samtykki. Hetta merkir, at partarnir skulu tryggja sær, at samtykki er givið. Samtykki kann gevast á ymiskan hátt: við orðum, kropsmáli, ljóðum, atferð ella øðrum sum klárt vísur ein áhuga.

Les meira um samtykkislógina her.