
HVAT ER SAMTYKKI?
Fyri at hava sex, er ein fortreyt at tryggja sær, at allir partar eru við upp á at hava sex. Samtykkið skal sjálvandi vera givið sjálvboðið. At verða friðarlig/ur, ikki at siga “nei” og ikki at gera mótstøðu merkir ikki, at samtykkið er givið. Tað snýr seg um at siga ja.
Ert tú í iva, so spyr. Enn í iva, so lat vera.
Svevur persónurin ella er uttan vit, er ikki øguligt at samtykki.
SEX SKJÓT UM SAMTYKKI:
- Samtykki kann bara gevast. Ikki takast
- Samtykki kann tó altíð takast aftur
- Samtykki krevur vit
- Samtykki krevur hug
- Samtykki er ítøkiligt. Tað merkir, at JA til A merkir ikki JA til B, og eitt JA nú merkir ikki JA um eina løtu
- Sex krevur samtykki
SAMTYKKI – TAÐ ER LÆTT SUM TE
UPPTØKUR UM SAMTYKKI
Í 2016 skipaðu vit fyri tiltaki um samtykki. Niðan fyri eru upptøkur av framløgunum.