SKRIVA
FYRI LÍV
í 1962 byrjaði Amnesty International sum rørsla, har fólk skrivaðu brøv til og fyri fangar, sum av órætti vóru fongslaðir. Og vit skriva enn. Tí eftir so mongum árum kunnu vit staðfesta, at skriva brøv bjargar lívum og birtir vón.
Tá fleiri milliónir menniskju kring allan heim leggja trýst á lond og stjørnir, síggja vit úrslit. Í 1 út av 3 málum, sum vit skriva fyri, síggja vit ítøkiligar broytingar.
Hvør ár verða nøkur átrokandi mál tikin út – tað kann vera einstaklingar ella bólkar, sum á onkran hátt hava mist teirra rættindi, sum vit skriva fyri.
Í novembur og desembur skriva vit fyri lív, og øll kunnu luttaka. Tú kanst skriv sjálv/ur ella tú kanst bjóða vinum og familju til eitt kvøld, har tit skriva saman.
Her á síðuni vísa vit, hvørjum vit skriva fyri og hvussu brøvini kunnu skrivast.
Tað ber eisini til at brúka átakið í undirvísing í fólka- og miðnámsskúla. Hetta er ein góður máti at læra næmingar um onnur lond, aðrar mentaðir og sjálvandi eisini mannarættindi og hvussu tey sjálvi kunnu gera ein mun. Hugskot til, hvussu hetta kann gerast, finnur tú her.
Okkara heimasíða nýtir cookies fyri at geva tær eina betri brúkara uppliving sum gjørligt, sum samstundis er við til at gera tína ferð á síðuni so góða sum møguligt. Tú kann altíð broyta uppá tínar stillingar av cookies. Les meira í okkara privatlívspolitiki.
Hetta eru neyðugar cookies sum gera teir grundleggjandi stillingar á heimasíðuni, so at allar funkur virka sum tær skulu.
Um tú frábiir tær hesar cookies, kann tú koma út fyri at einkultar funkur ikki virka sum tær skulu.
Heimasíðan brúkar Google Analytics fyri at innsamla upplýsingar um vitjandi.
Lat hesa cookies vera aktiva fyri at hjálpa okkum at gera síðuna betri.
Vinarliga loyv neyðugar cookies áðrenn so vit kunnu goyma tínar stillingar!
Sí meira upplýsingar á okkara síðu um privatlívspolitikk