UNDIRVÍSING Í
MANNARÆTTINDUM     

Børn og ung hava rætt at kenna síni rættindi, og hava vit á hesi síðuni savnað tilfarð, ið kann brúkast í fólkaskúlanum í undirvísing í barna- og mannarættindum.

 UM UNDIRVÍSING Í MANNARÆTTINDUM 

næmingar

FLOKSHØLI VIÐ BARNARÆTTINDUM

Fá íblástur til, hvussu tú tryggjar eitt gott undirvísingarumhvørvi, tá tit í flokkinum arbeiða við barna- og mannarættindum.

Her er eisini íblástur at fáa til, hvussu barna- og mannarættindi kunna knytas at ávísum lærugreinum og evnum.

Skærmbillede 2020-07-21 kl. 16.36.36

MANNARÆTTINDI OG NÁMSFRØÐI

Hetta tilfarið snýr seg um, hvussu lærarar kunnu arbeiða við mannarættindum út frá einum námsvísindaligum sjónarhorni.

Skærmbillede 2020-07-26 kl. 23.44.50

MANNARÆTTINDAVINARLIGUR SKÚLI

Tilfar um, hvussu fólkaskúlin kann gerast meira mannarættindavinarligur.

Les faldaran

 TILFAR TIL UNDIRVÍSING – YNGRI NÆMINGAR

Skærmbillede 2020-07-22 kl. 11.19.06

ØLL BØRN HAVA RÆTT

Øll børn hava rætt er sangur, sum Kim Larsen hevur skrivað og snýr sangurin seg um barnarættindi. Sangurin er umsettur og innspældur á føroyskum her.

REYTT, GULT, GRØNT

REYTT, GULT, GRØNT

Endamálið við tilfarinum er at gera næmingarnar varugar við teirra málburð, og hvussu málburður ávirkar onnur og felagsskapin.

Skærmbillede 2020-07-21 kl. 11.09.02

RÚMDARVERAN KROKK

Krokk kemur av aðrari gongustjørnu, og er sendur á jørðina at kanna, hvussu vit skipa okkum her. Gjøgnum spurningar og brævaskifti við krokk, skulu næmingar svara ymiskum spurningum um teirra umstøður og rættindi. Men fyri at tey kunnu tað, eru ymiskar uppgávur, næminingarnir skulu gera.

Skærmbillede 2020-07-26 kl. 17.53.37

GULA STJØRNAN

Endamálið við tilfarinum er at hugsa um samleika og normar við støði í einum teknifilmi, ið snýr seg um at vaksa upp og vera trúgv/ur móti sær sjálvum.

Tilfarið er ætlað miðdeild

Børn hava rætt_BUM

MEIRA UM BARNARÆTTINDI

Hóast Barnarættindasáttmálin er galdandi fyri øll børn í heiminum, verða rættindi hjá børnum ikki altíð vird, heldur ikki í Føroyum. Løgtingið hevur tí gjørt av, at aftaná 1. oktober í 2014 skal Løgtingsins umboðsmaður hava eitt serligt eftirlit við, at føroyskir myndugleikar halda rættindini hjá børnum og ungum.
Her er tilfar um barnarættindi, sum er gjørt í samstarvi við Barnaumboði, Barnabata, Amnesty og Nám.

Skærmbillede 2021-01-05 kl. 14.57.26

BARNARÆTTINDASÁTTMÁLIN

Tak Barnarættindasáttmálan niður.

AMnesty tónar

AMNESTY SANGIR

Amnesty hevur givið tvær fløgur út.

í 1990: AMNESTY TÓNAR.

Í 2011: FRÆLS OG JAVNLÍK.

Sangirnir kunnu hoyrast á youtube.
Fløgurnar fáast við at seta seg í samband við okkum.

 TILFAR TIL UNDIRVÍSING – ELDRI NÆMINGAR

Skærmbillede 2020-07-22 kl. 10.45.28

HEIMSYVIRLÝSINGIN

Her verður øll heimsyvirlýsingin um mannarættindum løgd fram við spurningum, sum næmingarnir skulu svara uppá. Tilfarið leggur upp til kjak og umhugsan um hvørja einstaka grein.

G.G. tað hevur týdning, at vit gera greitt, at øll rættindini hanga saman, og at tey ikki kunnu raðfestast. Tí skal altíð eisini vísast til alla heimsyvirlýsingina, tá ein einstøk grein verður umrødd.

Write for rights 2018, Amsterdam

SKRIVA FYRI LÍV

Skriva fyri lív er árligt átak í November og Desember mánað hjá Amnesty, har allar deildir hjá Amnesty og fólk kring allan heima skriva brøv. Brøv sum bjarga lívum, brøv sum birta  vón.
Hvørt ár skipa vit fyri skrivitiltøkum, vitja skúlar og gera tilfar til skúlar at brúka.

A3-Bergur-Bussskýli-210-x-140-1024x681

KROPSLIGT RÆTTINDI

Vit hava øll rættind til krosligt sjálvræði. Tilfar at kjakast um kropslig rættindi og mørk.

off.-plakat

RÆTTINDI Á NETINUM

Okkara rættindi eru eisini galdandi á netinum. Hetta tilfarið er um samtykki m.a. um at leggja myndir út á netið. Tilfarið leggur upp til kjak og umhugsan.

Skærmbillede 2021-01-05 kl. 14.43.36

FÓLKADRÁP

Holocaustdagur verður hildin kring heimin 27. januar. Løgtingið samtykti í 2019 at gera henda dagin til almennan minningardag um Holocaust og onnur fólkadráp. Amnesty er við at fyriskipa dagin.

SPÆL: “PÅ FLUGT”
Amnesty hevur ment eitt spæl, har næmingar uppliva at vera á fer sum flótti.
Tak niður vegleiðing, spæliplátu, spurningar osfr.

Skærmbillede 2021-01-05 kl. 14.57.26

BARNARÆTTINDASÁTTMÁLIN

Tak Barnarættindasáttmálan niður.

Skærmbillede 2020-07-27 kl. 03.15.50

TALU- OG SKRIVIFRÆLSI

Tilfarið snýr seg um mannarættindi og talu- og skrivifrælsi.

Skærmbillede 2020-07-25 kl. 18.18.22

HOMOFOBI

Endamálið við tilfarinum er at styrkja tilvitskuna hjá næmingunum í mun til mannarættindi, homofobi og javnrættindi. Herundir styrkja tilvitskuna um normar, sex, samleika og kyn.

HEIMSYVIRLÝSINGIN

Heimsyvirlýsingin í stuttari útgávu.

 AMNESTY ACADEMY 

online_learning

AMNESTY ACADEMY

Snarskeið á enskum í ymsum mannarættindaspurningum.

 LEINKJUR 

Vit hava savnað leinkjur við undirvísingartilfari í mannarættindum:

 BÓKALISTI 

Vit hava gjørt ein lista við bókum, sum kunnu verða brúktar í undirvísing í barna- og mannarættindum:

SÍ BÓKALISTAN

  • Børn har ret til at kende deres rettigheder
    Nám, Býarbókasavnið TK
    Ætlað 7. – 10. flokk
    Barnarættindir, børn, uppvakstrarkor,
    menningarlond, mannarættindir, Sáttmálin um barnarættindi.
  • Lige rettigheder
    Býarbókasavnið TK
    Ætlað 7. – 10. flokk
  • Verdens børns grundlov
    Landsbókasavnið, Býarbókasavnið TK
    Med udgangspunkt i bl.a. FN’s Børnekonvention fortælles om børns rettigheder. Otte fiktive historier om børn, der har det svært, lægger op til samtale og debat.
  • Mit liv – min verden
    Nám, Landsbókasavnið, Býarbókasavnið TK
    Frá 2. flokki
  • Dreymurin um fría lívið: tríggjar frásagnir frá søgu teirra svørtu
    Nám, Landsbókasavnið,
    Býarbókasavnið TK,
    Ungdómsbók. Tríggjar søgur frá amerikansku suðurstatunum í trælatíðini, skrivaðar út frá veruligum hendingum. Søgurnar siga  frá eyðmýkjan av teimum svørtu trælunum, men eisini teirra  stoltleika og mentan, sum tey ongantíð mistu – hóast eyðmýkjan.
  • Barnahermaðurin
    Nám, Landsbókasavnið, Býarbókasavnið TK
    Søga fyri ung. Borgarakríggið í Moçambique nærkast bygdini, har 10 ára gamli Anselmo og 8 ára gamla systirin Lucinda búgva. Eftir eitt blóðbað noyðast systkini at flýggja, men verða tikin av geriljahermonnum.
  • Made in Vietnam
    Nám, Landsbókasavnið, Býarbókasavnið TK
    Søga fyri ung. 14 ára gamla Lan stríðist undir ómenniskjaligum viðurskiftum í einari verksmiðju í Vietnam, sum ger nýmótans ítróttarskógvar til ung í vesturheiminum. Lan noyðist at halda út, tí lønin tryggjar familjuni heima mat í munnin. Men so fær hon óvæntaða hjálp.
  • Dreingirnir
    Landsbókasavnið, Býarbókasavnið TK
    Um dagin gera dreingirnir seg inn á Kim og vinkonur hennara, Bellu og Momo, men um næturnar drekka tær nektarin úr einari ótrúligari blómu, sum broytir tær til dreingir. Kim vil hava meira av frælsinum, ið hon upplivir í dreingjakroppinum og verður sum drongur forelskaður í Tony. Sambandið teirra millum verður merkt av spenningi og freistingum, og Kim verður drigin inn í ein heim, sum verður villari og vandamiklari.
  • Emilia, Samuel og Kanariuoyggjarnar
    Nám, Býarbókasavnið TK, Landsbókasavnið,
    Søga fyri ung. Um fimtan ára gomlu Emiliu úr Noregi og átjan ára gamla Samuel úr Ghana.
  • Oliver Twist
    Krabbabók: Býarbókasavnið TK
    Ymiskar útgávur: Landsbókasavnið
  • Leið meg Samira
    Nám, Landsbókasavnið, Býarbókasavnið TK
    Nadim er komin til Danmarkar úr einum øðrum landi, og nú skal hann ganga í skúla einsamallur fyri fyrstu ferð. Men Nadim torir ikki at ganga einsamallur, tí hann er bangin fyri at villast, og hann ræðist bilar, fullar menn, stórar hundar og stórar dreingir. Tí hevur hann læst seg inni á kamarinum og vil ikki koma út.
  • Zenobia
    Nám, Landsbókasavnið, Býarbókasavnið TK
    Teknisøga. Ein fiskibátur, ovurfyltur við flóttafólki, hvølvist í Miðjarðarhavinum. Umborð á bátinum er gentan Amina, sum druknar saman við øllum hinum umborð. Meðan hon søkkur, verður hennara stutta lívssøga søgd í flashbacks eins og á filmi.
  • Børnini á Frostmofjalli
    Landsbókasavnið, Býarbókasavnið TK
    Ein vetrardag koma sjey svong og illa á holdum komin foreldraleys børn strevandi gjøgnum skógin. Tey eru einsamøll á ferð, og tey eru flýggjað undan hungursneyð og fátækragarði.
  • Eldsins loyndarmál
    Nám, Landsbókasavnið, Býarbókasavnið TK
    Søga fyri ung. Sofía er 12 ára gomul og býr í Mosambik. Hon missir bæði beinini og systirin doyr, tá tær av óvart traðka á eina av mongu minunum, sum liggja grivnar ymsa staðni í jørðini. Hóast hetta letur Sofía seg ikki kúga.
  • Ferðin til Amerika
    Nám, Landsbókasavnið, Býarbókasavnið TK
    Søga fyri børn. Tvey børn avgera at fara longu leiðina til Amerika at royna eydnuna.
  • Súkklutjóvurin
    Landsbókasavnið, Býarbókasavnið
    Sanna fekk nýggja súkklu í føðingardagsgávu, men morgunin eftir er hon burtur. Hvør man hava tikið hana? Ein bók um at missa okkurt og hjálpa øðrum. Og um at finna ein vin.
  • Gentan á tekjuni: ein kærleikssøga
    Nám, Landsbókasavnið, Býarbókasavnið
    Brævaskifti millum tvey børn, sum hava ymiskar liviumstøður. Tey eru tann fátæka og forvitna Ebba, sum er 12 ár, og tann ríki og einsamalli Lennart, ið situr í koyristóli.
  • Um krýggja var í Norðurlondum
    Landsbókasavnið, Býarbókasavnið TK
    Høvundurin bjóðar lesaranum at gera eina hugaroynd. Við at venda sjónarhorninum á fær hon okkum at skilja, hvat tað í veruleikanum merkir at vera flóttafólk.
  • Huckleberry Finn og ævintýr hansara
    Nám, Landsbókasavnið, Býarbókasanið TK
    Søga fyri børn. Huckleberry Finn orkar ikki longur at búgva í einum húsum og at ganga í nýggjum klæðum, sum skriða. Hann fer eina ferð eftir Mississippi ánni, og har upplivir hann mong ævintýr.

    Myndabøkur
  • Álvur og hermannapápin
    Nám, Landsbókasavnið, Býarbókasavnið TK
  • Hin stóra bókin um familjur
    Nám, Landsbókasavnið, Býarbókasavnið TK 
    Familjur eru ymiskar. Vit fara ein túr við teimum út at ferðast, til arbeiðis, í skúla og fáa eitt sindur at vita um kelidýr, kenslur, familjutræ og nógv annað.
  • Trøllalív
    Nám, Landsbókasavnið, Býarbókasavnið TK
    Í fleiri hundrað ár var tað soleiðis í trøllabygdini, at trøllkonurnar svóvu. Tær kókaðu mat og svóvu, bøttu klæðir og svóvu -hvønn dag. Men so ein dagin klárvaknaði ein trøllamamma brádliga, og so broyttist alt.
  • Kennir tú Pippi langsokk
    Nám, Landsbókasavnið, Býarbókasavnið TK
    Myndabók um heimsins sterkastu gentu, Pippi, sum dugir so væl at hava tað stuttligt, og ikki leggur petti í, hvat hini halda.
  • Eta gras
    Nám, Landsbókasavnið, Býarbókasavnið TK
    Imani Lillian Mau dámar alt. Klintra ovast upp í trø, telja til hundrað og eitt og fara eftir vatni hinumegin fjallið. Onki kann steðga henni.
  • Hin dagin tá ið Fríðrikur var Fríða: Hin dagin tá ið Rebekka var Rasmus
    Nám, Landsbókasavnið, Býarbókasavnið TK
    Tvær søgur um ein drong og eina gentu, sum ein morgunin vakna og eru hitt kynið. Vit fylgja børnunum ein dag bæði heima og í barnagarðinum og hoyra um, hvat vit vænta og krevja av teimum í mun til, um tey eru genta ella drongur.
  • Farvel til Absurdistan : 5 – ligestilling mellem kønnene
    Býarbókasavnið TK
    Tag med danske Victoria og Harry Remain fra England på en tur rundt i hele verden på kosteskafter og oplev hvordan det går med ligestilling mellem kønnene. Undervejs møder de en energisk Pippi Langstrømpe-type og berømte heltinder fra fortid og nutid.