SKRIVA FYRI LÍV – Í SKÚLANUM

Amnesty byrjaði sum rørsla í 1962 við at skriva brøv, og vit skriva enn. Hvørt ár í novembur og desmbur skriva fleiri hundrað føroyingar og fleiri milliónir menniskju kring allan heim brøv til og fyri fólk, sum hava verið fyri órætti.

Í einum av trimum málum, sum vit skriva brøv fyri, síggja vit ítøkiligar broytingar. Túsundavís av brøvum hava ført við sær, at fólk eru vorðin leyslatin, hava fingið eina rættvísa rættargongd, hava fingið betraðar umstøður.

Skriva fyri lív kann gerast ein partur í undirvísingini. Næmingarnir kunnu læra um mannarættindi, um felagsskapir, um lond og mentanir.

Vit hava fyrireikað eitt boð uppá, hvussu hendan undirvísingin kann gerast.

 

NÆMINGAR SKRIVA FYRI LÍVI

Skúlaflokkar eru eisini bodnir við at luttaka í Skriva fyri lív.

Skriva fyri lív kann verða ein partur í undirvísing í mannarættindum ella tit kunnu velja at bara skriva brøvini. Altjóða mannarættindadagur er 10. Desembur, og tá er jú gott høvi at undirvísa næmingum í teirra rættindum, og hvussu tey sjálvi kunnu verða við í stríðnum fyri rættindum hjá øðrum menniskjum.

At skriva brøv er ein ítøkiligur máti at hjálpa uppá, og okkara royndir siga okkum, at næmingar gleðast um at kunnu hjálpa øðrum og gerast ein partur av stríðnum fyri einum betri heimi.

EIN PARTUR AV UNDIRVÍSINGINI

Um tú ynskir at knýta frálæru í mannarættindum og/ella brævaskriving at ávísum lærugreinum, hava vit nøkur hugskot til, hvussu hetta kann gerast.

Málini, vit skriva fyri, eru eitt gott grundarlag fyri etiskum og moralskum kjaki um rættindi, ábyrgd og skyldur. Næmingarnir fáa styrkt teirra fatan av umheiminum og okkara sambandi við onnur lond og menniskju.

Søga og samfelagsfrøði: her kundi verið undirvíst í heimsyvirlýsingini hjá ST og hvussu vit yvirhøvur fingu yvirlýsingina at byrja við. Í eldru flokkunum kundi eisini verið komið inn á ST, um felagsskapir, demokrati og rættarsamfelag og politiskar ideologir. Eisini ber til at koma inn á søguna og støðuna hjá ávísa landinum.

Føroyskt, danskt, enskt, spankt og franskt: næmingarnir kunnu fáa vitan um, hvussu ávís orð og ávíst mál kann rigga. Hetta kann læra tey at úttrykkja seg klárt og samanhangandi í einum formi, sum hóskar seg til slagi av brævi og støðuna. Og er málið frá einum landi, hvør mál næmingarnair læra, er jú euðsæð at skriva brævið á hesum máli.

Landalæra: her ber til at koma inn á heimspartar, lond og mentanir.

Moses var bert 16 ára gamal, tá hansara gerandisdagur fekk ein bráðan enda. Hann varð skuldsettur fyri at stjala tríggjar fartelefonir og fekk deyðarevsing. Umframt hetta hevur hann eisini verið fyri píning í varðhaldinum. Alt hetta hendi í 2005 og sostatt hevur Moses brúkt 10 ár av sínum lívi í varðhaldi, og seinastu 8 árini í einum fongsli so mikið langt burtur frá síni familju, at hann bert hevur sæð tey tvær ferðir um mánaðin. Nú verður hann enduliga leyslatin, men Moses er bert ein av fleiri, sum fáa slíka órættvísa og ómenniskjasliga viðferð í Nigeria.

 Soleiðis riggar tað 

1. AMNESTY KANNAR MANNARÆTTINDABROT KRING ALLAN HEIM
2. NØKUR MÁL VERÐA VALD ÚT TIL ÁTAKIÐ “SKRIVA FYRI LÍV”
3. FÓLK KRING ALLAN HEIM SKRIVA BRØV
4. BRØVINI KOMA FRAM
5. VÓN BIRTIST. FANGAR VERÐA LEYSLÆTNIR. UMSTØÐUR VERÐA BETRAÐAR
6. AMNESTY FÆR AFTURMELDINGAR, SUM VÍSA, AT BRØVINI GERA MUN

 HESUM SKRIVA VIT FYRI Í ÁR 

TÁ MÁLINI, VIT Í ÁR SKRIVA FYRI, ERU KLÁR, VERÐA TEY LØGD ÚT HER.