BARNARÆTTINDI

Børn eru nakað serligt, og tí hava børn eisini nøkur heilt serlig rættindi. Hesi rættindini eru staðfest í Barnarættindasáttmálanum hjá Sameindu Tjóðum, ST.

NÝGGJ BARNARÆTTINDAPLAKAT

Vit hava fingið eina nýggja barnarættindaplakat. Plakatin er vælegnað til undirvísing í barnarættindum. Les meira um plakatina og hugskot til, hvussu tú sum lærari ella foreldur kanst brúka plakatina sum útgangsstøði til prát um barnarættindi.

UNDIRVÍSING Í MANNARÆTTINDUM

Vit hava savnað ymiskt tilfar um undirvísing í barna- og mannarættindum. Her eru vegleiðingar til, hvussu tú sum lærari kanst fáa barna- og mannarættindi í undirvísingina, her er undirvísingartilfar, ein langur bókalist og viðkomandi spøl. Tilfarið er at finna her.