NÝGGJ BARNARÆTTINDAPLAKAT

 

Nýggju barnarættindaplakatina hjá Amnesty Føroyum hevur Lena Nicolajsen málað. Plakatin lýsir ymiskar gerandisstøður hjá børnum, sum kunnu knýtast at barnalívi og barnarættindum. Umframt at plakatin er prýðilig, kann hon eisini brúkast sum útgangsstøði til prát og undirvísing um barnarættindi. 

Børnini á plakatini eru øll ymisk – bæði í útsjónd, førleikum og áhugamálum. Øll børnini eru ymisk og øll eru tey javnlík.

Um barnarættindasáttmálan

Barnarættindasáttmálin er eitt slag av altjóða lóg, sum flestu lond hava staðfest skal vera galdandi í teirra landi. Í Barnarættindasáttmálanum eru týdningarmiklar reglur, sum eru galdandi fyri øll børn og ung undir 18 ár. Reglurnar kallast rættindi, og øll børn hava hesi rættindi.

Barnarættindasáttmálin hjá Sameindu tjóðum (ST) var samtyktur í 1989. Limalondini í ST vórðu tá samd um, at lond skulu ansa eyka væl eftir børnum, og tí vóru serligar reglur gjørdar fyri børn. Barnarættindasáttmálin er galdandi fyri øll børn uttan mun til kyn, húðarlit, mentan ella átrúna.

Føroyar hava eisini undirskrivað Barnarættindasáttmálan, og hetta merkir, at myndugleikarnir í Føroyum, t.d. kommunur, barnaverndir, politi og skúlar skulu tryggja, at hesi rættindini hjá børnum verða vird.

 

Ein stytt útgáva av barnarættindasáttmálanum kann lesast her, og her kann allur barnarættindasáttmálini lesast.

Soleiðis kanst tú brúka plakatina

Plakatin kann brúkast sum grundarlag fyri einum práti ella undirvísing í barnarættindum.

Hetta kann sjálvandi gerast upp á nógvar ymiskar mátar. Um tørvur er á íblástri, hava vit gjørt nøkur uppskot til, hvussu prátið kann gerast. 

Niðanfyri eru myndir av ymsum støðum úr plakatini. Við síðinar av myndunum eru greinirnar í barnarættindasáttmálanum, sum støðurnar taka støði í. Vit hava stytt greinirnar, men ein fullfíggjað føroysk útgáva av barnarættindasáttmálanum kann lesast her.  

Eitt hugskot er, at børn, saman við ella við hjálp frá lærarum ella øðrum vaksnum, kunnu práta um tað, tey síggja á plakatini. 

Undir myndunum eru eisini nakrar uppgávur og leinkjur til tilfar, sum kann nýtast til at arbeiða víðari við barnarættindum.  

Øll ymisk øll javnlík

Øll ymisk øll javnlík 1

Barnarættindasáttmálin

Grein 2: Rættindi fyri øll
Øll rættindi galda fyri øll børn – uttan mun til útsjónd, trúgv o.s.fr.

Grein 3: Barnavernd
Samfelagið hevur skyldu til at tryggja áhugamálið hjá barninum, og at gera reglur sum verja barnið. 

Grein 30: Minnilutar
Barnið, sum hoyrir til ein minnilutabólk, hevur rætt til sína egnu mentan, trúgv og mál. 

Støða
Hendan støðan lýsir ymisk børn, sum eru ymisk t.d. børn við ymiskum húðarliti, hárliti og eitt barn, sum situr í koyristóli. Hóast børnini eru ymisk, stuttleika tey sær saman, og hjálpa hvørjum øðrum at taka lut.

Tilfar

Tekniuppgáva: Sjálvsmyndir
Børnini tekna seg sjálvi, og síðani kunnu tey práta um myndirnar. Prátið kann snúgva sum um, hvussu tey eru eins, men eisini hvussu tey eru ymisk.

Rúmdarveran Krokk
Undirvísingartilfar hja Amnesty Føroyum um rúmdarveruna Krokk. Fyrsta uppgávan í tilfarinum,“Hvørji eru vit”, er viðkomandi til hesa støðuna, so børnini hugsa um, hvørji vit eru sum menniskju. 

Barnabati – Øll Hava rætt
Sangur hjá Barnabata um barnarættindi.

Hugskot til prát í flokkinum

  • Hevur nakar verið í einum øðrum landi? Hvussu var tað øðrvísi frá Føroyum? Tosaðu tey føroyskt í landinum? Hvat fyri mál tosaðu tey? Ótu tey skerpikjøt í landinum? Hvønn mat ótu tit, meðan tit vóru í landinum? Dansaðu tey føroyskan dans í landinum?  
  • Kenna tit nakran, sum kemur úr einum øðrum landi? Duga tey eitt annað mál enn føroyskt? Halda tey jól? Ella hátíðarhalda tey onkra aðra høgtíð?  
  • Er tað nakað, sum bara dreingir kunnu gera? Er tað nakað, sum bara gentur kunnu gera? Hvør avgerð, at tað skal vera so? Hvat hendur, um ein genta ger okkurt sum bara dreingir gera og øvugt?
  • Hvat merkir tað at virða hvønn annan? Hvussu vísa vit hvørjum øðrum viðring?

Børn, ið bera brek

Børn ið bera brek 1

Barnarættindasáttmálin

Grein 23: Børn ið bera brek
Barnið, ið ber brek, hevur eisini rætt til eitt gott lív. 

Grein 24: Heilsa
Barnið hevur rætt til góða heilsu og at fáa læknahjálp.

Støða
Á myndini eru tvey børn við ein garð. Gentan, sum situr á garðinum, hevur eitt sólblómuband um hálsin.  

Hugskot til prát í flokkinum

  • Hvat merkir tað at bera brek? Kenna tit nakran, sum ber eitt brek? 
  • Hví er gentan á myndini í einum sólblómubandi? 
  • Síggja tit nakað annað barn á plakatuni, sum ber brek? 
  • Hvussu kann tað ávirka børn, um tey bera brek? 

Siga sína hugsan

Siga sína hugsan 1

Barnarættindasáttmálin

Grein 12: Siga sína hugsan
Barnið hevur rætt at siga sína hugsan. 

Grein 13: Nema sær vitan
Barnið hevur skrivi- og talufrælsi og rættin til at taka ímóti og lata frá sær upplýsingar og áskoðanir. 

Grein 14: Egna trúgv
Barnið hevur rætt til at hava sína egnu trúgv. 

Grein 15: Stovna feløg
Barnið hevur rætt til at stovna og vera við í feløgum.  

Støða
Á myndini eru nøkur børn savnaði. Tey sita og lurta eftir einari gentu, sum fortelur teimum okkurt. Eitt av børnunum á myndini er í ferð við at gera eitt mótmælisskelti við tekstinum “Lurtið eftir okkum”.  

Tilfar

Mótmælisskelti
Børnini í flokkinum kunnu gera teirra egnu mótmælisskelti. Børnini skulu finna útav, hvat tey vilja mótmæla, og hvat tey vilja skriva ella tekna á teirra skelti. Tað ber eisini til at práta um, hvussu børnini høvdu mótmælt, og um hvussu mótmæli eiga at fara fram á ein friðarligan hátt, hóast fólk eru ónøgd við støðuna.   

 

Hugskot til prát í flokkinum

  • Hvat merkir tað, at siga sína hugsan? Er tað umráðandi, at børn sleppa at siga sína hugsan? Hví?  
  • Hvønn kunnu børn siga sína hugsan við? 
  • Hvussu skal ein siga sína hugsan? Er tað t.d. í lagi at siga okkurt ljótt um onnur? Hvussu fáa vit tað, tá onnur tosa ljótt við okkum? 
  • Hví hevur gentan skrivað “Lurtið eftir okkum” á eitt skelti? Hvat skal hon brúka skeltið til? Vita tit, hvat ein mótmælisgonga er? Hví fara fólk til mótmælisgongur? Um tit høvdu farið til mótmælisgongu, hvat høvdu tit so mótmælt og skrivað á tykkara skelti? 

Eitt gott lív

Barnarættindasáttmálin

Grein 26: Rætt til eitt gott lív
Barnið hevur rætt til eitt gott lív.

Støða
Á myndini síggja vit eini hús við flaðtekju. Eisini síggja vit eitt barn sum deilir mat út, og eitt barn sum situr og etur

Tilfar

Oyðin oyggj
Børnini skulu ímynda sær, at tey eru á einari oydnari oyggj. Tey sleppa bert at hava 5 ting við. Børnini skulu tekna hesi 5 tingini. Prátið í flokkinum aftaná, um hvat tey hava valt at hava við og hví. 

 

Hugskot til prát í flokkinum

  • Hvat merkir at hava eitt gott lív? Hvat ger eitt lív gott?
  • Hvat høvdu tit gjørt, um tit ikki høvdu eitt hús at sova í í nátt? Hvat høvdu tit saknað mest?  
  • Hvat høvdu tit gjørt, um tit ikki høvdu mat heima? Hvønn mat høvdu tit saknað mest?  
  • Halda tit, at tað eru summi børn, sum hvørki hava hús ella mat?  

Lærdómur og vitan

Barnarættindasáttmálin

Grein 17: Týdningur av fjølmiðlum
Barnið hevur rætt til at vita hvat hendur í heiminum (bøkur, bløð, útvarp, sjónvarp). 

Grein 28: Undirvísing og skúlagongd
Barnið hevur rætt til ókeypis undirvísing.

Grein 29: Endamálið við undirvísing
Samfelagið hevur skyldu at tryggja barninum undirvísing og at menna tað til eitt virðiligt lív sum vaksin.  

Støða
Á myndini síggja vit eina gentu sum situr og lesur í eini bók.  

Tilfar

Floksreglur
Børnini kunnu gera reglur um, hvussu tey vilja
, at tey skulu fara við hvørjum øðrum í flokkinum.

 

Hugskot til prát í flokkinum

  • Hví halda tit, at vit skulu vit ganga í skúla? Hví er tað umráðandi at læra at lesa og rokna? Hvat hevði tú ynskt at lært, sum tú enn ikki hevur lært?
  • Hvussu hevði tað verið, um vit ikki høvdu ein skúla ella bøkur at læra frá? Eru tað summi børn, sum ikki sleppa at ganga í skúla? Hvat gera tey ístaðin?  
  • Hvussu skulu vit fara við hvørjum øðrum í flokkinum?  

Frítíð og spæl

Barnarættindasáttmálin

Grein 31: Frítíð og hvíld
Barnið skal hava frítíð og tíð at spæla.

Støða
Børnini á hesari myndini spæla í ánni. Eitt barn hevur ein glúp í hondini, og hjálpur einari gentu yvir um ánna. Eisini síggja vit eitt barn hugna sær í náttúruni saman við einum hundi, meðan hann eygleiðir ein firvald.

Hugskot til prát í flokkinum

  • Hvat dámar tykkum væl at gera í tykkara frítíð? Dáma tit at tekna, sparka fótbólt, spæla playstation, hyggja film ella okkurt annað?  
  • Ganga nøkur av tykkum til okkurt frítíðarítriv? Eru tað børn, sum ikki kunnu ganga til frítíðarítriv? 
  • Hví halda tit, at tað er umráðandi at børn hava frí? Hvat hendur, um ein ikki hvílur seg? 

Friðardúgvan

Dúgva 1

Hvíta dúgvan er ímyndin av friði, og at øll
børn og vaksin hava rætt til at liva í friði
og tryggleika. Hon minnir okkum á, at vit skulu
vera góð við hvønn annan, og hava viðring
fyri hvørjum øðrum.  

Trýstið her, um tit vilja klippa eitt mynstur
av einari friðardúgvu. 

Ljósið

Ljósið 1

Kertilljósið við píkatráði er ímyndin
av einari rørslu av fólkum, sum vilja vera við
at skapa ein heim, har øll menniskju hava
tað gott. Ljósið hevur sítt egna lív,
og sløknar ongantíð.  

Síggja tit nakað barn á plakatini,
sum heldur í einum ljósi?
Hví heldur barnið í ljósinum?