MISMUNUR OG RASISMA
Mismunur rakar sjálvan kjarnan í tí at vera menniskja. Hann ger seg inn á rættindini hjá fólki, bara tí at tey eru tey, tey eru, og trúgva tí, tey trúgva. Mismunur er skaðiligur og setur skorður undir ójavna.
Vit hava øll rætt til at verða javnt viðfarin uttan mun til rasu, etnisitet, tjóðskap, stætt, kastu, átrúnað, trúgv, kyn, kynsliga sannføring, kynsamleika, kyneyðkenni, aldur, heilsu ella aðra støðu. Kortini frætta vit alt ov ofta hjartanívandi søgur um fólk, sum verða illa viðfarin, bara tí at tey hoyra til “annan” bólk enn tey, sum hava vald ella á annan hátt eru í framíhjástøðu.
Tað er mismunur, tá ið borgarar ikki sleppa at útinna síni mannarættindi ella onnur løgfrøðilig rættindi á jøvnum føti við onnur orsakað av ógrundaðum skilnaði í politikki, lóggávu og viðferð. Arbeiðið hjá Amnesty International hevur støði í meginregluni um ikki at gera mismun. Sum vit arbeiða við nærsamfeløgum um allan heim, bjóða vit mismunarelvandi lóggávu og skipanum av fyri at tryggja, at øll menniskjur sleppa at útinna síni rættindi á jøvnum føti.
HVAT FREMUR MISMUN?
Kjarnin í øllum mismuni eru fordómar, sum byggja á samleikahugtøk og tørvin á hoyra til ávísan bólk. Hetta kann elva til skilnað, hatur og enntá, at fólk við frábregðandi samleika verðagjørd ómenniskjalig.
Nógvastaðni í heiminum vinnur skuldsetingar- og ræðslupolitikkur fram. Ótolsemi, hatur og mismunur skapa alt størri gjáir í samfeløgunum. Ræðslupolitikkurin rekur fólk frá hvørjum øðrum, tá ið leiðarar málbera seg eitrandi og lasta ávísar bólkar fyri sosialar og fíggjarligar trupulleikar.
Stjórnir seta skorður undir egið vald og óbroytta støðu við opið at rættvísgera mismun í navninum á morali, átrúnaði ella hugsjón. Mismunur kann vera grundfestur í innlendis lóggávu, hóast hann er brot á altjóðarætt – eitt nú tá ið abort verður gjørd revsiverd og grundleggjandi heilsutænastur verða sýttar fólki við barn. Myndugleikarnir kunnu enntá meta ávísar bólkar at hava serligt lyndi til at vera lógbrótarar, bara orsakað av hvørjir ið teir eru, til dømis fátæk, innfødd ella svørt.
HVAT KREVUR AMNESTY?
Stjórnirnar skulu:
- sleppa sær av við mismunarelvandi lóggávu og sleppa øllum leysum, sum eru fongslað orsakað av slíkari lóggávu,
- verja øll – sama hvørji ið tey eru – fyri mismuni og harðskapi,
- samtykkja lóggávu og politikkir, sum fremja inklusión og fjølbroytni í øllum samfelagnum, og
- seta tiltøk í verk til at basa teimum grundleggjandi orsøkunum til mismun, m.a. við at bjóða eintáttaðari vanahugsan og hugburði, sum styðja upp undir mismun, av.
Mismunur vegna ætt ella tjóðbólk
Rasisma ávirkar øll heimsins lond. Hon sýtir miðvíst fólki mannarættindi bara vegna húðarlit, ætt, tjóðbólk, uppruna (eisini kastu) ella tjóðaruppruna. Ótálmað rasisma kann gerast gróðrarbotnur undir víðfevndum ræðuleikum sum fólkamorðinum í Ruanda í 1994 og fyri kortum apartheid og etniskari útreinsing av rohingyum í Myanmar.
Í India eru dalitar fyri mannarættindabrotum, sum fólk úr teimum vanligastu kastunum eru fyri. Orsakað av valdandi mismunarhugburði, sum ikki tekur brotsverk ímóti dalitum í álvara, kannar løgreglan mangan ikki hesi brotsverkini, sum millum annað fevna um hópneyðtøku, morð og at leggja heim í oyði.
Amnesty International hevur eisini skjalprógvað, at romafólk í milliónatali eru fyri víðfevndum mismuni í Evropa. Tey verða hótt við at verða burturflutt við tvingsli, eru fyri løgregluágangi, og børniniverða atskild í skúlanum.
Mismunur móti teimum, sum ikki eru ríkisborgarar, stundum kallaður fremmandahatur, byggir ofta á rasismu ella hugsanir um at halda seg verið betri enn onnur, og ofta leggja politikarar, sum hava tørv á onkrum at lasta fyri sosialar ella fíggjarligar trupulleikar, brenni aftur at eldinum.
Síðan 2008 er harðskapur fleiri ferðir kyknaður í Suðurafrika móti flóttafólki, friðskjólsumsøkjarum og tilflytarum úr øðrum afrikanskum londum. Fólk eru myrd, og eldur er settur á handlar og virkisbygningar. Í summum førum hava politikarar kynt upp undir harðskapin við hatskum orðalag, har ið útlendskir ríkisborgarar av órøttum eru skírdir “brotsfólk” og lagdir undir at ovbyrja heilsuverkið.
Mismunur hevur eisini eyðkent, hvussu myndugleikarnir hava umrøtt flóttafólk og friðskjólsumsøkjarar aðrastaðni í heiminum. Í londum, sum taka ímóti flóttafólki og friðskjólsumsøkjarum, síggja mong støðuna sum eina kreppu, og leiðarar og politikarar gera sær dælt av óttanum í fólkinum og lova og stundum samtykkja órímiligar og ólógligar politikkir.
Í Amnesty International eru vit ósamd í, at talan er um eina talkreppu. Talan er um eina samhugakreppu. Orsakirnar, sum reka familjur og einstaklingar á flótta, og tann stuttskygda og veruleikafjara framferðin hjá politikarum eru trupulleikin.
Hvat meina vit við rasurættvísi?
Í sambandi við mannarættindi snýr arbeiðið við rasurættvísi seg um at fara longri enn bara at royna at forða fyri rasumismuni á einstaklingastigi við samstundis at royna basa bygnaðarligari kúgan. Tað fevnir um at arbeiða fyri skipanarligum broytingum og loysnum við at varpa ljós á og basa teimum grundleggjandi orsøkunum til rasukúgan, sum umskarast við fedraveldi, hjálandaveldi, trælahald og fíggjarligan ójavna.
Kjarnin í hesum arbeiðinum eru røddirnar hjá teimum, sum eru fyri rasuórættvísi, og mannarættindabrotini, sum tey hava verið fyri orsakað av skipanarligari rasismu.
Hvat er skipanarlig rasisma?
Skipanarlig (systemisk) rasisma kann allýsast sum politikkir, sum seyra gjøgnum heil samfeløg og alsamt geva summum órættvísar fyrimunir, meðan onnur verða órættvíst og illa viðfarin, alt vegna ættarslag.
Skipanarlig rasisma finst í ymsum líki:
- Tá ið ein bólkur við sínum virðum og vanum verður flokkaður sum ”normalur” og aðrir sum ”ónormalir”.
- Politiskt vald at sýta littum grundleggjandi rættindi og at brúka statsvaldið til halda rasuskilnaði og ójavna uppi.
- Sosialt vald at sýta littum fulla inklusión ella limaskap í felagslívinum.
- Fíggjarligt vald, sum gevur hvítum framíhjárættindi við atliti at starvsstaðseting, framflyting, ríkidømi og ognarsavning.
Hvussu ávirkar rasumismunur samfelagið?
Í altjóðarætti sipar rasumismunur til ”ein og hvønn skilnað, útihýsing, avmarking ella framíhjárætt vegna rasu, húðarlit, slag, tjóðaruppruna ella etniskan uppruna, sum hevur sum endamál ella avleiðing, at viðurkenningin, njótingin ella útinningin á jøvnum føti av mannarættindum og grundleggjandi frælsisrættindum á politiska, fíggjarliga, sosiala ella mentanarliga økinum ella á øðrum øki í almenna lívinum verður gjørd til einkis ella versnar”.
Rasumismunur kann fevna um svørt og onnur rasialiserað samfeløg. Hann kann umskarast við átrúnaðarligar og etniskar minnilutar og koma fyri í ymsum líki, tá ið hann verður vendur ímóti flóttafólki. Rasmismunur kann ávirka samfeløg og lívið hjá fólki á so mangan hátt.
Løgregla og revsirættarskipan
Um allan heim eru løgregluskipanir oyðilagdar av mannagongdum, sum elva til rasumismun. Millum teirra, sum hesar mannagongdirnar raka lutfalsliga harðast, teljast svørt, dalitar, adivasiar, muslimar ogonnur rasumarginaliserað samfeløg.
Hesi verða rasuprofilerað, handtikin ólógliga, viðfarin niðrandi og ómenniskjaliga og eru fyri løgregluharðskapi, sum stundum kostar lív. Tey eru eisini undir herdum samleikaeftirliti og verða handtikin og fongslað fyri rúsaevnabrotsverk, smábrotsverk og fyri at órógva almenna friðin umframt fyri brotsverk í sambandi við tilflyting og sexarbeiði.
Til dømis raktu tiltøkini í sambandi við covid-19-heimsfarsóttina marginaliseraðar einstaklingar og bólkar lutfalsliga harðari enn onnur. Í Brasil verður ”kríggið móti rúsevnum” brúkt til at rættvísgera óneyðuga og óhóvliga valdnýtslu, m.a. uttanrættarligar avrættingar. Hetta hevur kostað afro-brasiliarum í túsundatali í sonevndum favelabýlingum lívið.
Tilflytarar, flóttafólk og friðskjólsumsøkjarar
Vit hava sæð eitt ræðandi rák við skipanarligum mismuni, eisini harðskapi móti tilflytarum, flóttafólki og friðskjólsumsøkjarum. Tann grova viðferðin, sum í summum førum hevur verið brotsverk sambært altjóðarætti, hevur rakt svartar tilflytarar, flóttafólk og friðskjólsumsøkjarar lutfalsliga harðast.
Í Tunesia birtu rasistiskar viðmerkingar hjá forsetanum í eina bylgju av harðskapi móti svørtum í landinum, m.a. álop á svartar tilflytarar og lesandi, sum tunesiskir myndugleikar síðan tagdu burtur.
Í Katar eru gestaarbeiðarar – serliga úr Afrika og Suðurasia – fyri mismuni á fleiri økjum vegna tjóðaruppruna og rasu, m.a. á lønarøkinum.
Av tí at evropeiskir politikarar royna at forða fyri tryggum og lógligum farleiðum – við at reka fólk aftur og gera tað revsivert at hjálpa fólki – eru tilflytarar, flóttafólk og friðskjólsumsøkjarar í alt størri mun noydd at leita sær ótryggar farleiðir fram at evropeiskum landamørkum.
MÁL: BANNIÐ SKANNIÐ
Við andlitskennandi tøkni køva rættarhandhevjandi myndugleikar kring heimin mótmælir og eru eftir minnilutasamfeløgum. Hesar skipanirnar gera seg inn á rættin til virðing fyri privatlívinum, hótta rættin at koma saman friðarliga og siga sína hugsan umframt rættin til javna og ikki at vera fyri mismuni.
Hvussu virka skipanirnar? Við at savna myndir í milliónatali av talgildum miðlum og úr ymsum dátugrunnum sum til dømis yvirlitum yvir koyrikort menna tøknifeløg tøkni, sum kennir andlit aftur, uttan at fólk veit av ella samtykkir. Andlitskennandi tøkni kann styðja upp undir løgregluarbeiði, sum ger rasumismun, og hótta rættin at mótmæla. Hetta ávirkar serliga svørt og minnilutasamfeløg, tí hesi eru í øktum vanda fyri at verða skeivt eyðmerkt og handtikin av órøttum – í summum førum hevur óneyvleikin í andlitskenningini verið 95 %.
Verður einki gjørt, fer tann andlitskennandi tøknin við sínum vandamiklu avleiðingum at gerast gerandiskostur, og minnilutabólkar fara áhaldandi at vera fyri ágangi.
Tí skipaði Amnesty International fyri einum átaki, við serligum denti á USA, Hyderabad og OPT, undir yvirskriftini Bannið skannið.
Rasu- og veðurlagsrættvísi
Tíverri er samanhangur millum etnisitet, rasu, stætt og kastu øðrumegin og skaðaárin av veðurlagsbroytingum og ójavna við atliti at lívrunnum brennievni hinumegin.
Í India og Nepal raka skaðaárinini av veðurlagsbroytingum kvinnur og gentur úr teimum sonevndu ”lágkastunum” sum dalitkastuni serliga meint, tí tær verða tvingaðar at búgva í atskildum og avbyrgdum bústøðum. Aftur og aftur eru hesar kvinnurnar fyri vanbýti í sambandi við hjálpar- og endurmenningarátøk, og evnir og møguleikar at ávirka avgerðir teimum sjálvum viðvíkjandi verða áhaldandi tikin frá teimum.
Í Norðuramerika rakar luftdálking fátæk, rasialiserað samfeløg serliga meint, serliga svørt samfeløg, við tað at býlingarnir í slíkum samfeløgum oftari liggja nærindis orkuverkum, reinsingarvirkjum og motorvegum. Hetta elvir til fleiri tilburðir av sjúku í andaleiðini og krabbameini, og svørt eru í tríggjar ferðir størri vanda fyri at doyggja av luftbornari dálking enn amerikanarar sum heild.
Tað hevur eisini skaðiliga ávirkan á upprunafólk. At brenna lívrunnið brennievni drepur fólk og skaðar umhvørvið. Men sum heimsbúskapurin førkar seg burtur frá lívrunnum brennievni móti varandi orkukeldum, skaðar hann eisini mannarættindini hjá fólki og umhvørvið, við tað at økjast má munandi um námsvinnuna til at útvega metal og mineral. Halda námsvinnufeløg og teirra keyparar fram við sama lag, kunnu tey skunda undir mannarættindabrotini, sum ábær samfeløg, teirra millum upprunafólk, eru fyri, og forða fyri eini burðardyggari framtíð.
Brotsverk móti mannaættini og altjóða rættvísi
Amnesty International harmast dupultmoralin, tá ið ræður um altjóða rættvísi, m.a., at Altjóða revsingardómstólurin (ICC) eyðsæð ikki dregur fólk úr valdmiklum statum, sum eru undir illgruna fyri brotsverk, til svars og tryggjar øllum, sum hava verið fyri brotsverkum sambært altjóðarætti, javnbjóðis atgongd at rættvísi.
Tær seinastu avgerðirnar av skrivstovuni hjá ICC-ákæranum um ikki at kanna ella at gera minni burtur úr at kanna brotsverk, sum skulu vera framd av ríkisborgarum í valdmiklum statum sum USA ogSameinda kongsríkinum (UK), reisa spurningin, um meginreglurnar um altjóða rættvísi verða brúktar eins ímóti øllum brotsfólki uttan mun valdstøðu. Á sama hátt er tann sjálvbodna fíggingin, sum sett er av til kanningararbeiðið í Ukraina, sammett við tær fíggjarligu avmarkingarnar við atliti at kanningararbeiði í øðrum geirum sum Nigeria og Afganistan, í vanda fyri at verða fatað sum ein stigveldisskipanfyri altjóða rættvísi, sum ikki gevur øllum, sum hava verið fyri brotsverkum sambært altjóðarætti, somu atgongd at rættvísi.
Eisini hevur gingið striltið við kanningararbeiðinum hjá ICC av brotsverkum í teimum hersettu palestinsku økjunum. Talan er um brotsverk sum apartheid, sum er brotsverk móti mannaættini. Apartheid er ein skipan við varandi og ræðuligum mismuni, sum ein rasubólkur fremur móti einum øðrum fyri at stýra honum.
Rørslur fyri rasurættvísi
Í áratíggjur hevur rasurættvísisrørslan verið í framgongd, sum fólk við dirvi hava átalað órættvísi um allan heim.
Hesi seinnu árini hevur #BlackLivesMatter gingið á odda at fremja broytingarnar. Black Lives Matter varð stovnað í 2013 sum aftursvar, tá ið drápsmaðurin, sum myrdi Trayvon Martin, varð fríkendur. Rørslan virkar fyri at koma hvítum yvirræði til lívs og fáa í lag staðbundið vald, sum kann leggja uppí, tá ið svørt samfeløg eru fyri harðskapi frá statinum ella sjálvtektarfólki.
Men tað er ikki lætt at tala at – serliga tá ið tú ert ein minniluti.
Tað at kunna mótmæla trygt umskarast við rættin til ikki at vera fyri mismuni. Ert tú fyri ójavna og mismuni vegna aldur, rasu, kyn, kynsamleika og annað, er rætturin hjá tær at mótmæla í størri vanda.
Tað er avgerandi, at øll kunnu mótmæla trygt og uttan mismun – eitt evni, sum Amnesty International tekur upp við átakinum Verjið mótmælini.
Hvat ger Amnesty fyri at fremja rasurættvísi?
Amnesty International virkar fyri at tryggja teimum, sum søguliga hava verið fyri skipaðum mismuni, javnrætt í lóggávu og í verki.
Lond mugu tryggja rættvísi og uppreisn, m.a. við at taka burtur rasistiska lóggávu, politikkir og fyrisitingarvenju og tryggja øllum somu atgongd at fíggjarligum og sosialum rættindum. Londini eiga eisini at fremja fyriskipanir til at tryggja, at fólk og samfeløg, sum eru fyri mismuni, ikki eru fyri ov víðfevndum løgreglueftirliti og verða ovurkriminaliserað.
Vit tú vita meira um mismun vegna ættaruppruna, og hvussu vit basa slíkum mismuni, kanst tú taka lut í amnestyskeiðnum At týða mismun vegna ættaruppruna.
MÁL: APARTHEITSKIPANIN Í ÍSRAEL
Síðan staturin Ísrael varð stovnaður í 1948, hava skiftandi stjórnir skapt og hildið uppi eini skipan við lóggávu, politikkum og fyrisitingarvenju, sum hava til endamáls at kúga og hava vald á palestinum. Skipanin kemur til sjóndar á ymsan hátt tvørtur um tey ymsu økini, har ið Ísrael útinnir ræði á rættindunum hjá palestinum, men endamálið er altíð tað sama: at lata palestinar svíða fyri framíhjárættindi hjájødiskum ísraelum. Hetta er apartheid.
Ísraelskir myndugleikar harva brúkt fýra høvuðsstrategiir til at halda apartheidsskipanini uppi:
- Teir skilja palestinar frá hvørjum øðrum í ymisk økis-, løg-, umsitingardømi og sýta teimum rættin at venda aftur.
- Teir leggja hald á lendi og ognir hjá palestinum, sýta teimum byggiloyvi, ríva húsini hjá teimum niður og flyta teir við tvingsli frá húsi og heimi.
- Teir býta palestinar upp í serlig økir eftir bústaði og løgfrøðiligari støðu.
- Teir sýta palestinum fíggjarlig og sosial rættindir, m.a. við ójøvnum tilfeingisbýti.
Tann 23. juni 2020 rivu ísraelskir myndugleikar heimið hjá Mohammed Al-Rajabi, sum býr í Silwan í hersetta Eysturjerusalem, niður, tí tað skuldi vera bygt ”ólógliga”. Hann greiddi Amnesty International frá tí oyðileggjandi ávirkanini, sum hetta hevði havt á familjuna hjá honum:
”Eg ætlaði teimum eitt fjálgt familjuheim í nánd av teirra kæru. Nú gevi eg teimum minnini um teirra fyrsta barnaheim, sum varð lagt í oyði.”
– Mohammed Al-Rajabi
