SKRIVA FYRI LÍVI

– skriva eitt bræv og broyt eitt lív

Nú fara vit aftur undir ‘Skriva fyri lívi’ – heimsins størsta mannarættindatiltak. Í hesum døgum skriva menniskju í túsundatali kring allan heim brøv – brøv, sum bjarga lívum og birta vón.

Skriva fyri lívi savnar fólk úr øllum heiminum at stríðast ímóti órættvísi og stuðla fólki, hvørs mannarættindi ikki eru vird.

Tá so nógv menniskju savnast um eitt mál, síggja vit veruliga batar, tí menniskju verða leyslatin og rættvísi sigrar. Í 1 út av 3 málum, vit skriva fyri, síggja vit ítøkiligar batar.  

Við at skriva brøv og skriva undir áheitani og deil, kanst tú krevja rættvísi og gera ein mun. Kom við og skriva fyri lívi, og verð við at gera heimin rættvísari stað.  

Skriva eitt bræv – broyt eitt lív. 

Amnesty International byrjaði sum rørsla, tá ið fólk kring heimin skrivaðu til portugisisku stjórnina um at leyslata tveir samvitskufangar. Hetta var 62 ár síðan, og vit skriva enn. Fyri 21 árum síðani savnaðust nakrir aktivistar í Pólandi, tí tey høvdu funnið upp á eitt tiltak. Tey skuldu skriva brøv í 24 tímar – tey kallaðu tað eitt skrivimarathon. Tiltakið varð so væleydnað, at árini eftir vórðu fleiri og fleiri lond, sum skipaðu fyri tílíkum tiltøkum. Hetta varð byrjanin til Skriva fyri lív, sum nú er vorðið størsta mannarættindatiltakið í heiminum.

Hvør ár verða nøkur átrokandi mál vald út. Tað kann vera einstaklingar ella bólkar, sum av ymsum orsøkum hava tørv á, at fólk í túsundatali skriva fyri sær. Í ár hava vit fýra mál, vit í Føroyum skriva fyri. 

VIT SKRIVA TÍ TAÐ RIGGAR

Eftir so mong ár kunnu vit staðfesta, at tað riggar at skriva brøv. Í 1 út av 3 málum, vit skriva fyri, síggja vit ítøkiligar broytingar. Øll hesi árini hava fólk tískil tí verið við til at broyta lívini hjá fleiri hundrað fólkum, sum vit hava skrivað fyri: Fólk eru sloppin undan píning, ágangi og órættvísari fongsulsrevsing. Tá fleiri milliónir menniskju kring allan heim leggja trýst á, síggja vit úrslit.

LEYSLATIN Í FANGABÝTI EFTIR STÓRT TRÝST

Í 2022 skrivaðu vit fyri russisku Aleksandra Skochilenko, sum var skuldsett og varðhaldsfonglað fyri at hava sagt sína hugsan um kríggið í Ukraina. Hon gjørdi vart við sína ónøgd við at býta prísskeltini á vørunum í einum matvøruhandli í Sankta Pætursborg um við krígsmótmælisorð. Eftir stór átøk um støðuna hjá Aleksandru, varð hon í august í ár leyslatin í einum fangabýti.

Aleksandra takkar øllum tykkum, ið skrivaðu fyri sær. 

MOSES VARÐ LEYSLATIN EFTIR ÁHALDANDI TRÝST

Í 2005 varð 16 ára gamli Moses úr Nigeria ákærdur fyri at hava stolið tríggjar fartelefonir. Eftir at Moses varð illa píndur av løgregluni, váttaði hann ákærurnar og varð dømdur til deyða. Í 2015 vórðu fleiri enn 800.000 áheitanarbrøv latin guvernørunum í Nigeria, og Moses fekk náði. Tá hann varð leyslatin vísti hann stórt takksemi mótvegis teimum, ið høvdu skrivað fyri honum: “Eg vil tryggja teimum, at hesin stór innsatsurin ikki hevur verið til fánýtis. Eg vil vera mannarættindaaktivistur og stríðast fyri øðrum.” 

Og tað gjørdi Moses. Við egnum royndum stríddist hann saman við okkum fyri at fáa 15 ára gamla Magai Matiop Ngong latnan leysan. Magai var eisini dømdur til deyða, men eftir at fleiri enn 700.000 brøv, tweets, postkort og boð vórðu send myndugleikunum í Suðursudan, varð deyðadómurin tikin aftur og Magai leyslatin.

 ØLL KUNNU SKRIVA FYRI LÍVI 

Øll kunnu luttaka í Skriva fyri lívi – privatpersónar, skúlaflokkar; fríðtíðarskúlar, bindiklubbar, bókaklubbar og øll onnur. Á síðini kanst tú lesa meira um Skriva fyri lívi og hvussu tú kanst verða við at bjarga lívum.

Í ÁR SKRIVA VIT FYRI

ELLINOR GUTTORM UTSI

Ellinor Gottorm Utsi er ein sámisk kvinna, sum stríðist fyri at sleppa at halda fram við reindjórahaldi í Norðurnorra og varða um gamla sámiska lívsháttin og mentanina. Í fleiri ættarlið hevur familjan hjá Ellinor hvat reindýrahald. Hetta er nú í  vanda, tí norska stjórnin ætlar at byggja orkuverk í umráðnum.  

UNECEBO MBOTENI

Í 2024 datt Unecebo niður í eitt vesihol í forskúlanum í Eastern Cape-landslutinum í Suðurafrika. Hann doyði dagin eftir. Søgan hjá Unecebo endurspeglar djúpan ójavna í útbúgvingarskipanini. Tíverri veldst atgongdin hjá børnum í Suðurafrika at skúlagongd framvegis um føðingarstað, ríkidømi og húðarlit. 

SAI ZAW THAIKE

Sai Zaw Thaike er journalistur, og eftir at ein meldurhvirla rakti Myanmar í 2023, fylgdi hann einum neyðhjálpartoymi. Sai Zaw varð handtikin eftir eina viku, hann varð avhoyrdur og avbardur, og í septembur 2023 dømdi ein hernaðardómstólur hann 20 ára fongsul við hørðum arbeiði. Journalistikkur er ógvuliga vandamikil vinnuvegur í Myanmar, tí fleiri enn 200 journalistar hava verið fongslaðir og sjey sigast vera myrdir av herinum, síðan herurin tók valdið í 2021.

HVUSSU RIGGAR SKRIVA FYRI LÍVI?

1. Amnesty kannar mannarættindabrot kring allan heim

2. nøkur mál verða vald út til átakið “skriva fyri lív”

3. fólk kring allan heim skriva brøv

4. brøvini koma fram

5. vón birtist. Fangar verða leyslætnir. Umstøður verða betraðar

6. Amnesty fær afturmeldingar, sum vísa, at brøvini gera mun

SOLEIÐIS KANST TÚ GERA 

 

Tú kanst skriva sjálv/ur ella biðja vinir og familju skriva saman við tær, skriva saman við flokkinum, bindiklubbanum ella tú kanst skipa fyri einum Skriva fyri lívi-tiltaki. Tú kanst skriva undir okkara undirskriftainnsavnin, tú kanst skriva eitt áheitanarbræv til myndugleikarnar ella tú kanst skriva eitt samhugabræv til tey, vit í ár skriva fyri. Tá ið tú hevur skrivað brøvini, kanst tú lata Amnesty Føroyum tey, og so senda vit øll brøvini úr Føroyum samlaði. 

 1. LES UM MÁLINI 

Tú kanst byrja við at lesa um teir persónarnar, sum vit í ár skriva fyri og tey mannarættindabrotini hesi hava verið fyri. 

 2. SKRIVA BRØV 

Tit kunnu skriva tvey sløg av brøvum: áheitanarbrøv og samhugabrøv. Tú avgerð sjálv/ur um tú skrivar áheitanarbrøv ella samhugabrøv – og enn betri um, tú skrivar bæði. Tú kanst skriva so nógv brøv, tær lystir.

ÁHEITANARBRØV

Áheitanarbrævið er ein áheitan um at virða rættindini hjá persóninum, vit skriva fyri. Vit heita á teir myndugleikar, sum hava møguleika at bøta um støðuna t.d. ein politiovasta, kong, forseta ella onkran annan. Tá fleiri túsund fólk skriva áheitanarbrøv leggja vit eitt stórt trýst á myndugleikarnar.

 

Vit hava gjørt dømi um áheitanarbrøv, so tú kanst fáa íblástur til, hvussu sílk brøv kunnu skrivast. Dømini sært tú í málunum, vit skriva fyri.

SAMHUGABRØV

Samhugabrøv skriva vit til persónarnar, tí vit vilja vísa okkara stuðul. Her er møguleiki at skriva teimum eina persónliga, stuðlandi og vinarliga heilsan ella tekna eina tekning. Ein heilsan kann gera stóran mun, tí so vita tey, at tey ikki eru gloymd, men at fólk kring allan heim vita um teirra støðu.

 

Vit hava gjørt dømi um áheitanarbrøv, so tú kanst fáa íblástur til, hvussu sílk brøv kunnu skrivast. Dømini sært tú í málunum, vit skriva fyri.

 3. LAT OKKUM BRØVINI 

Tá tú hevur skrivað brøvini, vinarliga lat okkum tey, so senda vit øll brøvini úr Føroyum samlaði. Tú kanst koma framvið á skrivstovuni ella senda okkum tey.

SKRIVA FYRI LÍVI Í UNDIRVÍSINGINI

Nú altjóða mannarættindadagurin nærkast (10. desembur), er eitt gott høvi at undirvísa í mannarættindum og at skriva fyri lívi við næmingum í framhaldsdeildini og á miðnámi.

Brúka tit Skriva fyri lívi í undirvísingini, fáa næmingarnir amboð at gera ein ítøkiligan mun fyri at betra um mannarættindastøðuna úti í heimi. Málini, vit í ár skriva fyri, er eisini ein góður máti at ítøkiligera, hvørja ávirkan mannarættindabrot hava fyri einstakar persónar.

Fólkini, vit í ár skriva fyri, hava til felags, at teirra rættur at mótmæla ikki hevur verið virdur. Hetta er eitt óhugnaligt rák, sum vit síggja um allan heim – eisini í londum tætt við hjá okkum.

Skriva fyri lívi kann brúkast í fleiri lærugreinum t.d. samfelagsfrøði, søgu, landafrøði og málsligu lærugreinunum.

Vit hava nógv ymiskt tilfar um Skriva fyri Lívi og hvussu tað kann brúkast í undirvísingini:

Eisini hava vit tilfar og kunning um mannarættindi og mannarættindaevni, ið knýta seg at málunum, vit í ár skriva fyri:

Amnesty Academy er ein talgildur skeiðsdepil við hópin av ókeypis skeiðum í mannarættindum, m.a. um:

  • talufrælsi
  • rættin at mótmæla
  • veðurlagsrættvísi

Á okkara heimasíðu hava vit savnað annað undirvísingartilfar um mannarættindi. 

Skriva eitt bæv í hond

Tað ber til at gera samhugabrøvini persónlig við at skriva brævið í hond og prýða brævið við tekningum. 

Tit gera sjálvi av, um tit brúka postkort, vanlig pappír ella okkurt triðja. Vit hava gjørt skapilónir til kort, sum tit sjálvi kunnu printa út og klippa til. 

 

Skriva eitt bræv á telefonini

Eisini ber til at skriva eina persónliga heilsan á telefonini. Vit hava gjørt ymsar skapilónir, sum kunnu brúkast at skriva eina heilsan á t.d. kann Instagram brúkast at skriva á, og so er sjálvandi eisini stuttligt at pynta við emoji’um. Aftaná kunnu tit senda heilsanina til okkum á Instagram (Amnesty International Føroyar) ella við telduposti til amnesty@amnesty.fo. Vit prenta heilsanina og saman hana saman við øllum hinum heilsanunum úr Føroyum.

Um tú og tín flokkur kundu hugsað tykkum at fingið vitjan av umboði frá Amnesty Føroyum, koma vit fegin framvið t.d. at greiða frá Skriva fyri lívi og skriva brøv saman við tykkum. Sendið ein t-post til turid@amnesty.fo