Pakhshan Azizi er úr tí kúgaða kurdiska minnilutanum í Iran. Í fleiri ár hjálpti hon kvinnum og børnum at flýggja undan IS, og fyri hetta heldur iranska stýrið at hon skal bøta við lívinum. Skriva undir átakið og hjálp okkum at fáa Pakhshan leyslatna, áðrenn stýrið avrættar hana!
Árini 2014-2022 helt Pakhshan Azizi til í landnyrðingspartinum av Sýria. Her hjálpti honum kvinnum og børnum, sum vóru flýdd frá húsi og heimi eftir at vera álopin av tí vápnaða bólkinum, sum kallar seg Islamskan Stat.
Summarið eftir – í august 2023 – var tann 40 ára gamla neyðhjálparkvinnan og mannarættindaaktivisturin stødd heima hjá familjuni í Teheran, tá ið umboð fyri iransku fregnartænastuna brádliga komu at handtaka hana – uttan at siga hví. Leingi visti familjan einki, hvat ið vorðið var av Pakhshan.
Skriva undir átakið, har ið vit krevja, at stýrið í Irans sleppir øllum ætlanum um at avrætta Pakhshan!
Okkara krøv
Iranska stýrið skal:
-
ógilda deyðadómin hjá Pakhshan Azizi og beinanvegin og treytaleyst sleppa henni leysari,
-
til tá tryggja henni fullgóða heilsurøkt,
-
sleppa skyldifólki og sakførarum at vitja hana regluliga,
-
seta í verk óhefta og munadygga kanning av hennara frásøgnum um píning og
-
verja hana fyri framhaldandi píning og ringari viðferð.
Hví skriva undir?
Hvør einasta undirskrift ger sítt til at leggja trýst á iranska stýrið, og vit hava fyrr sæð, at deyðadómar eru ógildaðir eftir altjóða trýst. Tað hendi hjá Yasamin og Toomaj, sum bæði endaðu við at verða leyslatin. So tað riggar!
Hvat verður av undirskriftini?
Talið á undirskriftum verður sent stjóranum í iranska rættarverkinum, Gholamhossein Mohseni Ejei, gjøgnum EU-sendistovuna hjá Iran hjá ST í Genève í Sveis.
Av trygdarávum senda vit bara talið á undirskriftum og ikki nøvnini á teimum, sum hava skrivað undir.
Pínd, illa viðfarin og fyri kynsgrundaðum harðskapi
Seinni kom fram, at hon var endað í tí illa gitna Evin-fongslinum, har ið hon í fimm mánaðir sat fullkomiliga avbyrgd við ongum sambandi við hvørki sakførarar ella skyldfólk. Sambært væl vitandi keldum hjá Amnesty varð Pakhshan pínd og illa viðfarin, umframt at hon var fyri kynsgrundaðum harðskapi.
Undir avhoyringunum fekk hon fleiri ferðir at vita, at hon ikki hevði rætt at liva, og hon varð hótt við at verða avrættað. Hóttanirnar skuldu fáa Pakhshan at játta seg seka í hava tilknýti til kurdiskar uppreistrarbólkar, men hesum sýtti hon aftur og aftur fyri.
Pakhshan er bara dømd fyri sítt friðarliga neyðhjálpararbeiði, og tí skal hon leyslatast beinanvegin!
Djúpt órættvísur rættargangur
Rættargangurin aftaná, í juli 2024, var djúpt órættvísur. Undan rættarganginum slapp hon bara at tosa fáar ferðir í telefon við sakførararnar hjá sær, sum hon ikki møtti fyrr enn í rættinum. Pakhshan varð funnin sek í ”vápnaðum uppreistri móti statinum” og dømd til deyða.
Eitt av ”prógvunum” var, at hon sum ung lesandi var vorðin handtikin fyri at hava verið við í einum mótmælistiltaki til frama fyri ein kurdiskan mann, sum var dømdur til deyða.
Sambært dóminum skuldi hon eisini hava hjálpt familjunum hjá teimum, sum myndugleikarnir av órøttum myrdu undir Kvinna-Lív-Frælsi-mótmælunum í 2022.
Stýrið brúkar deyðarevsing sum ræðsluamboð
Í kjalarvørrinum á teimum landsfevndu mótmælunum hevur iranska stýrið sett ferð á deyðarevsingarnar fyri at skapa ótta í fólkinum og halda fast við valdið.
Hesum hava serliga kúgaðir etniskir minnilutar sum kurdar og Baluchi-fólkið kent sviðan av. Í minsta lagi tvær aðrar kvinnur – kurdiski politiski andstøðingurin Verishe Moradi og mannarættindastríðskvinnan Sharifeh Mohammadi – eru somuleiðis dømdar til deyða, eftir at sonevndu kollveltingardómstólarnir hava funnið tær sekar í ”vápnaðum uppreistri móti statinum”. Sharifeh Mohammadi er júst dømd til deyða á øðrum sinni, eftir at iranski hægstirættur í oktobur í fjør hevði ógildað tann fyrra deyðadómin hjá henni.
Alda av avrættingum
Í 2023 framdu iranskir myndugleikar í minsta lagi 854 avrættingar, og stýrið helt fram við alduni av avrættingum í 2024, har ið fólk í hundraðtali vórðu myrd eftir djúpt órættvísan rættargang. Myndugleikarnir leggjast serliga eftir mótmælisfólki, politiskum andstøðingum og etniskum minnilutum. Umframt at vera í vanda fyri at enda í fongsli og verða dømdir til deyða fyri friðarliga aktivismu eru etniskir minnilutar í Iran fyri víðfevndum mismuni, sum avmarkar atgongdina at útbúgving, arbeiði, bústaði og politiskum embætum.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.