ÍMEÐAN VIT BÍÐA EFTIR HEIMSLEIÐARUNUM:

BØRNINI SVØLTA OG BUMBURNAR REGNA 

Í meira enn hálvtannað ár hevur heimurin fylgt við beinleiðis stroymda fólkadrápinum á palestinar í Gasageiranum. Frá heimsins leiðarum hevur verið nærum fullkomin tøgn, og Ísrael er sloppið at halda fram við ólógligu herferðini. Seinastu tíðina hava tó verið fleiri atfinningar mótvegis ísraelsku herferini í Gasa, serliga forðingini av neyðhjálp og ætlanum um at annektera Gasageiran. Nú Ísrael hevur hert hernaðarátøkini í Gasa er alneyðugt, at Føroya politiska leiðsla saman við heimsins leiðarum gera alt, sum tey eru ment fyri at fáa ein enda á ísraelska fólkadrápinum á palestinar í Gasageiranum.

TILRÆTTISLØGD HUNGURSNEYÐ
Eftir at Ísrael hevur noktað neyðhjálp inn í Gasageiran í nærum tríggjar mánðir, varð eitt sindur av neyðhjálp loyvt inn í farnu viku. Eisini hevur Ísrael sett í verk eina skipan, har har ein amerikanskur stovnur stendur fyri veitingini av neyðhjálp. Men tá ið 92% av pinkubørnum og kvinnum, sum eru upp á vegin ella sum geva brótst, liva í hungri, og  71.000 børn undir fimm ár eru í vanda fyri at verða ógvusliga undirfødd, eru hesi tiltøkini ikki nær námind nokk.

Hungursneyðin í Gasageiranum er tilætlað. Uttan fyri markið standa lastbilar við neyðhjálp, men verða noktaðir inn.

At brúka neyðhjálp sum vápn er álvarsamt brot á humanitera lóg, sum strangliga bannar kollektivari revsing, og sum krevur, at allir partar í einum stríði loyva humaniterari hjálp til sivil fólk, sum hava tørv á tí.  Altjóða Dómstólurin, ICJ, hevur fleiri ferðir givið Ísrael boð um at tryggja palestinum atgongd til lívsneyðuga humanitera hjálp.

At stýra og militarisera veitingina av humaniterari hjálp máar undan óheftu veitingini av neyðhjálp til fólk, sum eru í svárari neyð. Hesar ætlanir eru fordømdar av ST-stovnum og humaniterum felagsskapum, sum einmælt hava mótmælt royndunum at brúka neyðhjálpina sum vápn.

“Hetta er fólkadráp í verki” segði Erika Guevara Rosas, deildarstjóri í Amnesty International, tá ið neyðhjálpin ikki var loyvd inn í tveir mánaðir. At tilrættisleggja lívsumstøðurnar hjá palestinum, so at tær føra deyða við sær, er liður í ísraelska fólkadrápinum á palestinar í Gasa. Tað kann als ikki góðtakast.

Ella sum Yair Golan, ein ísraelskur andstøðuleiðari og fyrrverandi generalur í ísraelska herinum, segði: “Eitt land, ið er við sítt fulla vit og skil, fer ikki í bardaga móti sivilum, drepur ikki smábørn sum eitt frítíðarítriv, og setur sær ikki sum eitt mál at trýsta ein fólkabólk út [úr landinum].”

TØGNIN LOYVIR FÓLKADRÁPI
Um somu tíð sum Ísrael loyvdi neyðhjálp aftur inn í Gasa, herdi Ísrael hernaðarátøkini í Gasageiranum. Eisini hevur Ísrael boðað frá ætlanum um at annektera øki í Gasageiranum og at tvingsilsflyta palestinar suðureftir. Síðani oktobur í 2023 hava verið endurtakandi tvingsilsflytingar av palestinum í Gasa.

Í hálvtannað ár er Ísrael ótarnað sloppið at halda fram við at tvingsilsflyta, svølta og drepa sivil. Frá heimsins leiðarum hevur verið nærum fullkomin tøgn – ein tøgn, sum loyvir ólógligu ísraelsku herferðini at halda fram, og sum gevur tekin um eina líkasælu um altjóða rættvísi og menniskjalív.

Í Føroyum hava vit eisini verið vitni til hesa tøgnina frá okkara politisku leiðslu. Tá ið allur heimurin kann fylgja við beinleiðis stroymda fólkadrápinum, kennist hendan tøgnin óunnilig og ræðandi.

“Tað er ein ógvuslig skomm, at tað ikki hevur eydnast altjóða samfelagnum at trýsta Ísrael at støðga ræðuleikunum, sum verða framdar í Gasa. Stjórnir noyðast at steðga við at lata sum um, at tær ongan møguleika hava at steðga fólkadrápinum. Lond noyðast at gera meira enn bara at siga, at tey eru kedd ella øtast um støðuna,” segði altjóða aðalskrivarin í Amnesty International, Agnès Callamard, tá ið Amnesty staðfesti, at Ísrael fremur fólkadráp móti palestinum í Gasa. 

SKYLDU AT FORÐA FÓLKADRÁPI

Vælvitandi um teirra skyldur at forða fólkadrápi, hava heimsins lond vent blinda eygað til. Tó eru undantøk m.a. Suðurafrika og lond úr Suður- og Miðamerika.

Seinastu dagarnar hava eisini verið fleiri evropiskir leiðarar, sum hava funnist at forðingini av neyðhjálp og ætlanunum um at annktera Gasageiran. Spania hevur sett vápnabann í gildi, og ES skal kanna, um Ísrael livir upp til krøv í handils- og samstarvsavtaluni teirra millum. Eisini er gleðiligt, at Sirið Stenberg, landsstýiskvinna í uttanríkismálum, í føroyskum miðili hevur funnist at gerðum Ísraels í Gasa.

Hóast hesi átøkini at trýsta Ísrael koma alt ov seint og eru alt ov veik, er tað sjálvandi gleðiligt, at tað gerast fleiri, ið tala at. Við herdu hernaðarátøkunum í Gasa og við hóttandi hungursneyðini er avgerðandi, at heimsins leiðarar gera alt tað, sum teir eru mentir fyri at støðgað deyðiligu ræðuleikunum alt fyri eitt.

Hendan áheitanin er sjálvandi eisini galdandi fyri Føroyar og okkara stjórnarleiðarar. Tí hóast Føroyar eru eitt lítið land við avmarkaðari ávirkan á heimspolitikk og -kreppur, mugu vit standa við okkara virðir og skyldur. Líkamikið stødd og status hava vit altíð skyldu at stríðast fyri teimum, sum eru fyri órættvísi og mannarættindabrotum. Brotsgerðirnar sambært altjóða lóg, sum Ísrael hevur framt í Gasa, eru so álvarsamar, og avleiðingarnar so ómetaliga víttfevnandi, at eingin politiskur leiðari, sum virðir menniskjalív og altjóða rættvísi, átti at hildið sær frá at gjørt alt fyri at støðga hesum.

Hava vit í huga søguliga stuðulin, sum Ísrael hevur hvat og hevur enn í Føroyum, so gevur hetta okkum eina serliga skyldu at tala at ræðuligu framferðini, og at vísa okkara stuðul til vaksandi talið av atfinningarsomum røddum í Ísrael. Vinir hava eina skyldu at boða vinum frá, tá tey gera okkurt skeivt. Framferðin hjá Ísrael í Gasa er skeiv – bæði moralskt og sambært altjóða lóg.

Okkara áheitan er tí, at øll tit, sum umboða almennu Føroyar í politiskum, diplomatiskum og handilsligum høpi mugu leggja trýst á Ísrael um at støðga deyðiligu herferðini á palestinar í Gasageiranum. Harumframt, at tit í politiskum, diplomatiskum og handilsligum høpi eisini leggja trýst á øll tykkara samstarvslond og -felagar at gera tað sama. Harumframt heita vit á, at tit virka fyri, at øll lond støðga útflutningi av vápnum og vápnalutum til Ísraels, umframt at øll lond virða handtøkuboðini frá Altjóða Revsidómstólinum.

Øll heimsins lond hava skyldu til at forða fyri fólkadrápi, og heita vit serliga á Føroya løgmann, Aksel V. Johannesen, og landsstýriskvinnuna í uttanríkismálum, Sirið Stenberg, um at virða lyftið um “ongantíð aftur”, og gera alt, tit eru ment, at støðga ísraelska fólkadrápinum á palestinar í Gasageiranum. Tit mugu vísa við orðum og sanniliga eisini í verki, at vit í Føroyum standa við okkara virðir um, at hvørt einstaka menniskja hevur eitt grundleggjandi virði og íborin mannarættindi, og at vit virða og viðurkenna altjóða lóg og altjóða rættvísisskipanir.

Øll fólk hava rætt til at liva eitt trygt og frítt lív – óansæð um talan er um ísraelar, palestinar ella aðrar fólkabólkar. Hvørki trygd ella friður kemur í lag við at fremja alt ræðuligari krígsbrotsverk móti hvør øðrum. Nú partarnir ikki finna út av at støðga stríðnum er alneyðugt, at umheimurin fær frið í lag, og at fleiri sivil ikki lata lív.