
VÍS, AT FÓLKADRÁPIÐ Á PALESTINAR Í GASAGEIRANUM IKKI FER FRAM Í TÍNUM NAVNI
Fleiri enn 52.000 fólk eru skrásett deyð, og afturat teimum eru eisini fólk í túsundatali, sum enn liggja undir húsaleivdunum. Fleiri túsund fólk eru harumframt løstaði, og stórur partur av Gasa er lagdur í oyði. Hungursneyð er í øllum Gasageiranum, men hóast lastbilar við neyðhjálp standa uttanfyri Gasa, loyvir Ísrael ikki neyðhjálpini inn.
HÓAST HEIMURIN KANN FYLGJA VIÐ BEINLEIÐIS STROYMDA FÓLKADRÁPINUM Á PALESTINAR Í GASAGEIRANUM, SLEPPUR ÍSRAEL AT HALDA ÁFRAM VIÐ ÓLÓGLIGU OG DEYÐULIGU BROTSGERÐUNUM. HÓAST HEIMSINS LEIÐARAR IKKI STØÐGA ÍSRAEL Í AT FREMJA FÓLKADRÁP Á PALESTINAR Í GASAGEIRANUM, KUNNU VIT SAMAN VÍSA, AT FÓLKADRÁPIÐ IKKI FER FRAM Í OKKARA NØVNUM.
VÍS TAÐ VIÐ MYND ELLA NAVNI – ELLA BÁÐUM
VÍS TAÐ VIÐ EINI MYND
Skriva á eitt pappír ella skelti:
fólkadráp
IKKI Í MÍNUM NAVNI
heilsan >títt navn<
Tak eina mynd av tær og pappírinum/skeltinum. Tú kanst leggja myndina á tín vanga á Instagram og/ella Facebook. Um tú taggar okkum, deila vit myndina á okkara vanga og brúka hana eisini til eina felagsmynd av øllum innkomnu myndunum. Eisini ber til at senda okkum myndina, og so brúka vit hana bara til felagsmynd. Tú kanst senda okkum myndina á amnesty@amnesty.fo, og á okkara vangum á Instagram ella á Facebook.

Milia Egilsnes Anda er nevndarlimur í Amnesty Føroyum og í Amnesty Ung. Milia sigur, at fólkadráp ikki hendir í hennara navni.
VÍS TAÐ VIÐ TÍNUM NAVNI
Vís alment við tínum navni, at fólkadrápið á palestinar í Gasageiranum ikki fer fram í tínum navni.
Vit savna innkomnu nøvnini og brúka tey til at vísa alment á, at fólkadrápið ikki fer fram í okkara nøvnum (t.d. sum plakat, avísum ella øðrum almennum staði). Eisini at vit brúka tey til at heita á landsins myndugleikar at gera alt fyri at støðga fólkadrápinum.
Um tú hevur spurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.
SOLEIÐIS BRÚKA VIÐ MYNDIRNAR OG NØVNINI
Vit savna myndirnar og vit savna nøvnini og brúka tey í okkara arbeiði at alment vísa á, at vit eru nógv, sum siga, at fólkadrápið á palestinar í Gasageiranum ikki hendir í okkara nøvnum. Eisini brúka vit myndirnar og nøvnini til áheitanarskriv til landsins myndugleikar, har vit heita á, at tey gera alt, tey eru ment fyri at støðga fólkadrápinum. Hetta merkir altso, at um tú sendir mynd og/ella navn til okkum, so verður tað brúkt alment í okkara arbeiði at tala ímóti fólkadrápinum á palestinar í Gasageirnaum.
LES MEIRA
Ísraelska aftursvarið til ræðuligu álopini hjá Hamas og øðrum vápnaðum bólkum 7. oktobur í 2023 tá sivil fólk í hundraðtali vórðu dripin og onnur tikin sum gíslar, hevur nú vart í meira enn hálvtannað ár. Sivil í túsundatali eru dripin, løstað og stórsti parturin av Gasageiranum lagdur í oyði.
Amnesty International hevur skjalprógvað brotsgerðir sambært altjóða lóg í Ísrael og í Gasageiranum. Sambært Altjóða dómstólinum, ICJ, er herðsetingin og annekteringin av hersetta palestinska økinum ólóglig, og at Ísrael við lógum og í verki fremur apartheid móti palestinum. Amnesty International staðfesti í desembur 2024, at Ísrael fremur fólkadráp á palestinar í Gasa.