Rafah, Gasageirin, 28. januar 2024. Ahmed Zaqout/Anadolu via Getty Images
ÍSRAEL BANNAR UNRWA: SVARAR TIL AT KRIMINALISERA NEYÐHJÁLP
28. oktobur samtykti Ísrael lógir, ið gera tað ólógligt hjá UNRWA at virka frá Ísrael. Bannið kemur í gildið 90 dagar eftir, at lógirnar vórðu samtyktar.
“UNRWA hevur havt lívsneyðugan leiklut í at veita mat, vatn, heilivág, skúla og skjól til nærum tvær milliónir tvingsilsfluttar palestinarnar í Gasageiranum, sum eru fyri einari tilrættislagdari hungursneyð, og eru í álvarsamum vanda fyri fólkamorði” segði Agnés Callamard, altjóða aðalskrivari í Amnesty International í samband við, at Ísraelska forðar UNRWA at virka út Ísrael.
Sum hersetingarvald hevur Ísrael lógarbundna skyldu at tryggja grundleggjandi tørvir hjá palestinum í Gasageiranum og Vestara Áarbakka. UNRWA varð sett á stovn í 1949 fyri at m.a. veita humanitera hjálp og verju til palestinsk flóttafólk í hersetta palestinska økinum og í grannalondunum. UNRWA er í dag lívlinjan, sum veitir humanitera hjálp, undirvísing og skjól fyri palestinar í milliónatali í hersetta palestinska økinum og í grannalondunum.
“Samvitskuleysa lógin er eitt beinleiðis álop á rættindini hjá palestinskum flóttafólkum. Tað er greitt, at hon er sniðgivin fyri at gera tað ógjørligt hjá stovninum at virka í hersetta palestinska økinum við at krevja, at høvuðssætið í Jerusalem steingir og við at ógilda visum hjá øllum starvsfólkum. Hetta svarar til at kriminalisera humanitera hjálp og fer at gera humaniteru kreppuna enn verri” segði Agnés Callamard.
Forðar Ísrael virkseminum hjá UNRWA, brýtur Ísrael boðini frá ICJ um, at tað alt fyri eitt skuldu setast tiltøk í verk fyri at verja palestinar í hersetta Gasageiranum ímóti vandanum fyri fólkadrápi – eitt nú við at tryggja nøktandi humanitera hjálp og tryggja grundleggjandi tænastur.